vikuskiftið er 25. umfar á skránni. Fyrsti dysturin verður á Argjum klokkan 14 ídag. AB fær vitjan av HB. Dagsskráin er heilt ymisk hjá hesum báðum høvuðsstaðarliðunum. Hjá HB snýr tað seg um at vinna og harvið [...] síðst vann í 2018. Hjá AB snýr tað seg um at vinna ársins fyrsta sigur og harvið at flyta seg longur frá aftasta plássinum og styrkja um møguleikan at varðveita plássið í bestu deildini. Hjá AB er Ásbjørn Heðinsson [...] tá ið AB tapti 2-0 á Skála. Tá var hann noyddur at fara av vøllinum longu eftir ein hálvan tíma. Hjá favorittunum í HB eru René S. Joensesn og Teit Jacobsen langtíðarskaddir. Mathias Nygaard er leikbannaður
tunnilin til Dals. Jørgen Niclasen sigur, at fyrireikingarnar eru gjørdar og í næstu viku verður útgerðin at bora tunnilin við, flutt suður í Sandoynna. Og hann sigur, at eftir ætlan verður fyrsta skotið [...] skotið latið av í fyrstu viku í november. Tað er tunlasjakkið hjá Landsverki, sum skal gera tunnilin og endamálið er so at lukkast at bora einar 100 – 200 metrar í ár. Níggju milliónir krónur eru tøkar at
ið hevur ført gamla Vesturhavið, sum nú verður fyrsti skipari við nýggja frystilínuskipinum, Vesturhavinum, fyrrverandi Kambi. Tað er partafelagið hjá Háldani Haldansen í Vestmanna - HKO - ið hevur keypt [...] sítt siglingarloyvi í dag, og skipið skal eisini hava nýtt radioloyvi. Reiðarin, Háldan Haldansen, sigur, at tá klárt verður at loysa, verður fyrst farið á ein royndartúr undir Føroyar, kanska í einar tíggju [...] Kap, og nú fer eisini at bera til at gera ein túr undir Íslandi í staðin fyri tríggjar. Reiðarin sigur, at nýggja Vesturhavið hevur næstan somu veiðimøguleikar, sum Kambur annars hevði, men Kambur hevur
byggifyritøkum til at byggja húsini. Artur Johansen sigur, at hóast grundøkini við Hálsatjørn liggja í sera náttúruvøkrum øki við fantastiskum útsýni suður, eystur og vestur í fjørðin, hevur áhugin ikki verið [...] keypt, harav eini 15-16 hús nú eru komin upp, og onnur eru í gerð, sigur Artur Johansen. Borgarstjórin vísir á, at tað stóra potentialið hjá Sjóvar kommunu tey næstu árini helst liggur upp at útstykkingini [...] Haraftrat hava vit fingið nýggjar borgarar, sum frammanundan einki tilknýti hava til kommununa, sigur borgarstjórin. Nýggjastu størri útstykkingarnar, sum Sjóvar kommuna hevur framt, eru 11 grundstykki
spjatt seg nógv í spælarahópinum hjá ÍF Føroyum, tí longu dagin eftir, at boðini komu frá mótstøðufelagnum - sum altso eru tveir dagar eftir samansjóðingardagin - var fyrsti tilburður staðfestur í ÍF Føroyum [...] av álvara hevur verið staðfest í felagnum. Felagið heldur, at smittan kom í hópin frá einum dysti hjá 1. mansliðnum týsdagin 29. september. ÍF Føroyar fekk ikki boð um smittuna fyrr enn leygardagin 3. [...] oktober, og tíverri hevði felagið júst hildið samansjóðingardag dagin fyri. ÍF Føroyar sigur, at til samansjóðingina vóru færri enn 30 luttakarar, og sostatt helt felagið seg innan fyri donsku koronutilmælini
tíðindastovuni. Harvið er greitt, at Ronaldo ikki er við til dystin hjá Portugal ímóti Svørík í Nations League í morgin. Fótbóltssambandið sigur, at Cristiano Ronaldo »hevur tað gott og hevur ikki sjúkueyðkenni« [...] Portugisiska fótbóltssambandið sigur eisini, at allir hinir spælararnir í landsliðshópinum eru kannaðir aftur, eftir at Ronaldo varð staðfestur positivur. Úrslitini hjá øllum hinum leikarunum vóru negativ [...] Santos, landsliðsvenjari, allar hinar menninar til taks til dystin ímóti Svøríki. Ronaldo er ikki tann fyrsti, sum er smittaður í portugisiska landsliðshópinum. Verjuspælarin José Fonte og málmaðurin Anthony
Skráin sigur, at tað í dag eru fýra dystir í næstbestu deildini. Tann fyrsti er tann á Sandi, har B71 hevur vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Har er hálvleiksstøðan 2-0 til B71. Tijani Mohammed skoraði
hvussu allur samanhangurin er, og vit vita heldur ikki í løtuni, hvussu støðan hjá teimum, sum endaðu á Landssjúkrahúsinum, er, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í kvøld. [...] Tað er trupult hjá vakthavandi á løgreglustøðini í Havn at siga, hvat tað ítøkiliga var, sum hendi norðan fyri Landsfjósið í kvøld, tá tveir bilar endaðu í einum álvarsligum ferðsluóhappi við teirri avleiðing [...] hava vit skilt, at alt byrjaði við einari skilaleysari yvirháling. Tað var ein bilur, sum koyrdi suður eftir, sum yvirhálaði ein annan bil. Ein bilur, sum var mótkoyrandi, bremsaði fyri at fyribyrgja einar
tríggjar hundraðpartar av einum sekundi frá einari gullmedalju. Sverri Sandberg Nielsen er fyrsti føroyingur og fyrsti danskar at vinna eina HM medalju í ítróttargreinini. Í somu kapping róði hann seg til eitt [...] øgiliga keðiligt, tí tað gekk væl hjá mær í byrjanini í vár. – Eg var á einum góðum støði, soleiðis, sum vit vandu og í tí forminum, sum eg var í. Eg hevði eina góða kenslu, sigur Sverri Sandberg Nielsen. Ístaðin [...] Evropameistaraheitið í rógving verður fyrsta kapping í eitt ár hjá Sverra Sandberg Nielsen, sum í fjør vann VM silvur í singlesculler. Fríggjadagin byrjar EM í rógving, sum í grundini skuldi havt verið
fundir her uppi eisini, so alt arrangementið hjá teimum er her. Teir eiga hotellið, meðan teir eru her. So vit hava allar karmarnar, sum teir ynskja, sigur Martin Restorff. Lata upp í mánaðinum Hotel Hilton [...] Tað er ikki endaligt dato sett á, men tað gongur øgiliga væl hjá okkum, og vit koyra við fullari skrúvu fyri at fáa hotellið liðugt. sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton. [...] Teir siga, at teir hava sovið heilt væl. Vit hava tvær hæddir, sum eru lidnar, og har eru teir, sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton. Hóast hotellið ikki hevur opið enn, so er virksemið í fullari