átta lond við arktiska økið hava stovnað. -Kina hevur heft seg við, at tað stóra náttúrutilfeingið í arktiska økinum verður atkomiligt, og landið hevur stóran áhuga í tí, sum hendir í økinum, sigur formaðurin [...] vitjað tað almenna oljufelagið har. Kina er ikki tað einasta landið uttan fyri tað arktiska økið, sum hevur víst leiðini ans. Eitt nú hava Spania og Pólland fingið eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum, og sambært [...] Klepsvik. Danmark er eitt av londunum í Arktiska Ráðnum, og Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, hevur boðið hinum londunum á toppfund í Grønlandi í mai.
krav. So greiður er liðformaðurin hjá HB, Jákup á Borg. – Og tey trý stigini eru eisini tað, sum hevur fyrsta prioritet, staðfestir Jákup, sum sjálvandi vónar, at góða spælið eisini fylgir við. Til uppgávuna [...] leikbannaður sunnudagin. Tískil kemur tað væl við, at Rasmus Nolsøe er við at koma fyri seg. Hann hevur havt trupulleikar við lærkrikanum, og var ikki við í steypakappingardystinum í Fuglafirði. Men hóskvøldið [...] eisini partur av hópinum, sum tekur móti Skála í Gundadali sunnudagin. Pauli neyvan tøkur Á Skála hevur venjarin John Petersen fleiri trupulleikar. Endaligu loyvini hjá teimum báðu nýggju útlendsku leikarunum
Times skrivar hann, at hann hevur roynt at lurta eftir sínum ráðgevum og stuðlum, og at hann er komin til ta niðurstøðu, at hann skal ikki stilla upp. Bloomberg hevur fyrr funnist at teimum, sum kappast [...] kokaini rikin inn í fjøruna. Bretsku myndugleikarnir hava illgruna um, at eitt liberiskt farmaskip hevur mist rúsevnið fyri borð. Skipið sigldi fram við Cornwall-strondini, men sambært papirunum var tað [...] sigur seg ikki vita, hvaðan kokainið stavar, men sigur, at málið verður kannað. Eingin Bloomberg Tað hevur ljóðað allan vetur, at borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, fór at stilla upp til forsetavalið
vitjaði ymsar básar. Og hann kom í hesum sambandi eisini á gátt á básinum hjá Klaksvíkar kommunu. Hann hevur áður lýst Klaksvík sum heilsubý okkara, og fyri klaksvíkingar var tað tí sjálvsagt, at tey áttu at [...] Heilsan á breddan At Klaksvík er lýstur sum heilsubýur kemur ikki av ongum. Bæði í verki og við kunning hevur ein sett sær fyri at liva upp til hetta heitið. Eitt av hesum tiltøkum er ein stórur faldari, sum [...] hava eini 400 fólk runnið hvønn einasta leygardag eftir eini renniskrá sum ítróttarfelagið Treysti hevur skipað fyri. - Tit hava rættiliga sett heilsuna á breddan, og tí kunnu tit av røttum kalla tykkara
bilar stóðu parkeraðir í sjógvi og í Kallkyn fleyt sjógvur inn Ringt veður hevur verið um vikuskiftið, og serliga ringt hevur tað verið í gjár, í nátt og fyrrapartin í dag. Eitt djúpt lágtrýst er omanyvir [...] ættini í dag. Tá liggur vindurin inn á Havnina, og sjógvurin verður trýstur inn. Saman við at tað hevur verið sera nógv avfall í dag og at flóð er, gjørdist trýstið inn á Havnina einu løtuna somikið stórt [...] men søgdu seg onga ábyrgd hava á økinum, tí at tað eru húsini, ið liggja ov lágt. Men samstundis hevur kommunan fyri kortum, í samband við byggingina av sølutorginum í Vágsbotni, lækkað bryggjukantin nakað
Trucker Festilavurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak síðan 2003. Hóast stigtakarin til Trucker Festivalin er klaksvíkingur, hevur festivalurin higartil verið hildin í Runavík. Men í ár er verður [...] um festivalin. Nógvir eigarar og bilførarar av lastbilum hava luttikið á Trucker Festivalunum, og hevur hetta ført til eina ávísa kapping um at hava teir flottastu og mest væl hildnu bilarnar. Steyp verða [...] køvievni) í sama tíðarsekiði fall við 16 prosentum. Trucker Festivalurin er eitt frálíkt tiltak, ið hevur stóran sosialan týdning fyri tey sum dagliga starvast við stóru flutningstólunum kring alt landið
Tað er positivt, at meira nebbasild hevur verið at sæð á landgrunninum í ár enn nógv undanfarin ár. Hvørji eru so útlitini? - Nógv veldst um, hvussu gróðurin hevur sligið ígjøgnum í ár, og hvussu verður [...] Nú Magnus Heinason hevur gjørt seinnu yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í ár er lítið, sum bendir á, at støðan við toskinum er broytt nakað serligt í seinastuni Havrannsóknarskipið Magnus Heinason er [...] hesaferð, sum hon var um somu tíð í fjør. Talið av toski í veiðini er á leið hitt sama, men minking hevur verið í hýsuveiðini. Hann sigur, at fiskurin á landgrunninum sum heild er rímiliga væl í holdum, men
fólkini, og tey eru áramálssett. Løgtingið velur løgmann. Hesin hevur fyrst og fremst somu uppgávu, sum núverandi løgtingsformaður hevur. Tá mál av stórum týdningi eru fyri, kann Tingið leggja tey til [...] velja Løgtingið tilvildarliga millum allar myndugar borgarar í landinum. Til dømis 32 fólk. Talið hevur ikki nógv at siga. Hetta vildi millum annað tryggjað okkum lutfalsliga umboðan av kvinnum og øðrum [...] til fólkaatkvøðugreiðslu. Fólkið fer eisini á val at velja ein forseta. Hesin hevur seremoniellar uppgávur og er fremsta ímyndin av føroyingum mótvegis útheiminum. Onki av hesum er meint sum skemt.
hava brúkt munandi hvassari orðaval teir seinastu dagarnar, benda meiningakanningarnar á, at tað hevur ikki gjørt nakran mun, tí Barrack Obama er framvegis umleið seks prosentstig frammanfyrii. Tað hóvar [...] fleiri av teimum fremstu republikonsku politikarunum halda, at McCain er ikki nóg greiður. Eitt nú hevur hann havt fleiri uppskot um, hvussu fíggjarkreppan í USA skal loysast. Fyri einari viku síðani valdu [...] hann dugir ikki nóg væl at bera veljarunum boðskapin hjá republikanarunum. Aðrir siga, at McCain hevur fleiri góð uppskot, men at hann noyðist at velja nøkur burturúr og at sannføra veljararnar um tey
Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram á ting um at gera broytingar í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka. Hetta er tiltrongt, tí at føroyska rúsdrekkalógin er vinnuliga avmarkandi og dupultmoralsk [...] bryggjast og seljast sterkari enn 5,8%. Hví hetta markið nakrantíð er sett, er ilt at síggja. Lóggávan hevur loyvt sølu av víni og so rúsdrekka heilt upp í 60%, og tí er tað púra meiningsleyst at áseta eitt [...] ígjøgnum, so vil tað merkja nógv betri kappingarfortreytir hjá føroyskum fyritøkum. Føroya Bjór hevur til dømis í mong ár víst, at fyritøkan er væl før fyri at kappast við sínum vørum, men hon heur verið