koyrd í dokk, fólk søgd upp o.s.fr. Løgtingið kann illa annað enn at játta slíkum umbønum. Ein stovnur fær ein játtan, og tá árið er liðugt, skal stjórin standa til svars yvirfyri landstýrismanninum, ið [...] Eitt er altíð víst, og tað er, at ein fíggjarætlan ongantíð heldur uppá krónuna. Hon vil altíð verða eitt sindur yvir ellla eitt sindur undir. Í Danmark er vanligt, at ein samlað eftirjustering kemur fyri [...] at sammeta við, men ein fyritøka, ið skal justera sítt budgett radikalt nógvar ferðir um árið er ikki væl rikin, óansæð um hon framleiðir matvøru, selur innfluttar vørur ella er ein almennur stovnur. Løgtingið
fingu Elisabeth og Dan Petersen, Oyndarfjørður, ein son. Hann var 46 cm. og vigaði 2480 gr. 12. august fingu Marita Mortensen og Eliesar Hansen, Øravík, ein son. Hann var 57 cm. og vigaði 4800 gr. 12. august [...] Sólrun Gleðisheygg og Regin Joensen, Argir, ein son. Hann var 60 cm. og vigaði 4450 gr. 16. august fingu Karolina Jacobsen, Klaksvík og Áki Joensen, Miðvágur, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3600 gr. 16 [...] Andreasen, Tórshavn og Óli Olsen, Skála, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 3650 gr. 19. august fingu Katrin B. Poulsen, Klaksvík og Terji Nýggjagarð, Hvannasund, ein son. Hann var 47 cm. og vigaði 2140 gr
orð um morð: Dramaverkstaðið í Havn Ein breið vifta av ymsum sjónleikum. Nýtt lív varð blást í gomul ævintýr, sagnir og skjaldur, ein sera spennandi krimileikur, ein áhugaverdur søguligur leikur, leikur [...] sjálvi høvdu gjørt, og sum snúði seg um teirra egna veruleika, og ein leikur um menniskju í krígsstøðu. Fyri okkum vaksnu var hetta ein ógvuliga hendingaríkur og positivur dagur, at síggja øll hesi børnini [...] spældu og hjálptu til, og eisini ein stór tøkk til tykkum lærarar, sum skipaðu fyri. Vit vóna, at slíkar stevnur eggja fleiri lærarum kring landið til at brúka sjónleik sum ein part av undirvísingini. Tað er
hava vit ein alt ov stóran ójavna millum løgtingsumsitingina og miðfyristingina. Miðfyristingin er alt ov stór í vavi, meðan løgtingsumsitingin helst er eitt vet ov lítil. Ein kanning er ikki ein dómur. [...] um hvat skal henda við einum landstýrismanni. Vil løgtingið geva ein sokallaða ?nøs?, so mugu vit góðtaka tað. Vil Løgtingið koyra ein landstýrismann frá, ja so góðtaka vit eisini tað. Fólk mugu minnast [...] Nú fyriliggur ein kanning, ið kanska ikki er framúr góð, sambært onkrum løgfrøðingi, men Løgtingið hevur biðið um hana, og Løgtingið eigur at viðgera tað, sum fyriliggur. Føroyskir politikarar skulu ikki
tá roknaðir sum ein av teimum stóru bólkunum. So ein kann siga, at lítið skal til hóast alt. Og sjálvt um allir teir nýggju og ungu tónleika-bólkarnir ikki sleppa víðari, so er hetta ein háttur at vísa [...] tón-leikarliga og í fjølmiðlunum. Prixið er uttan iva ein avbjóðing, sum eggjar tónleikarunum heima á klettunum at halda fram við tí, teir gera. Ein motivering. Nakað at arbeiða fram ímóti. Umstøðurnar [...] dømi uppá, at hetta er ein møguleiki hjá ungum bólkum at fáa eitt pláss í sólini er, at í næstseinastu Prix Føroyar kapping spældi Flux seg til eitt pláss í finaluni. Flux var tá ein ókendur bólkur, og hetta
Óli P. er ein fasistur. Óli P. er sjálvur fanin. Óli P. er ein maktsjúkur maður. Óli P. heilavaskar øll á Sosialinum, eingin á Sosialinum klárar at hugsa ein tanka, uttan at Óli P. hevur hugsað hann fyri [...] , og tað var ikki smávegis. Tað er í sær sjálvum ikki so løgið, hann er ein almennur persónur, og Óli P. skal eitast at vera ein politiskur speiteknari, so sjálvandi teknar hann Høgna, men hví við so óndum [...] hjarta enn at siga, at Høgni Hoydal er ein maktsjúkur maður sum heilavaskar øll, ella at Høgni Hoydal er fanin. Hetta er slett ikki stuttligt, hetta er einki minni enn ein roynd at fremja karaktermorð, at
hava stórskjúttarnir, Áki Mørk og Morgan Knezevic, ein góðan dag, burdu Neistamenn fingið fulla úrtøku úr dystinum í kvøld. Tjaldursmenn hava bert leikt ein dyst í endaspælinum. Teir taptu ímóti KÍF, og tískil [...] kravið ein sigur á kollfirðingum í kvøld. KÍF liggur í løtuni í miðjuni í 1.deild, og skal liðið fáa samband við fremstu liðini, so skulu kollfirðingar vinna dystin í kvøld. Hóast tað kann tykjast ein trupul [...] hevur KÍF víst í ár, at liðið kann arga oddaliðini. Eins og í hinum dystunum, mugu kollfirðingar lýta á jugoslavarnar, Damir Oros og Mirko Milenkvic, gera ein vørr í kvøld.
verið frammi við ynski um, at Føroya Tele verður deilt í tveir partar ? ein part, ið umsitur kervi, og ein part, ið verður rikin eins og allar aðrar fyritøkur á marknaðinum. Tað almenna skal eiga kervispartin [...] og hetta hava vit eisini fyri ein stóran part sæð í Føroyum. Munurin er bert tann í Føroyum í mun til aðrastaðni, at frælsisgerðingin sett ígongd, meðan tað ikki er sett ein privatisering ella einskiljing [...] var. Hann lýsti, at Føroya Tele framvegis var eitt partafelag, ið tað almennaeigur. Hinvegin so er ein frælsisgerðing farin fram innan fjarskifti í Føroyum. Hetta sæst aftur í, at kapping nú er á økinum
15-20 árum. Ein slík meting liggur eisini til grund fyri samtyktini at gera ein undirsjóvartunnil undir Lorvíksfjørð. Ein nýggj ferja fer óivað at kosta helmingin ella meiri av tí sum ein undirsjóvartunnil [...] vísir Vágatunnilin okkum, at íløgan í ein tunnilin er samfelagsliga bíligari í longdini. Kostnaðurin við øllum er mettur til umleið 200 mió.kr. Tað er kanska meiri enn ein nýggj ferja og ábøtur á ferjulegu [...] Føroyar gjørdust størri hósdagin, tá tað varð landfast millum Streymoynna og Vágar. Vágar eru nú ein partur av meginøkinum saman við Eysturoy og Streymoy. Gongur sum ætlan, verða Borðoy og Viðoy partur
matin. Sum troyst fekk eg ein kopp av kaffi og ein konjakk afturvið. Aftur hesaferð sló eg meg til tols við, at hetta mátti vera eindømi. Men tríggjar mánaðar seinni upplivdi ein, eg át saman við, júst tað [...] Matstovan Marco Polo í Sverrisgøtu í Havn er ein av teimum frægu í landinum. Umhvørvið er stak hugnaligt og maturin smakkar frágera væl. Eitt annar fyrimunur við hesi matstovu er tann fjølbroytta matarskráin [...] hugnaliga umhvørvið við ljósi frá gomlum gøtulampum undir loftinum og gøtuskeltum á bróstinum er avgjørt ein fyrimunur við hesi matstovu. Mugu betra tænastuna Men Marco Polo hevur eisini síni lýti. Tænastan er