Søgulig próvtøka í Suðuroynni

Mánakvøldið 18.04. vóru prógvini í dugnaskapssroynd handaði í Vágs Kvøldskúla. Tað vóru áleið 31 mans og 1 kvinna, sum byrjaðu hesa undirvísing 19.10.2010.

Onkrir næmingar eru burturstaddir, teir eru til sjós, og kunnu fáa prógvið seinni. Torgir Strøm hevr verið lærari.


Søguligt

- Undirvíst hevur verið í hesi lærugrein/vinnugrein í Suðuroy áður, men próvtøka hevur ikki verið framd her suðuri. Tað var skiparaskúli í Porkeri ( lærarin var Daniel í Ungarði ) frá 1890 til 1910, men próvtøkan fór fram í Havnini. Eitt undantak var tó, tað var í 1901, at próvtøkan fór fram á Tvørafjørði, hon varð hildin umborð á danska sjóverjuskipinum Beskytteren, óivað tí har vóru vællærdir menn umborð, mær er fortalt, at teir vanliga brúktu tey donsku orlogsskipini til próvtøku, tá tey vórðu her um oyggjarnar. Men sum sagt, so hava hesir skrivað søgu, tí teir sum teir fyrstu hava verið uppi bæði skrivliga og munnliga, og alt er farið fram í Vágs skúla. Teir byrjaðu munnligu próvtøkuna sama dag sum Vágs skúli mintist 60 ára føðingardagin í nýggja skúlanum, sigur Sølvi Andreasen, kvøldskúlaleiðari.


Føroyskt fyri útlendingar

- Í Vágs kvøldskúla hevur verið undirvíst uml. 140 næmingum í ymiskum lærugreinun, alt frá 1.hjálp til spanskt, og so ikki at gloyma undirvísingina í føroyskum fyri útlendingar. Hesa undirvísing hava vit havt í kvøldskúlanum alt síðani theilendingarnir fluttu til Lopra at arbeiða í fiski fyri brátt mongum árum síðani, sigur Sølvi Andreasen.

Lærugreinar sum undirvíst hevur verið í:

Svimjing fyri brekað, veving, bátasmíð, telda , føroyskt fyri útlendingar, ítriv, undirvísing í orðblindni/lesiveik.



Hesi tóku prógv í dugnaskapi;

Tórhallur Áslaksson, Thomas Christensen, Eyðun Gudmundsen, Jón Guttesen, Finnleif Fossdal Guttesen, Allan Jacobsen, Sverri Jensen, Bjarni Joensen, Conrad Gaard Joensen, Jákup Petur Joensen, Magnus Ermund Joensen, Sigmundur Mikkelsen, Finnbogi Mortensen, Johan Sofus Múller, Jóanes Norðberg, Andreas Olsen, Pauli Poulsen, Rógvi Thomsen.

Hesi eru ikki á myndini; Ingibjørg Vestergaard, Søren Lúnell Brun, Óli Holm, Palli Mortensen.