Støðan á landgrunninum broytist lítið

Nú Magnus Heinason hevur gjørt seinnu yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í ár er lítið, sum bendir á, at støðan við toskinum er broytt nakað serligt, hóast náttúruviðurskiftini í havinum í løtuni eru við okkum

Yvirlitstroling

 

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason er júst liðugur við seinnu yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í ár, og í morgun liggur skipið á Toftum, har veiðan verður løgd upp.

Á hesum túrinum hava fiskifrøðingarnir, Jákup Reinert og Petur Steingrund, verið við í kanningunum saman við øðrum góðum fólki.

Jákup Reinert var umborð fyrra partin av túrinum, og Petur Steingrund var umborð seinastu dagarnar og var við til at enda túrin.

Høvuðsendamálið við yvirlitstrolingunum er at fáa til vega tilfar, sum í fyrsta lagi skal nýtast í stovnsmetingum av toski, hýsu og upsa. Veiðan verður skrásett í vekt, tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu fiskasløgum. Undir yvirlitstrolingunum verða eisini magakanningar gjørdar av toski, hýsu og upsa, umframt at onnur fiskasløg verða aldursgreinað.

Yvirlitstrolingarnar, sum nú eru lidnar, eru bara gjørdar á landgrunninum, og seinni verður Føroyabanki kannaður fyri seg.

Kanningarnar á landgrunninum fevna um 200 støðir, sum eru tær somu ár undan ári. Tóvað verður ein tíma á hvørji støð, og síðan verður gjørt upp, hvussu nógv er í tóvinum av toski, hýsu upsa og øðrum fiskasløgum.

 

Eingin bati

- Enn eru vit ikki lidnir at gera allar støðirnar upp, men tað er einki, sum bendir á, at nakar serligur bati er á veg við toskinum.

Jákup Reinert, leiðari á fiskideildini hjá Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at yngulkanningarnar eru fyrsta boðið upp á, hvat vit kunnu vænta okkum í framtíðini, og men umstøðurnar hjá fiskinum frameftir eru ikki minst avgerandi fyri, hvat vit kunnu vænta okkum.

- Hetta ræður bæði um føði á landgrunninum, og hvussu hart vit troyta fiskastovnarnar.

Hann vísir á, at yngulkanningarnar fyrr í ár vístu, at væl er gýtt av toskayngli, meðan verri er statt við hýsuni.

- Føðikanningar hava eisini víst, at nógv er til at plantu-og djóraæti, og sum nakað nýtt – um vit so kunnu siga – er nógv meira nebbasild staðfest á landgrunninum enn seinastu nógv árini, sigur Jákup Reinert.

Hetta merkir, sigur leiðarin á fiskideildini, at náttúruviðurskiftini síggja út til at vera við okkum í løtuni, men neyðugt er, at hesar umstøðurnar eru góðar meira enn tað eina árið, um tað skal síggjast aftur í veiðini, sum tíðin gongur.

 

Lítil broyting

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sigur, at 132 av teimum tilsamans 200 støðunum nú eru fyribils kannaðar, men enn er endaliga úrslitið ikki greitt, og enn er frágreiðingin um seinnu yvirlitstrolingarnar í ár ikki skrivað.

- Mangt er, sum bendir á, at støðan við toskinum er á leið hin sama í kanningunum hesaferð, sum hon var um somu tíð í fjør. Talið av toski í veiðini er á leið hitt sama, men minking hevur verið í hýsuveiðini.

Hann vísir á, at gýtingarstovnurin hjá hýsu hevur verið á eini leið seinnu árini.

- Gróðurkanningarnar hava ikki verið nakað serligar seinnu árini, men í ár eins og í 2004 hevur gróðurin verið væl yvir miðal. Vit halda, at so lítið er komið undan av hýsu, tí gróðurin á landgrunninum ikki hevur verið nakað serligur seinnu árini. Hinvegin eri eg ikki heilt greiður yvir, um gróðurin ávirkar hýsuna eins nógv og toskin.

Petur Steingrund sigur, at fiskurin á landgrunninum sum heild er rímiliga væl í holdum, men eitt sindur ymiskt er – alt eftir, hvar tú ert.

- Tað er positivt, at meira nebbasild hevur verið at sæð á landgrunninum í ár enn nógv undanfarin ár, leggur fiskifrøðingurin aftrat.

 

Ivasom útlit

Vit spurdu eisini fiskifrøðingin, hvussu hann heldur útlitini vera hjá toskinum á landgrunninum.

- Nógv veldst um, hvussu gróðurin hevur sligið ígjøgnum í ár, og hvussu verður við gróðrinum næsta ár. Eitt ár við góðum gróðri er ov lítið til at síggja stóran bata.

Petur Steingrund vísir á, at tað, sum er keðiligt við toskastovninum í løtuni, er, at hann er so lítil og minni enn nakrantíð áður.

- Vit meta, at eini 20.000 tons av toski eru á landgrunninum, og tað eru eini 10.000 tons minni enn í kreppuárinum fyrst í nítiárunum, tá stovnurin ongantíð var mettur at vera so lítil sum í løtuni.

Hann sigur, at uppi í talinum 20.000 tons er ikki bara sjálvur gýtingarstovnurin, men toskurin á landgrunninum sum heild, bæði tann gýtingarføri og ungi fiskurin.

- At toskastovnurin á landgrunninum er á so lágum støði, kemur at avmarka seg sjálvt – á tann hátt, at hóast náttúruviðurskiftini eru positiv, er avmarkað, hvussu stór veiðan kann gerast við verandi toskastovni.

Petur Steingrund sigur, at tað skal ein ávís nøgd av toski vera í havinum, fyri at hetta skal síggjast aftur í veiðini – sjálvt um náttúran er við okkum okkurt einstakt ár.

 

Nøgdin týdning

- Í løtuni er ikki nóg mikið bara við góðum náttúruviðurskiftum, tí tilgongdin er eisini tengd av, hvussu nógvur toskur er í sjónum, leggur hann aftrat.

Fiskifrøðingurin sker út í papp og sigur, at tað í fyrsta lagi eru tvey ting, sum skulu til fyri at fáa góða toskaveiði – góð náttúruviðurskifti og tað, at nógvur toskur eru í sjónum.