rumenaran, Constantin Reliu. Einki lík var av honum, men kortini varð hann lýstur deyður. Men, tað vísir seg kortini, at myndugleikarnir vóru ov skjótir við “avtrekkjaranum”. Og nú er kuril komin á hjá Constantin [...] Reliu, tí maðurin framvegis er á lívi og hevur tað gott. Kortini sýtir rætturin í Barlad í Rumenia fyri at staðfesta mannin livandi og ógilda deyðsváttanina, sum varð umbiðin av konu hansara, tá maður hennara [...] kann eg einki gera, tí eg eri skrásettur sum deyður, sjálvt um eg eri á lívi, sigur Constantin Reliu. Fyri 26 árum síðan fór hann til Turkalands at finna sær arbeiði. Tað eydnaðist ikki í fyrstu syfti, men
burtur, sigur Beinta Dahl-Olsen. Bleiv innløgd Eftir at hava gingið í fleiri mánaðir og kent seg illa fyri, valdi Beinta Dahl-Olsen at fara til læknan. - Eg skuldi ein túr til Danmakar saman við bindiklubbanum [...] halda mær uppi. Og tá bleiv tað veruliga ein trupulleiki fyri meg, sigur Beinta Dahl-Olsen. Hon minnist væl ta ferðina, hon fór til læknan fyri at finna útav, hvat henni feilti. - Tá eg kom inn í viðtaluhølið [...] at hava verið illa fyri í so langa tíð, var tað ein lætti at fáa staðfest, hvat tað var, mær bagdi. Eg havi so tikið heilivág líka síðani, sigur Beinta Dahl-Olsen, sum hevur lært seg at liva við sjúkuni
á vøllin, og tað kann møguliga geva pláss fyri mær, vónar Janus M. Joensen. Einaferð áður hevur Janus verið við til landsliðsvenjing í Føroyum. Hetta var fyri trimum árum síðani, men tá var hann so mikið [...] lærir til elektrikara hjá Leif Mohr, og í løtuni er hann á skúlabeinki. Vísa mínar dygdir Janus sigur seg verða sera ernan av úttøkuni. - Hetta er ein stórur heiður, og nú má eg so royna at vísa landsliðs [...] at hann fekk ein so mikið álvarsligan skaða undir venjingini á landsliðnum, at hann ikki var førur fyri at spæla næstu fimm mánaðirnar.
ákærd fyri at hava brotið grindalógina, tá tey ikki aktaðu boðum frá løgregluni. Tað var klokkan 17.05, at løgreglan handtók tey bæði, og var tað serliga Christophe Bondue, ið gjørdi nógv um seg. Rosie [...] at hon ætlaði sær at blanda seg uppí grindadrápið. Hald varð lagt á eitt GoPro myndatól, ið Bondue hevði fest um bringuna. Ákæruvaldið bað um loyvi at kanna myndatólið fyri tilfar, og gav dómarin loyvi [...] , aðrastaðni á sandinum, bað Bondue eisini um loyvi, men fekk hann eisini noktandi svar, og segði seg ikki kenna Sea Shepherd. Seinni sær løgreglumaðurin, at Kunneke, Bondue og ein triðja kvinna, standa
Skrivið svarið niður og komið so aftur!” Ístaðin fyri at kasta runu eftir hvørjum øðrum og sáa iva um familju- og eigaraviðurskifti, eiga miðlarnir at halda seg til teirra dagliga yrki, sum er at skapa tíðindi [...] hevur hann altíð gjørt tað, marknaðurin. Eins og aðrar marknaðarvørur verða tíðindi framleidd við sølu fyri eygað. Á handilshillum verða sjónligheitin og pakningurin avgerðandi. Tíðindadysturin flytur á forsíðuna [...] enn elektronisk tíðindi, bara av tekniskum ávum. Eftir journalistisku viðgerðina, sum er galdandi fyri allar miðlar, skulu tíðindi á bløðum skrivast, umbrótast, sniðgevast, prentast og síðani berast út
ásetur, at djór skulu takast - eisini fiskur - vegna sjúku, so skal hetta frítakast fyri verkfall. Hetta kemst av støðuni fyri tveimum árum síðani og eisini undir verkfallinum í ár, sigur Bjarni Djurholm. Lessið [...] innan alinvinnuna eru fleiri støður, eg síggi fyri mær. Sjúkan er eitt. Annað er, at prísurin er undir framleiðslukostnaðin, og tað drenar alibrúkini fyri eginpening. Ringasta støðan er, um alivinnan ikki [...] kanska ivasamt, um alivinnan megnar at seta smolt út komandi ár, sigur Bjarni Djurholm. Frítaka tøku fyri verkfall Bjarni Djurholm ásannar, at skal alivinnan yvirliva, so skulu munagóð stig takast og koppsetingin
Herborg Hansen úr Klaksvík. - Upprunaliga skuldi eg spæla sum næsti bólkur. Tá eg so var til ljóðroynd fyri løtu síðani, fekk eg boðini, at eg skuldi byrja, sigur hon. At vera fyrst á einum festivali at framføra [...] eftir Preacher. Teir spæla heilt ótrúliga góðan tónleik, sigur Herborg at enda, áðrenn hon skal gera seg klára at fara á pall á øðrum sinni - hesa ferð tó sum kórgenta.
ógini frá 2010 letur upp fyri, at feløg sjálvi kunnu bjóða seg fram at gera kanningar í føroysku undirgrundini eftir sonevnda open-door princippinum. DONG Energy bjóðaði seg fram, og fekk tá avtornaði [...] Landsstýrismaðurin í vinnumálum fegnast um endurkveikta áhuganum hjá DONG Energy fyri føroysku undirgrundini, ítøkiliga økinum í sonevnda "Gullhorninum" í ein landsynning úr Føroyum. DONG hevur verið við [...] Jarðfeingi aktivt at marknaðarføra føroyska landgrunnin í eini roynd at fáa onnur oljufeløg at bjóða seg fram, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hoyr samrøðu við Johan Dahl her:
Men meirilutin ræður. Og tá Maria Damanaki hevur meirilutan aftanfyri seg, so fær fiskivinnukommisserurin eisini undirtøku fyri at seta í verk tiltøk móti Føroyum, um ella tá málið kemur til atkvøðugreiðslu [...] enn at arbeiða aktivt fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, sigur Helle Thorning-Schmidt. Forsætisráðharrin sigur í samrøðu við Miðlahúsið, at hon vil gera alt fyri at fáa ES at sleppa hóttanunum
verða kallað fram fyri Gud, er tað hann, sum talar okkara søk. ? Uppgávan er at boða henda Jesus og at vera trúgvur í hesi tænastuni. Lisið úr Skriftini Hans Eiler gav lyfti um at halda seg til henda boðskapin [...] handfara sakramentini, at hava umsorgan fyri kirkjuliðinum og at virka samsvarandi Guds Orði og teimum kirkjuligu fyriskipanunum. Orð úr Skriftini vórðu eisini lisin fyri Hans Eileri. Prestarnir Niels Pauli [...] velur út, tað er Guds sigur, sum skal boðast. ? Ein kristin gudstænasta er at takka Gudi, sum valdi fyri okkum - hann, sum valdi hóast okkum. Tað skal boðastm at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni. Sannleikin