tvær høvuðsdeildir, onnur í Høllini, har 7 konsertir fara fram á stórapalli og hin í “matarsalinum”, har møguleiki verður at ganga aftur og fram, ella trekkja seg aftur til hugnaligt prát í kafé-økinum [...] og uppbyggjandi boðskap, ella bert okkurt av hesum, ja, so er Kristfest júst nakað fyri teg og dámar tær at spara og gera ein góðan handil, ja so er at bíleggja sær festivalpass áðrenn 12. apríl á midnátt [...] við hurðina er prísur kr. 650,-. Sí prísir og annað á kristfest.fo Umframt festivalpass fyri dagin, so er eisini møguleiki fyri at gista, annaðhvørt í kampingvogni, í kømrum í leguhúsinum ella á avtalaðum
heilsa upp á hvønn annan í ferðsluni, nú kundu møtast, hugna sær saman og tosa um felags áhugamál, meðan bilarnir vórðu sýndir fram. Tiltakið leyardagin eydnaðist sera væl. Við í festivalinum vóru 39 bilar [...] at hann hevði ikki roknað við so stórari undirtøku. Eitt stað millum 80 og 90 fólk komu at vitja festivalin. MC-felagið kom eisini ein túr framvið, har teir vístu fram sínar motorsúkklur. Countrybólkurin [...] øllum ljósum. Hetta er heldur ikki roynt í Føroyum fyrr. Leif Eliasen sigur, at av tí at undirtøkan var so góð hesuferð, verður allarhelst skipað fyri einum Trucker-festivali aftur komandi ár, og verður tað
sleppa úr Grønlandi, skal menningin halda fram. Vit hoyra ofta, at tá okkara ungdómslið møta donskum liðum, eru tey á sama stigi, men so heldur menningin ikki fram á sama hátt, sigur Kurt Lauritsen, liðleiðari [...] samstarvsavtalan kann leggja menningina í eina fasta legu, so vit eisini kunnu hava eina ætlan fyri hvønn einstakan av spælarunum. Óvist er, um føroyska hondbóltssambandið hevði gjørt eina líknandi avtalu [...] danska felagið 550.000 krónur fyri at taka sær væl av ungum grønlendingum, ið duga at spæla hondbólt, so teir skulu gerast uppaftur dugnaligari. Grønlendska handilsketan undir KNI, Pilersuisoq/Pisiffik, ið
OLJA Tað var í apríl, at fíggjarmálaráðharrin Gordon Brown legði nýggja fíggjarætlan fram og í henni hevur hann so eisini innroknað eina skattahækking uppá 10% av yvirskotinum hjá oljufeløgunum, sum arbeiða [...] annars hevur nógv at siga fyri Bretland, at tað verða funnar nýggjar oljugoymslur, nú Bretland um ikki so nógv ár verður innflytari av olju til sín egna heimamarknað. Eisini verður víst á, at tey 50.000 [...] hevur roknað út, at meirskatturin fer at kosta oljufeløgunum 80 milliardir krónur í nýggjum skatti fram til ár 2010. Víst verður á, at avleiðingin av hesum kann gerast, at oljufeløgini fara at útseta ella
lógaruppskotum: Løgtingslóg um flaggið. Løgtingslóg um fólkanøvn. Løgtingslóg um kommunusamanlegging. Nýggj styrisskipan. Løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum. Løgtingslóg um eftirgeving av ella gjaldsskipan [...] aðurin í sjálvstýrismálum leggja fram uppskot um loysingini her og nú, so sum hann tykist at ætla. Møguleikin er nú fyri broytingum, um vit vilja arbeiða okkum fram til ta breiðu semjuna, sum liggur og [...] túrin kl. 6 mánamorgun, so mást tú bíða heilar 25 tímar, áðrenn næsti túrur er. Henda farleið hevur færri túrar um vikuna enn aðrar hava um samdøgrið. Tí hevði tað verið gott at vita, um landsstýrið hevur nakrar
binda seg til so stóra íløgu, staðfestir Rúni Heinesen, og hann heldur fram: - FSF vil fegið hjálpa til so mikið, sum tað ber til. Um vit rokna út frá virðinum á sveisiska gjaldoyranum í dag, so er stuðulin [...] Síðani eru vit klárir at vegleiða og hjálpa møguligum áhugaðum so nógv, sum tað ber okkum til. Møgulig uppskot um ætlan fara vit so at meta um, og so verður tað upp til FSF at gera av, hvat uppskot verður tað [...] sovornum slagi, at talan so at siga verður um eyka stóra ítróttarhøll. Royndirnar siga, at tað ber til at fáa kostnaðin niður á einar 20-30 milliónir, og tá verður beinanvegin talan um heilt annað fíggjarligt
sum fólk lurta eftir, hyggja at og lesa um, hvat ítrótti viðvíkur. Her er áhugin ongan tíð so stórur, sum tá talan er um Oyggjaleikir. Onnur síggja eisini Um føroysku luttøkuna á Oyggjaleikunum sigur [...] vera, tá vit spyrja hann um, hvat Oyggjaleikirnir hava at siga fyri menningina av føroyskum ítrótti. - Eg vil siga tað soleiðis, at verður tosað um føroyskum ítrótti sum heild, so er hetta tann størsta [...] flestu ítróttafólkini síggja fram til at uppliva á øðrum hvørjum ári. - Samanum tikið er talan um nógv tað størstu ítróttarhendingina fyri Føroyar. Tað eri eg ikki í iva um, sigur Heðin Mortensen. - Hetta
próvtøku, tá tey vórðu her um oyggjarnar. Men sum sagt, so hava hesir skrivað søgu, tí teir sum teir fyrstu hava verið uppi bæði skrivliga og munnliga, og alt er farið fram í Vágs skúla. Teir byrjaðu munnligu [...] lærarin var Daniel í Ungarði ) frá 1890 til 1910, men próvtøkan fór fram í Havnini. Eitt undantak var tó, tað var í 1901, at próvtøkan fór fram á Tvørafjørði, hon varð hildin umborð á danska sjóverjuskipinum [...] kvøldskúla hevur verið undirvíst uml. 140 næmingum í ymiskum lærugreinun, alt frá 1.hjálp til spanskt, og so ikki at gloyma undirvísingina í føroyskum fyri útlendingar. Hesa undirvísing hava vit havt í kvøldskúlanum
litføgrum, og snotiliga sniðgivnum pakkum og tað brúka tey at føra seg fram við, akkurát, sum tey brúka eina serliga telefon at føra seg fram við. Tey vísa eisini á, at bæði í Fraklandi, Noregi, Avstralia, og [...] tað hevur havt sína ávirkan, tí talið á roykjarum er fallið, so at tað nú eru yvir 100.000 færri roykjarar í Avstralia. Kortini er óvist um tað bara er hetta tiltakið, sum hevur fingið fólk at gevast at [...] illa. Sigarettir, sum eru gjørdar og pakkaðar, kunnu seljast í eina tíð afturat, ella fram til í apríl næsta ár, so teir litføgru pakkarnir verða at síggja á hyllunum í eina tíð afturat.
stigatali. Saman við KR hava ÍA og Keflavík seks stig, Fram og Fylkir hava trý stig, og ÍBV, Grindavík og Þróttur, sum altso í gjárkvøldið var á vitjan hjá Fram, høvdu undan gjárkvøldinum einki stig fingið. Áðrenn [...] hóskvøldið. Tá vórðu fýra dystir spældir. Síðsta uppgerðin skuldi verða spæld í gjárkvøldið, tá ið Fram sambært skránni skuldi hava vijtan av Þrótti. Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir hjá honum í KR vóru [...] KR misnýtti brotsspark. Heimasíðan hjá KR veit at siga, at KR avrikið var vánaligt. Tað minti mest um tað í fyrsta umfarinum, tá ið teir vunnu, men vórðu sagdir at hava sýnt lítið sannførandi avrik. Rógvi