við seg koma. Og hóast bæði myndugleikar og ráðharrar í Danmark hava roynt at skrivað brøv, so rínir einki við dómaran á Réunion. -Eg var hjá dómaranum í vikuni saman við mínum advokati, og har fingu vit [...] skipari ikki fekk atgongd til brúnna. Ístaðin sótu teir á brúnni og drukku vín og brennivín. Tað er greitt, at tað er ein sera vónsvikin og eisini beiskur Sigmund Andreassen, sum í løtuni roynir at gera [...] hetta bert er liður í eini psykologiskari krígsførslu móti mær, og at endamálið er at fáa meg til kníggja og harvið játta meg sekan. Og tað er tað seinasta, sum Sigmund Andreassen ætlar sær at gera. Hann
1997 kom oljuframleiðslan hjá DUC uppá 11,4 mió. tons og sølan av natúrgassi uppá umleið 7 mió. kubikmetrar. Hetta er ein hækking uppá ávikavíst 10 og 22 prosent frá 1996. Framleiðslan hjá DUC í 1997 var [...] stórur áhugi er fyri at bora eftir olju. Inntøkurnar til landshúsarhaldið frá oljuvinnuni eru øgiligar og ringávirkaninar av vinnuni síggjast aftur í nógvum liðum. Hjá føroyingum, sum annars bara hava havt [...] goldið framleiðsluavgjaldið fyri 1997. Upphæddin, sum er tann størsta nakrantíð, var 1,1 mia. krónur og er roknað út eftir framleiðsluni, sum var í fjør. Afturat framleiðsluavgjaldinum fær danski staturin
Spania, Noreg og Jugoslavia, og føroyingar hava eisini roynt seg móti Danmark og Eysturríki, tá heimavøllurin var í Landskrona. Brasiliumaðurin á Svangaskarði Nú eru fýra lond eftir í kappingin, og føroyingar [...] 1991, og hann varð skiftur inn, tá tað restaðu 12 minuttir. Procinecki, Boban og Suker skoraðu allir hjá Jens Martini Knudsen. Teir, sum í 1991 taptu 7-0 í Beograd til omanfyri nevndu kroatar og eisini [...] sum bæði teir og øll fótbóltshugað í Fraklandi hava droymt um, síðani tað var greitt, at Frakland fór at vera vertur fyri HM kappingini í ár. Mótstøðumenninir koma úr Brasiliu, og vónirnar og krøvini til
Maria og Hans Martin Andreassen, Kvívík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4090 gr. 7. juli fingu Vivi Wang og Eli Jákupsson, Sandavági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3725 gr. 7. juli [...] juli fingu Elna og Johnny Nón, Runavík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3925 gr. 7. juli fingu Sigrun og Petur Eli Niclassen, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4020 gr. 8. juli fingu [...] Anna Maria R. Jensen og Hermod Gásadal, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3425 gr. 2. juli fingu Una Joensen og Magnus Magnussen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3850 gr. 3
lukta alt og øll av sniki, og har stinkar av ræstari grind og tráum spiki. Umframt til egið húsarhald verður tvøstið og spikið eisini brúkt sum býtisvøra. Kvinnurnar bera tað á høvdinum og ganga oftani [...] smílandi. Umframt at eta tvøstið og spikið turt, so verður tað eisini kókað og stokt. Trónda dámar tað einki, tí tað er sera soymutt og sokt. Tað er eisini sera sterkt kjøt, og tað hevur heldur ikki verið siður [...] hesum og steðgar tí, so verður hann neyvan at yvirliva í allar ævir, tí eins og alla aðrastaðni, er ringt at fáa tað unga fólkið at støðast. Flytir tað og eingin er at taka við gomlu veiðumentanini og eftir
tónleiki í Føroyum, og at menn kunnu arbeiða saman í sátt og semju, og ikki bara lúra eftir, nær tiltøkini hjá øðrum eru. Og leggja síni egnu tiltøk samstundis? Stockholm, í skergarðinum 7. juli 1998 Heri [...] Ólavur hevur tikið stig til ? og eftir røttum átti hann bara at viðgjørt Atlantsljóm í samrøðuni og slettis ikki blandað Summartónar uppí. Fyrst er at siga, at Ólavur Hátún og undirritaði hava altíð tosað [...] Summartónum, og eftirsum hann dugir sera væl at leggja til rættis og hevur gott samband við stuðlar ymsastaðni, var fíggingin skjótt í lagi. Men, ikki lesaranum at siga, so krevur eitt so mikið stórt og umfatandi
árligu meistaraskapssvimjingina, og føroyskir svimjarar vóru við. Tað gjørdist tó ikki til tey stórui føroysku úrslitini. ? Kappingin fór fram í einum 50 metra uttandurahyli, og tað skuldu føroysku svimjararnir [...] Sørensen nr. 9. Kristoffur Hentze nr. 8. 4x200 m frí: Kvinnur nr. 7. Tær sum svumu vóru Rannvá Jacobsen, Elin Mørkøre, Maiken Petersen og Katrin Sørensen. Finalupláss eftir innleiðandi svimjing leygardagin: [...] Mørkøre og Sheila Millum Garðarnar. Í finalunum sunnudagin gekk soleiðis: 400 m frí: Rannvá Jacobsen nr. 6 200 m bringa: Maiken Petersen nr. 6, Karina Eliasen nr. 8. 4x100 m frí: Kvinnurnar nr. 7. Á liðnum
felagnum, at tosast skal um úrslit og hjáárin av læknaligu viðgerðini, og at sjúklingurin sjálvur kann velja, grundað á sakliga upplýsing um árin og hjáárin bæði uppá stutt- og serliga uppá longri sikt. Tey [...] , tíðindi og granskingarúrslit innan bæði ta læknaligu og alternativu krabbameinsviðgerðini, og mangt annað viðkomandi tilfar. Telefonlinja er opin hvønn dag so tosast kann bæði við nevnd og sjálvbodnar [...] ógvuliga glaðir fyri stuðul frá bæði avvarðandi, læknum og alternativum viðgerðarum. Í dag eru 2.600 limir. Felagið er sjálvstøðugt og óheft bæði av læknum og alternativum viðgerðarum. Høvuðsendamálið er at taka
sigur, at hann hitti Poul Schlüther í oktober í fjør, og spurdi hann, um hann var áhugaður at koma til Føroyar í sambandið við hátíðarhaldið, og tað játtaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin, sum í [...] tiltøkunum er fyrilesturin hjá Poul Schlüther, sum verður í Tekniska skúla í Klaksvík fríggjadagin 7. august kl. 16. Møguleiki verður eisini at seta fyrispurningar aftaná fyrilesturin, men bert, um evnið [...] at siga frá ES við atliti til føroysk viðurskifti, av tí at hann hevur verið ráðharri fyri Føroyar og tí átti at vita meir um hetta, enn aðrir, sigur Jógvan við Keldu. Hann legði tað fyri býráðið, ið samtykti
fríggjadagin 7. august, og feløgini, sum hava boðað frá luttøku, eru býtt í tveir bólkar. Í bólki 1 eru fimm lið, og tey eru B36a, B68b, EB, HBa og KÍb. Í bólki 2 eru fýra lið, og tey eru B71 B68a, KÍa og HBb.