norðuri í Botnisku víkini. Hagar fara børnini úr 8. a í Skúlanum við Ósánna at vitja í januar komandi ár. Tá eru jólamenninir vónandi komnir aftur so 8. flokkur fer óivað bert at hoyra snorkini frá teimum [...] umframt sølumarknaður við alskyns lutum. Teknikapping verður, har børn kunnu tekna jólamyndir til kl. 12, og tríggjar tær bestu tekningarnar fáa vinning. Djóragarður verður eisini, har øll møgulig kelidjór
tbólti fyri yngri lið. Tilsamans eru 83 lið við í kappingini í ár, og tað er tað sama sum umleið 650 spælarar, heilt frá gentur 10-12 ár upp til dreingjadeildina. Liðini koma úr øllum landinum, heilt úr [...] finalubólki og øllum. Restin av leygardegnum verður brúkt til innleiðandi kappingarnar hjá gentum 10-12 ár og hjá smágentum. Sunnudagin spæla piltar, smádreingir og smápiltar so innleiðandi kappingarnar, og [...] og eftir tað verða finalubólkarnir hjá øllum uttan dreingjunum so spældir ? smápiltar, gentur 10-12 ár, smágentur, piltar og smádreingir. Spælt verður við stórum málum ? teimum sonevndu smápiltamálunum
fara at vísa blíðskap við góðgæti til bæði smá og stór. Fuglafjarðar Heimavirkisfelag skipar aftur í ár fyri jólasølu. Hetta er fjórða árið, at tey skipa fyri hugna av hesum slag. hetta verður aðru ferð [...] opið aðrar tíðir, sum verða kunngjørdar við uppsløgum ymsastaðni í býnum. Næsta vikuskiftið 11. og 12. desember hava handlarnir í Fuglafirði langt vikuskifti. Opið verður fríggjadagin til klokkan 19 og
prædikar. KFUM & KFUK Várgleði (børn 4-10 ár) er í KFUK hvønn týsdag kl. 17-18.30. Opið hús er í KFUM hvørt fríggjakvøld. Børn undir 13 ár kl. 17-21. Ung yvir 13 ár inntil kl. 01. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma [...] 314827, fax 310557, er opin soleiðis: mánadag er stongt, týsdag kl. 10-12, mikudag kl. 10-12, hósdag kl. 14-18 og fríggjadag kl. 10-12. Tilhaldið hjá Javna er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaða, kl. 14.30-17 [...] mkoma Sunnudag kl. 11: Morgunmøti. Sunnudag kl. 12.15: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld
heild komu dómararnir væl frá dystinum, sum annars ikki var so trupul at halda skil á sum dómari. Í ár hevur Rúna Wardum verið álitið sum málskjútti, og hon bleiv eisini toppskorari hjá Neistanum hesaferð [...] Vestmanna, og hesa ferð kom hon ikki á málskjúttaralistan. Inga Danberg hevur eisini verið skadd í ár, og sunnudagin var hon heldur ikki heppin við sínum skotum. Hjá Kyndli bleiv Jórun Ludvig toppskjútti [...] kappingin er framvegis sera jøvn, og Kyndil hevur spælt ein dyst fleiri enn bæði VÍF og Neistin, sum hava 12 stig móti teimum 15 hjá Kyndli. Longu í annaðkvøld spæla Neistin og VÍF í Havn, og vinnarin av tí dystinum
ferð í dystinum, 13-12. Nú var Kyndil undir trýsti, og teirra spælandi venjari Jacob Jónsson, sum annars hevði verið lítið á vøllinum, kom nú inn. Tað hava vit eisini sæð fyrr í ár, og so kom Kyndil framum [...] annars sera keðiligum dysti í høllini á Hálsi sunnudagin. Hans á Lag er stutt síðani farin at venja í ár, men tað forðaði honum ikki í at taka tvey brotskast á rað og »psyka« tann triðja til at skjóta við [...] gekk javnt á restina av dystinum. Neistin át seg so líðandi inn á Kyndil aftur, og hálvleikurin endaði 12-10 til teir grønu. Í seinna hálvleiki var tað Neistin, sum fekk betru byrjanina, og í sætta minutti
serliga Hans Guðmundsson, sum gjørdi um seg og skeyt 12 mál. StÍF var einu løtuna í fyrra hálvleiki á odda 11-7, men so tók H71 dik á seg og kom framum 12-11 og fór til hálvleiks við 17 málum móti teimum 15 [...] í gongd í ár, men sigurin á H71 var kanska startskotið. Hoyvíkingar noyddust at bíta í súra grasið leygardagin. Teir kunnu iðra seg um, at hepnið ikki rættiliga hevur verið á teirra síðu í ár, og aftur
milliónir kr. í kassan. Í 1992/93 fall talið niður á 6.5 milliónir. Inniverandi ár er inntøkan av skatti 8.8 milliónir. Komandi ár rokna vit við 9.6 milliónum. Birgir Mohr upplýsir, at umleið helvtin av fí [...] meta sum eitt sera positivt tekin fyri kommununa. Annars er árliga avdráttar/rentugjaldið hjá kommuni 1.2 milliónir kr. Skuldin er tó framvegis stór. Langfreistað skuldin er 49 milliónir kr., men tað ber til [...] kostar 200.000 kr. Tørvur var á fleiri ansingarplássum, og tað eydnaðist okkum at fáa 10 pláss afturat í ár, annars høvdu vit 20 frammanundan. Leggja vit hesi tøl saman, finna vit skjótt fram til, at ikki nógvur
Dráttur, men sum Mjølnir hevur leikt higartil, so verður tað ikki í ár, at tær verða riknar av rókini. Tær hava snøgt sagt verið suverenar í ár og tað hóast tær mundu snávað í fyrra dystinum á Tvøroyri, men [...] einsamallar á odda í meistaradeildini. tær hava 16 stig fyri átta dystir, meðan TBa og Dráttur hava 12 stig. TB fyri átta dystir og Dráttur fyri níggju. Gott heimalið Tað er annars ikki bara sum at siga
at teir kunnu. Tá SÍ vann kappingina í fyrstu deild í fjør vóru teir betri mannaðir enn teir eru í ár. Annfinn Joensen, sum var einasti landsliðsspælari har vesturi frá, var ein hollur stuðul í fjør og [...] tað var mett at vera ein dyggur smeitur fyri vágaliðið, at hann fór til Danmarkar at arbeiða fyrr í ár. Nú eru tað ikki so nógvir á SÍ-liðnum, sum hava royndirnar og umframt Annfinn er tað bara næstan [...] mikið av ferð á dystin, at SÍ ikki longur megnaði at fylgja við og tí taptu teir. Settið endaði 15-12 til Mjølnir. Síðsta settið í dystinum var ein avgreiðsluspurningur. SÍ fall nærmast í fátt eftir smeitin