- Eru í trongum skóm

- Lítið skal til, at alt lessið koppar og vit eru í trongum skóm. Landsbúskaparliga er ILA-rakta alivinnan ein óheppin støða, metir Bjarni Djurholm, sum á landsstýrisfundi týsdagin hevur viðgjørt støðuna og uppskot er gjørt um at frítaka tøku av sjúkum fiski fyri verkfallsárin. - Tað kemur væntandi ein strukturbroyting innan alivinnuna. Støðan er ring og broyting og tillaging er neyðug, sigur Bjarni Djurholm

Bjørn Harlou, landsdjóralækni, førdi í blaðnum í gjar fram, at koppseting ímóti ILA-sjúkuni bert er eitt amboð, ikki endalig loysn, og at fleiri vansar eru. Onnur tiltøk skulu til, t.d. "alt út, alt inn" hugburðurin og at koppsetingin bert verður ein royndarætlan, tí onki koppingarevni finst. Eisini kann hetta føra við sær, at alarar á okkara leiðum, sum ikki koppseta, nýta møguleikan at sleppa sær av við okkum sum kappingarneyta.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, er samdur við landsdjóralæknan.
- Eg eri samdur í hansara sjónarmiðum. Fyrimunirnir uppvigast av vansunum, men vit eru komin so langt, at okkurt má gerast.Nú mugu vit taka stig, eisini ótradtitionell stig. Eg eri samdur við Harlou, men hvat er alternativið, spyr Bjarni Djurholm.
- - Tá ILA-sjúka er, so eru skipaðar mannagongdir. Norksa skipanin og skotska skipanin. Norska skipaniner meira stigvís og skotska meira radikal, har alt verður tikið. Vit hava hildið okkum til norskað háttin, men staðfestast kann, at handfaringin hevur so ikki steðgað ILA-sjúkuni, sigur Bjarni Djurholm.
- - Men støðan er álvarslig innan alivinnuna og tað er kanska ivasamt, um alivinnan megnar at seta smolt út komandi ár, sigur Bjarni Djurholm.

Frítaka tøku fyri verkfall
Bjarni Djurholm ásannar, at skal alivinnan yvirliva, so skulu munagóð stig takast og koppsetingin er bert eitt amboð og eitt stig á leiðini.
- Millum annað skal munagott koppingarevni finnast. Nú sær út til, at ES við vælvild fer at taka støðu til okkara umsókn um at koppseta, sigur Bjarni Djurholm, sum tó viðgongur, at tað, at vit hava útflutt sjálvdeyðan fisk til ES, ikki setur okkum í besta ljósið í hesum málinum.
- Á landsstýrisfundi týsdagin var eitt punkt á skránni lógarbroyting viðvíkjandi djórasjúkum.
- - Har var millum annað frammi, at tá landsdjóralæknin ásetur, at djór skulu takast - eisini fiskur - vegna sjúku, so skal hetta frítakast fyri verkfall. Hetta kemst av støðuni fyri tveimum árum síðani og eisini undir verkfallinum í ár, sigur Bjarni Djurholm.

Lessið koppar
Bjarni Djurholm ásannar, at innan alivinuna, og harvið landsbúskaparliga, er støðan álvarslig.
- Lítið skal til, at alt lessið koppar og vit eru í trongum skóm, sigur landsstýrismaðurin.
- Hvussu nógv aling er eftir í Føroyum komandi vár, tá koppseting kanska gerst veruleiki.
- - Tað er ilt at meta um og sum ein bankastjóri førdi fram, so er neyvasta vísindin bakklókskapur.Men innan alinvinnuna eru fleiri støður, eg síggi fyri mær. Sjúkan er eitt. Annað er, at prísurin er undir framleiðslukostnaðin, og tað drenar alibrúkini fyri eginpening. Ringasta støðan er, um alivinnan ikki megnar at seta út smolt komandi ár og tí er hetta ein støða millum lánveitarar og vinnu, sigur Bjarni Djurholm, sum staðfestir, at í landsins leiðslu verður peningaligur stuðul als ikki umrøddur.
- - Tað kemur væntandi ein strukturbroyting innan alivinnuna. Støðan er ring og broyting og tillaging er neyðug, sigur Bjarni Djurholm.
Landsdjórlæknin førur fram, at neyðugu stigini við t.d. at leggja brakk eru trupul at gera til veruleika, tí alibrúkini liggja sera tætt og fleiri eigarar eru, sum ikki altíð ganga í takt.
- - Vit hava ofta heitt á alarar um at samstarva, men tað hevur ikki gingið so væl, men vit koma frameftir at krevja, at ein árgangur er á hvørjum stað.
- - Alivinnan vaks við ferð uppá stutta tíð. Firðirnir eru smáir og fáir og umhvørvisárinini tí stór. Alt hetta býtur seg sjálvan í halan nú, metir Bjarni Djurholm um hættisligu støðuna í ILA raktu alivinnuni.
- Hóast stuðul til alivinnuna ikki kemur uppá tal, so verður tað tað almenna, sum kemur at gjalda kostnaðin av royndarætlanini við koppseting ímóti ILA-sjúkuni.Hetta snýr seg um einar 2 til 3 milliónir krónur árliga. Men alarar skulu sjálvir gjalda koppingarevni pr. smolt, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm.