Hann er mjøg góður!

»Hann er mjøg góður«. Soleiðis segði ein ung, kræsin genta í Íslandi um Jógvan Hansen úr Klaksvík, sum er ein virdur og umbiðin hársnillingur í Íslandi. Jógvan lærdi til frisør í Klaksvík, men nú klippar hann fólki á einari hárfríðkanarsotvu nær føroyska Sjómansheiminum í Reykjavík

Jógvan Hansen úr Klaksvík hevur seinnu árini arbeitt sum hárskeri í Reykjavík, og har gongur honum sera væl. Hann stórtrívist í íslendska høvuðsstaðnum, og kundarnir hjá honum eru eisini vælnøgdir.
Jógvan lærdi til hárskera hjá VeruKlipp í Klaksvík. Hann hevði gott hegni og vildi læra meir. Tí fór hann til Íslands fyri nøkrum árum síðan at læra meir innan hetta yrkið.
Hann hevur nú leigað seg inn hjá Unique, sum ein ung dama eigur. Hetta er hárfríðkingarstova nummar tvey hjá henni, og tað starvast 8 fólk á hvørjari.
Unique, sum Jógvan arbeiðir á liggur á Laugavegi 168  beint niðanfyri føroyska Sjómannsheimið. Laugavegur er jú høvuðsgøtan í Reykjavík.
Jógvan er sín egni harri á hárfríðkanarstovuni, og hann bókar sjálvur inn síni viðskiftafólk. Hóast bíðirøðin er long at sleppa at vera undir hansara kønu hond, so dugur hann at siga frá og ansar væl eftir ikki at ovbyrja seg.
Hann verður ofta spurdur til ráðs av hinum frisørunum, sum allar eru kvinnur
og gevur gleðiliga vitan frá sær. Jógvan er væl lýddur av sínum samstarvsfeløgum.

Sera væl dámdur
Eg var á fundi saman við Birnu Bjarnadóttir, sum er forkvinna (precident) í DSI. Tá hon skilti, at eg var frá Føroyum, greiddi hon frá, at hárskeri hennara var úr Klaksvík í Føroyum
Hann eitur Jógvasn Hansen.
 Jamen, eg og mamma hansara eru syskinabørn, svaraði eg.
Hon kvakk við og klemmaði meg, kennur tú hann?
Tað var í hennara verð eins gott um eg og Paul McCartney, so fantastiskur, dugnaligur og nógv virdur var Jógvan í hennara verð.
Um kvøldið vóru vit saman til eina veitslu. Tá kom maðurin og tók tignarliga í hondina á mær og segði:
 Eg skilji, at tú kennur Jógvan"!?
So var eg stjørna restina av kvøldinum, so nógv er Jógvan avhildin í Íslandi, hugsaði eg við mær sjálvum.

Jógvarn stórtrívist
Tá ið eg vitjaði Jógvan dagin eftir á hárfríðkingarstovuni, gekk sjón fyri søgn. Øll sum eg prátaði við, vóru lítlir tilbiðjarar av Jógvani.
 Hann er mjøg góður, segði ein spent dama, sum gleðiliga betalti kr. 1.200 krónur fyri ein viðgerð.
 Eg havi tað sum blomman í egginum, segði Jógvan.
 Eg geri tað, sum eg vil, tjeni nógv og havi bert damur rundamum meg, segði hann flennandi.
Jógvan er komin á røttu hillina og stórtrívist í Íslandi. Hann var heima í summar við damu og verforeldrum, so lunnar eru lagdir undir eina góða framtíð í Íslandi.