Bíligir bústaðir og rætturin til at útbúgva og eftirútbúgva seg, fara at gera lívið hjá nógvum munandi betri og lættari. Hetta tekur tó tíð, og tað fara kortini at vera fólk, sum av ymsum orsøkum detta niðurímillum [...] fyri øllum, og øll hava ráð at búgva. Tað er ómøguligt hjá fólki at búgva í Føroyum, hava tey einki stað at vera. Tí metir John, at øll mugu og skulu hava møguleikan, at finna sær ein bíligan og góðan bústað [...] hond. Politiska skipanin má og skal vísa, at ein kann líta á hana. John metir, at tey, sum blíva vald nú, mugu vísa at tey ikki bara tosa og lova. Ein má handla. Ein má vísa og prógva, at ein megnar teirri
kakao og bollum í hugnaligu náttúruni við Kerjar. - Ikki tí, tá til stykkis kom, so rann eg 1,5 km teinin saman við soninum og nógvum øðrum vinfólkum, sum vit komu fram á so við og við. Prát og gott lag [...] samstundis fyri árligu Vetrarkappingini. - Økið við Kerjar er sera náttúruvakurt og passaliga fjøltáttað við undan- og mótbrekkum og longum sløttum teinum, sigur Elsa. Anna Simonsen sigur, at eftir at ein gestarøðari [...] sum er 10,5 kilometrar. Byrjan og endi er við Hotel Føroyar. Aftur til Annleyg: - Maðurin hevði hug til at renna 5 km teinin, sonurin tímdi væl tann heilt stutta teinin, og sjálv helt eg, at tað ljóðaði
hevur sent eitt flogfar til Portugáls við læknum, sjúkrasystrum, respiratorum og aðrari útgerð og heilivági, og Spania og Eysturríki hava eisini bjóðað sær at taka sjúklingar úr Portugál heim á sínar intensivu [...] við sær, at sjúkrahúsini og heilsustarvsfólkini, sum starvast her, eru rættiliga sperd. Ein lækni á einum sjúkrahúsi í Lissabon, Isabel Aldir, sigur, at tað eru fleiri og fleiri ung, sum doyggja við covid-19 [...] er nøkulunda tað sama, sum býr í Svøríki og umleið tvífalt so nógv, sum býr í Noregi. Tað er serliga eftir ársskiftið, at smittan hevur gjørt um seg í Portugál, og bara í januar doyðu 5576 fólk við koronu-smittu
taka á sjálvstýrisleið, og í samfelagnum annars, og eru vit fegin um, at Jens Heri hevur játtað at koma við okkum á ferðini, móti einum enn betri og fjølbroyttari samfelag, til gagn og gleði fyri okkum øll [...] øll. Jens Heri er 43 ára gamal, og býr í Hoyvík. Hann er giftur Jonnu, og hava tey trý børn, Hildu, Fríðunn og Jóhan. Jens Heri er útbúgvin skipsførari, og byrjaði hansara starvleið á sjónum, tá ið hann [...] at sigla, og siglir hann nú sum yvirstýrimaður hjá Knot. Jens Heri er íðin flogbóltsleikari, og er tað nokk har, hann er kendur av teimum flestu um landi. Hann er sera kappingarsinnaður, og sum suðringur
hvussu tey eita á føroyskum, og fyri summi gevur tað meining. Hóast børnini eru ung, so greiði eg teimum frá, hví tað er so umráðandi at tosa føroyskt og vera góð við og verja móðurmálið. Ávirkanin úr [...] - Eg rætti tey og biði tey tosa føroyskt. Tað hevur týdning at taka í hetta alla tíðina, tí eg síggi og havi sæð síðstu árini, hvussu illa tað kann ganga, um vit bara lata standa til og loyva børnunum [...] børnini duga enskt. Lesa foreldur nógv fyri børnum sínum, og tosa tey nógv við tey, hava tey gott føroyskt mál og ríkt orðfeingi fram um til dømis enskt, og so eru tey eisini meiri mótstøðufør móti enska teldumálinum
drúgvar royndir, og hann hevur á sínari yrkisleið sum spælari og venjari, havt tætt tilknýti til fleiri stórar tennisstjørnur. Eitt nú hevur hann verið venjari hjá donsku leikarunum Holger Rune og Claru Tausen [...] tennisleikarar í heiminum. Adam er uppvaksin í Randers og hevur verið spælari og venjari í tennisfelagnum í býnum í nógv ár. Hann hevur eisini verið spælari og venjari hjá úrvalsliðnum í Odense í fleiri ár. Adam [...] tilknýti til Team Danmark og hevur m.a. arbeitt fyri Danmarks Gymnastik Forbund og Dansk Motorsport Union. – Eg vil fegin vera við til at menna tennisítróttina í Føroyum sum heild, og hetta er ein góður møguleiki
kvinnur og fólk við lívmøðrum. Vit hava eina abortlóg, sum sendir fólk av landinum og sum beinleiðis ger mun á lágløntum og ríkum. Eina abortlóg, sum eggjar til, at ótryggar abortir vera framdar og sum ikki [...] Ótryggar, tí kvinnur og fólk við lívmøðrum mugu næstan játta seg sinnisjúkan fyri at fáa eina abort, og risikera at ikki sleppa at fáa børn í framtíðini. Ótryggar, tí bíðitíðin og samrøður taka so langa [...] langa tíð, at kvinnur og fólk við lívmøðrum, sum oftast noyðast til kirurgiska abort heldur enn medisinska. Ótryggar, tí vandi er fyri at kvinnur og fólk við lívmøðrum venda sær til vandamiklar mannagongdir
Jamen, eg og mamma hansara eru syskinabørn, svaraði eg. Hon kvakk við og klemmaði meg, kennur tú hann? Tað var í hennara verð eins gott um eg og Paul McCartney, so fantastiskur, dugnaligur og nógv virdur [...] tað, sum eg vil, tjeni nógv og havi bert damur rundamum meg, segði hann flennandi. Jógvan er komin á røttu hillina og stórtrívist í Íslandi. Hann var heima í summar við damu og verforeldrum, so lunnar eru [...] Klaksvík hevur seinnu árini arbeitt sum hárskeri í Reykjavík, og har gongur honum sera væl. Hann stórtrívist í íslendska høvuðsstaðnum, og kundarnir hjá honum eru eisini vælnøgdir. Jógvan lærdi til hárskera
seinna heimsbardaga og búsettist eftir kríggið í San Franscisco, har hann giftist við Sachiko. Jacob doyði í 1993. Thomasina (Masa) varð fødd í 1916. Hon flutti sum ung til Danmarkar, og giftist við Mogens [...] í Havn, og er giftur við Sofíu. Fimtur var Viggo, føddur í 1920. Viggo búði í Sumba, og giftist við Valgerð; hann doyði fyrr í ár. Sættur var Osvald, sum er føddur í 1923. Hann býr í Havnini, og er giftur [...] Eitt av lyndiseyðkennunum hjá Leivi hevur verið og er hansara hjálpsemi og umsorgan fyri sínum medmenniskjum. Mong eru tey, sum Leivur hevur hjálpt millum ár og dag. Tað hevur givið at bíta, at Leivur hevur
fólkaskúlanæmingar, ein nýggjur ungdómsportalur er komin á alnetinum og ein barna- og ungdómsráðgeving setti seg við telefonina í dag. Gud og Allah Tað er Annlis Bjarkhamar, ið samskipar stóru verkætlanina [...] tríggjar ymiskar útgávur, har altit verður tikið til aldurin og menningarstøðið hjá næmingunum. Tilfarið skal upplýsa og eggja til samrøðu, kjak og innlit í rættindini hjá børnunum. Nøkur av evnunum er eisini [...] umvegis bæði telefon, kjatt og brævakassa. Og so er tað eisini ókeypis at ringja 80 70 10, ið er telefonnummarið hjá ráðgevingini, sum í fyrstu syftu einans er opin mánadagar og hósdagar frá kl. 14 til 22