Handlarnir í Fuglafirði fyrireika seg til jóla

Jól á bygd hevur longu tíðliga í tíðini verið eitt tiltak, sum skapað hevur fjálgar kenslur hjá teim flestu kring um í oyggjum okkara; og soleiðis man eisini vera enn.

Í Fuglafirði er jólastákanin longu byrjað. Handlarnir eru á tremur við nýggjum vørum og sýnisgluggarnir eru pyntaðir og vísa tað seinasta nýggja á marknaðinum av bæði krási og stási. Farið innar og gerið kevttið.

Longu nú um vikuskiftið verður sølustevna í ítróttarhøllini á Kambsdali. hon letur upp nú fríggjadagin kl 17. GÍ skipar fyri hesi stevnu, har bæði teir lokalu handlarnir eins væl og avstaðshandlar og fyritøkur bjóða fram alskyns vørur. Sølustevnan hevur opið fríggjadagin frá 17 til 21 og leygar- og sunnudagin frá kl 14 til 22.

Fyri at rættiliga at lýsa, at jólini eru í hondum, verða jólatrøini í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum eisini kveikt leygardagin, 5. desember, ávikavist kl 17, 18 go 19. Fuglafjarðar Hornorkestur luttekur - sum ikki einaferð - við vælspældum jólaløgum, nøkur orð verða søgd, og vætrar í jólahýri fara at vísa blíðskap við góðgæti til bæði smá og stór.

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag skipar aftur í ár fyri jólasølu. Hetta er fjórða árið, at tey skipa fyri hugna av hesum slag. hetta verður aðru ferð, at tiltakið verður skipað í »Piddasa Handli«, har bæði heimavirkisfelagið og fornminnisfelagið halda til við teirra dagliga virki.

Latið verður upp leygardagin tann 5. desember klokkan 10 við sølu av spennandi heimagjhørdum lutum av alskins slag. Ein kaffimuður við køkum verður eisini at fáa. Millum kl 13 og 14 vitjar jólamaðurin við góðgæti til børnini. Annars hevur Fuglafjarðar Heimavirkisfelag opið í »Piddasa Handli« hvønn fríggjadag millum klokkan 15 og 18. Í desember verður eisini opið aðrar tíðir, sum verða kunngjørdar við uppsløgum ymsastaðni í býnum.

Næsta vikuskiftið 11. og 12. desember hava handlarnir í Fuglafirði langt vikuskifti. Opið verður fríggjadagin til klokkan 19 og leygardagin til klokkan 17. Í ymsu handlunum verður skipað fyri jólahugna av fjølbroyttum slag, soleiðis, at øll, sum vitja inn á gólvið - líkamikið um tað er til stórt ella smátt - fáa eina hugnaliga uppliving ókeypis.

Undan jólum fara handlarnir í Fuglafirði at hava eyka opið soleiðis:

Fríggjadagin 18 des til klokkan 20. Leygardagin 19. desember til klokkan 20. Sunnudagin 20. desember til klokkan 20. Frá klokkan 14 til klokkan 20 hava matvøruhandlarnir tó stongt. Mánadagin 21. desember til klokkan 20. Týsdagin 22. desember til klokkan 20. Mikudagin, lítlajólaaftan, 23. desember til klokkan 22. Jólaaftan verður stongt.