meira enn bara tilvildarliga brúkt orð. Tað liggur nakað nógv djúpri, nakað ódemokratiskt og nakað óhugaligt í tí atburði, sum Mimi Jacobsen vísir føroyingum sum heild. Leggið til merkis, at hon tosar ikki [...] ta gjógv, sum eitt nú bankamálið er orsøkin til, enn djúpri. Vit skilja væl torføru støðuna hjá Nyrup-stjórnini, men hon eigur at vera varin ikki at stuðla seg ov nógv til ein CD-leiðara, sum tykist hava [...] føroyingar sum einki annað enn páskot fyri at kunna seta kílar í hjá Nyrup og hansara stuðulsflokkum. HVØR heldur, at CD, sum jú fór úr javnaðarstjórini fyri valið, so fegið sær, at flokkar sum SF og Ei
vinnugreinum. UTTANLANDSSKULDIN liggur sum ein tíðarstillað bumba. Talið av pensiónistum veksur í mun til tey arbeiðsføru, men pensiónin er alt ov lág til eitt sømiligt lív. Fólk, sum eru dottin úr ALS, og bara [...] bara fáa forsorgarhjálp, hava ikki ein livandi tjans at klára seg. Hetta eru mál og trupulleikar, sum eingin tekur upp á tunguna. Tað sama kann sigast um tann yvirordnaða búskaparpolitikkin. FYRSTA fjórðingin [...] fr. EINGIN flokkur tekur t.d. vinnuna upp á tunguna, hóast tað kann staðfestast, at framvegis fer ein stórur partur av okkara tilfeingi óvirkaður av landinum. Hesin útflutningur kemur onkrum til góða,
einki hjálpir. Ein ítøkiligt loysn at bæst hesum óskili hevði verið at gjørt nakrar vegforðingar - vegbungur - sum heilt víst høvdu minkað um ferðina. Har Áarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest [...] lýggju summarkvøldini. Tann, ið spákar sær ein túr í býnum í Havn eitt tílíkt vakurt og ljóst summarkvøld øtast um nógvu - og ofta sera vandamiklu ferðsluna, sum beinleiðis verður ávirkað av góða veðrinum: [...] ferðsluni. Hetta - serliga eftir at onkur álvarslig ferðsluvanlukka hevur skakað samfelagið alt. Tá ein tíð er umliðin, so er sama skilið aftur. Í hesum sambandi kundu vit hugsað okkum at mælt býarmyndugleikunum
undir nøkrum umstøðum, at ein ávísur yrkisbólkur fær skattalætta. So greið eru boðini í eini yvirlýsing frá 16 fakfeløgum eftir ein stóran felagsfund sunnudagin. Feløgini, sum umboða eini 14.000 fólk, siga [...] borgarum. Allir skattaborgarar koma at betala fyri hendan skattalættan. Hetta meðan heilsuverkið liggur í skeljasori og vit ikki hava ráð at geva okkara sjúku og veiku mannsømilig kor. Vit eru av teirri
Ættin er av Strondum, har langabbin í ein mansaldur átti skip, sum hann sjálvur førdi og varð kendur millum manna. Nevndur er hann í Siglingarsøguni sum ein teirra, sum man hava ført størst samlaðu veiðu [...] farin út í støðna við abbanum hendan dagin. Teir riggaðu sær eina lítla tráðu til, og Pól fekk ein summarseið, sum hann ógvuliga errin kom berandi heim eftir vegnum við. Hann skuldi heim at vísa mammuni. Hvør
kunnu nú søkja um stipendium úr nýstovnaðum norðurlendskum grunni, sum stýrið fyri Hässelby slott umsitur. Hässelby slott, ið liggur skamt uttan fyri miðbýin í Stockhólmi, hevur seinastu 30 árini verið [...] viðurskiftum og eini greining av teimum. Styrknjótarin skal hava tilknýti til ein norðurlendskan høvuðsstað, og tilfarið, sum hann fær til vega, skal kunna almannakunngerast. Í 1998 verður soleiðis høvi
besta skattaparadís í Føroyum. Hinvegin verður tú ongastaðni píndur so illa í skatti, sum í Elduvík. Ein yvirlit, sum Toll og Skattstovan hevur gjørt yvir kommunuskattin í øllum teimum 49 kommununum í Føroyum [...] munur á, hvussu nógv tey betala í skatti í teimum ymsu kommununum. Á einum greiðum fyrstaplássið liggur Gjógv. Gjáarfólk betala ikki meiri enn 16% í kommunuskatti og tað er tað lægsta, tað kann verða.
gamla húsið liggur betri fyri og at tað fer at verða lættari at savna limirnar í tí húsinum, heldur enn uppi í Stoffalág, sum er meiri avsíðis. Fundur um pensjónina Eitt annað stórmál, sum var fyri á [...] var at stovna pensjónsgrunn, sum limirnir skulu hava afturat fólakpensjónini Nevndin í Havnar Handverkarafelag hevur arbeitt rættiliga hart fyri at limirnir skulu fáa ein pensjónsgrunn, so teir ikki bara
dýpinum. Tú flýgur uppi yvir einum stríputum Zebrafylgi, sum liggur á biti á teim heitu, afrikansku slættunum. ? og vit kundu hildið fram? Ein mynd kann siga meir enn túsund orð, og í Stóru smábarna- og
ikki liggur fyri. Men í báðum førum ber tað í sær, at børnini og næmingarnir í miðnámsskúlanum skulu tvørtur um høvuðsvegin í Vági fyri at sleppa upp í bussin. Tað førir mangan við sær, at har er ein sannur [...] Vágs Kommuna fer nú at gera tað tryggari hjá skúlabørnum í Vági at koyra við bussunum. Sum er steðga bussarnir til báðar skúlarnar, báði kommunuskúlan og miðnámskúlan, á parkeringsplássinum niðanfyri [...] tvørturum vegin fyri at sleppa upp í skúlan. Ætlanin skal nú góðkennast í landsstýrinum, tí tað eigur ein part av stykkinum. Verður ætlanin góðkent, verður verður farið undir arbeiðið komandi ár. Alt bussplássið