eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum um at føroyingar, sum búgva norðanfjørðs - og tað er her at bæði løgting og landsstýri hava síni sæti umframt mest sum allir almennir og privatir stovnar - hava [...] meginlandið er einki minni enn ein sjálvfylgja. Alt, sum bara líkist lappaloysnum, eigur at verða kveistrað til viks. Tí lappaloysnir kunnu vera vandamiklar. Og er tað nakað, sum vit ikki mugu ganga uppá akord [...] hóskandi skip, meðan Smyril er til umvæling. At málið liggur í hondunum á sjálvum løgmanni átti so at verið ein eyka trygd hjá suðuroyingum, tí er tað nakað, sum eigur at vísa slíkum álvarsmáli ans, so er tað
tí tað liggur líkasum í luftini ? við øllum bankamálinum í bakspeglinum ? at fólk vilja vísa sína ónøgd við førda danska politikkin og harvið atkvøða fyri tjóðveldisflokkinum. Her liggur tí ein stór uppgáva [...] er greitt, at tað eru tjóðveldisflokkurin og javnaðarflokkurin, sum standa til størstu framgongdina, meðan sambandsflokkurin er tann, sum er taparin. Eftir okkara tykki kann hetta helst eisini blíva tendensurin [...] at reka realpolitikk, sum hann hevur gjørt øll hini árini. Ja eitt skifti førdi hetta til, at hann fór í samgongu við sambandsflokkin. JAVNAÐARFLOKKURIN tykist vera tann flokkur, sum best fer at megna at
olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir stuttari tíð verður føroyska samfelagið, sum vit kenna tað í dag, broytt fullkomiliga [...] tikið seg saman at stovna felagið, sum higartil hevur 25 mill. kr. í partapeningi, men nú fer at standa øllum føroyingum í boði at seta pening í. MIKUDAGIN staðfesti so ein av stigtakarunum, Poul Mohr, sk [...] skipasmiðjustjóri, at felagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst felag,
ikki, at Javnaðarflokkurin rekur ein leiðarapolitikk, sum Finnbogi Ísakson sigur við Dimmalætting í gjár, samstundis sum hann leggur afturat, at Tjóðveldisflokkurin rekur ein flokspolitikk. Hetta er burturvið [...] formanninum, sum vit minnast frá fimtiárunum og seinast í sekstiárunum, tá Tjóðveldisflokkurin lítla ávirkan hevði á førda politikkin. TÁ alt hetta er sagt, so má bara ásannast, at Javnaðarflokkurin liggur ikki [...] burturvið. TRUPULLEIKIN er meira hann, at Tjóðveldisflokkurin hevur torført at semjast um ein persón. Í tingbólkinum er Heini O. Heinesen formaður, men úteftir teknar Finnbogi Ísakson flokkin við sínum greiðu
borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið, hetta landið, sum altíð er frammi [...] størsta óndskapin í heiminum. Sama USA umboðar ein annan óndskap, og hesin er at taka sínar egnu borgarar av døgum. Amnesty hevur gjørt dómadómin sum ein av sínum størstu fíggindum. Vit eiga at taka undir [...] er einki minni enn ein skamblettur fyri USA og fyri amerikanarar, at teir framhaldandi - nú vit nærkast ár 2000 - við statsins góðkenning, drepa sínar egnu borgarar. JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum
fiskimarkið sum undirgrundarmark kundi verið spurt, hvat í liggur aftanfyri. Er tað bara vanlig jura og stórlandapolitikkur ella eru tað milliardirnar, sum her banka uppá? Sjálvandi er hetta ein spurningur [...] strukturum í tí Hvíta økinum og sum helst ganga víðari inn á føroyskt øki, og sum bretar í dag nettup gera krav uppá? Hetta vit her vísa á er eitt tankaeksperiment, sum ein tó eigur at geva gætur. Vit kunnu [...] hetta málið eigur at loysast og í hvussu stóran mun hugsa teir sum partur av einum ríkisfelagsskapi ella sum partur av einum størri felagsskapi sum er ES? Eru danir teir røttu til at draga uppí hetta málið
løgið at hava ein landsstýrismann burturav til oljumál, nú ein komandi føroysk oljuvinna - um nøkur verður - liggur langt frammi í tíðini. Hinvegin halda vit, at oljuvinnan er kanska ein tann størsta [...] sínum. Ein saklig og ábyrgdarfull viðgerð í fjølmiðlunum má byggja á konstruktivan og fakliga undirbygdan kritikk. Vit fara at hava eitt vakið eygað við eins væl tí ríkisrættarliga politikkinum sum tí b [...] a andan, at so lítil flokkur sum sjálvstýrisflokkurin fær so stóra ávirkan og umboðan, fara vit - nú samgongan er skipað - kortini at vóna, at landsstýrið fer at reka ein politikk, ið er í tráð við fólksins
at Hoydal ella ein Eidesgaard sum løgmann. Tá hugsa vit um, hvussu svangir smáu flokkarnir eru, sjálvstýri og miðflokkur vilja nevniliga ganga við til ALT fyri at koma við í samgongu. Ein ?ørkenvandring [...] vallyftunum, fara at toga sambandið so langt á sjálvstýrisleið, sum tað nú einaferð letur seg gera. Ein kann siga, at seinast var tað Edmund, sum tvingaði hesar flokkar ikki at nema við sjálvstýrismál. Nú fara [...] í einum komandi landsstýri. Men tjóðveldisflokkurin hevur eisini skapt sær ein trupulleika, tí hann hevur nærum sett tað sum ultimativt krav, at aðrir flokkar skulu góðkenna hansara tjóðskaparstevnu. Soleiðis
er, um tað verður borgarliga linjan hjá SPÍG, sum fer at avgera, hvønn D fer at samstarva við ella linjan hjá HDÍN, sum ikki liggur so langt til høgru eins og SPÍG. MEN lati okkum sleppa tí borgarliga [...] Síðani er tað A,C og E. Hetta er ein samgongumøguleiki, sum hevur verið nevndur. Spurningurin er um hesin møguleiki fær undirtøku í flokkunum. Tað er torført at ímynda sær ein javnaðarflokk í samgongu við [...] eisini eftir valið, men alt veldst um úrslitið. Ein, sum vit hava nevnt áður er CDE. Hann hevur tó heldur ikki meiriluta í løtuni. Sambart veljarakanningini, sum Sosialurin hevur latið gera, so halda nærum
armark Føroya eitt mál, sum eitt føroyskt stýri og føroyskir samráðingarmenn eiga at taka sær av. Ein hjálpandi hond frá dønum er tó ikki at forakta. Ein annar spurningur, sum eisini hevur tilknýti til [...] greitt fer at geva eitt boð uppá eitt nýtt stýri, og at flokkarnir, sum halda seg kunna samstarva um ein realistiskan politikk, finna saman sum skjótast og skipa landsstýri. Tað er greitt, at nógv leikar á hjá [...] útnoðurgrannar. Aftrat hesum umrøddu málum eru nógv mál, sum ikki hava nakað beinleiðis við umheimin at gera. Tað eru mál, sum leika á her og sum vit sjálvi mugu loysa. Her er tað ikki minst spurningurin