Símun fór avstað í august mánaði í 2001, og kom aftur knapt ár seinni í juli í 2002. Hann búði hjá eini familju við tveimum systkjum, sum vóru ávíkavist eitt ár eldri og tvey ár yngri enn Símun. Hann
prosjektið hevur umsett fyri fleiri milliónir krónur og skapt nógv arbeiðspláss. Í veruleikanum vóru vit ikki fyrireikað uppá so stóran áhuga frá almenninginum, men vit eru avbera glað fyri, at tað hevur gingið [...] liðug. Hetta er annað árið, at sjónvarpsstøðin DR skipar fyri eini slíkari kapping, og hyggjaratalið hevur verið sera stórt í ár. Vit fingu orðið á Morten Carlsson eftir kappingina, og hann upplýsti, at í [...] tað ógvuliga torført at fáa fótin innum hjá teimum stóru plátufeløgunum, um tú ikki frammanundan hevur okkurt samband við feløgini. Hann heldur, at styrkin við kappingini er, at hyggjararnir avgera alt
Spurdur um, hvønn týdning ítróttin hevur fyri Sjóvar kommunu, svarar Eivind, at hon hevur stóran týdning. Hann vísur á, at flest øll varða av STÍF, og at felagið hevur nógv at siga fyri trivnaðin í kommununi [...] kommununi. ? Fyri tey ungu hevur tað nógv at siga at tað gongur væl hjá teimum eldru, tí tað eftir mínum tykki økir um áhugan hjá teimum ungu, fortelur Eivind Jacobsen. Tað hevur gingið væl hjá teimum eldru [...] at tippa um úrslitið leygardagin, er Eivind Jacobsen eitt sindur í iva. ? Spælið hjá okkara monnum hevur verið nakað svingandi í ár, og tí er næstan ómøgulig at siga nakað um úrslitið. Spæla okkara menn
kvotum, sum verða rindaðar við fiski undan Føroyum, men av kvotum, ið flotin sjálvur gjøgnum árini hevur útvegað sær søgulig rættindi til. Bjarni Petersen helt, at nú rækjuflotin stendur til at fara fyri [...] havt fundir við umboð fyri rækjuvinnuna og grannskoðarar hjá reiðaríunum. Tøl eru sett upp, og tosað hevur verið aftur og fram um, hvørjir møguleikar eru. Jacob heldur tó ikki, at ein FAS-líknandi skipan kann [...] eingin ítøkilig ætlan um at stuðla flotanum beinleiðis, sigur hann. Jacob vísir á, at løgtingið júst hevur heitt á landsstýrismannin um at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd at viðgera langfaraflotan og herundir
hornorkestrið ongantíð ljóðar so vakurt sum tá ein sálmur verður framførdur. Havnar Hornorkestur hevur nógvar ferðir fyrr spælt í Vesturkirkjuni til jólakonsertirnar har. Men hetta er fyrstu ferð, at orkestrið [...] ertin í Norðurlandahúsinum í februar, har heimsgitni trompetleikarin John Wallace var gestur. Nú hevur so Havnar Hornorkestur sett saman eina skrá av tónleiki til eina kirkjukonsert. Á skránni verður millum [...] kimed mildt (ella Stígum fast) og ein sera áhugaverd útseting av negro spirituals, sum Eric Ball hevur gjørt. Harafturat verða eisini onnur kend stykki á skránni. Konsertin verður í Vesturkirkjuni hóskvøldið
Seinasta vikuskiftið vildi amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, vera við, at Norðurkorea hevur eina ella tvær kjarnorkubumbur, og at landið verður ført fyri at gera einar seks ella átta bumbur [...] ki forsætisráðharrin, Kim Suk-soo, segði í gjár, at tað finnast eingi prógv fyri, at Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn. - Norðurkorea hevði longu í 1994 nóg mikið av plutonium til at gera eina ella tvær [...] halda amerikanarar seg hava rætt, eiga teir at leggja prógvini á borðið. Suðurkoreanska stjórnin hevur mælt Bush-stjórnini til at taka upp samráðingar við Norðurkorea fyri at fáa enda á spentu støðuni
um hetta er uppá sítt pláss, heldur tvørturímóti. Tí hevur verið ilt at skilja, hví fyrrverandi landstýriskvinnan hevur borið seg at, sum hon hevur gjørt, ikki minst eftir at løgmaður er byrjaður at kanna [...] fyri, tí eftir niðurstøðuna hjá løgmanni er eingin ivi um, at hon hevur handfarið málið skeivt, hóast hon, sum hon sjálv sigur, ikki hevur brotið nakra lóg. Øll gera feilir, men tað skal dirvi til at viðganga [...] Løgmaður hevur nú skorið ígjøgnum í málinum um landsantikvarin, og kann hetta endurreisa álitið á setanarpolitikkin hjá landinum. Fyrrverandi landstýriskvinnan í Mentamálum angrar einki og hevði einki
Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er fyrsta ferðin 13 ára gamli danin er í Føroyum. Barnastjørnan hevur eisini eina fløgu klára við 14 løgum. Sagt verður, at fløgan inniheldur øll møgulig tónleikasløg. [...] upptraðkaði bæði sum Michael Jackson og Elvis. Lagið, sum hann vann Grand Prixið við, Kickflipper, hevur selt umleið 90.000 fløgur við fyrstu fløguni við sama navni. Nú gevur unglingin næstu fløguna út.
Hóast framherjin, Súni Fríði Johannesen, fyri góðum hálvum øðrum mánaði síðan vendi aftur til B68, so liggur spæliloyvið framvegis í Gøtu. Samstarvið millum Súna Fríða og GÍ endaði brádliga, tí framhe
yvirav okkum og svarar spurningum. Hvussu hevur hesin danski fornfrøðingurin so upplivað at standa ovast á breddanum næstan uttan íhald? ?Lat meg siga, at tað hevur ikki verið stuttligt. Tá eg havi verið [...] sigur Steffen Stummann Hansen. ?Alt hetta stríðið hevur verið slítandi fyri allar partar, sigur Steffen. Tá vit spyrja hann, um hann allatíðina hevur verið líka vísur í at taka av tilboðnum, so hvørt sum [...] náttúruni í Gomlu Hoyvíkini. Hann byrjaði í starvinum mánadagin. Men føroyingar kenna hann longu. Hann hevur verið at kalla mest umtalaði maður í føroysku fjølmiðlunum seinastu mánaðirnar. Hann roynir heldur