Evropameistaraheitið í rógving verður fyrsta kapping í eitt ár hjá Sverra Sandberg Nielsen, sum í fjør vann VM silvur í singlesculler.
Fríggjadagin byrjar EM í rógving, sum í grundini skuldi havt verið í vár, men sum varð útsett orsakað av koronufarsóttini.
Føroyski Sverri Nielsen, sum luttekur undir donskum flaggi, gleðir seg at koma í gongd aftur.
Hetta er hansara fyrsta regatta í eitt ár.
– Hetta hevur verið ein løgin tíð, sigur 26 ára gamli Sverri Nielsen.
– Eg haldi, at formurin er góður, men ein av óvansunum við koronu er, at eg ikki havi kunnað roynt meg av móti øðrum.
– Eg havi kensluna av, at eg eri væl fyri, sigur Sverri Sandberg Nielsen.
Hann vann í fjør HM-silvur í singlesculler í HM í Eysturríki, og hann var bert tríggjar hundraðpartar av einum sekundi frá einari gullmedalju. Sverri Sandberg Nielsen er fyrsti føroyingur og fyrsti danskar at vinna eina HM medalju í ítróttargreinini.
Í somu kapping róði hann seg til eitt pláss í OL í Tokyo, sum kortini er útsett til summarið 2021.
Hetta var forsyndarligt, tí Sverri Sandberg Nielsen føldi seg til reiðar til í vár.
– Hetta var sjálvandi øgiliga keðiligt, tí tað gekk væl hjá mær í byrjanini í vár.
– Eg var á einum góðum støði, soleiðis, sum vit vandu og í tí forminum, sum eg var í. Eg hevði eina góða kenslu, sigur Sverri Sandberg Nielsen.
Ístaðin gjørdist venjingin ikki so ógvislig í vár, og ístaðin varð meira tíð til vinir og kenningar í Føroyum.
Venjingin er síðani farin upp aftur í styrki, sigur venjarin, Thomas Poulsen, sum heldur, at tað er ikki vist, at toppstøðið er rokkið enn.
– Vit broyttu fokus og settu venjingarnar upp í ferð fyri seks, sjey vikum síðani. Men venjingin, sum vit hava gjørt, hevur tað endamál, at hann skal vera á toppinum til OL í næsta ár, sigur Thomas Poulsen.
Langi steðgurin og vantandi kappingarnar gera, at tað er ikki vist, at Sverri Sandberg Nielsen verður skuffaður, um hann ikki vinnur heiðursmerki um vikuskiftið.
– Í fyrstu atløgu er málið at koma í A-finaluna. So fáa vit at síggja, um eg komi so langt, sigur Sverri Sandberg Nielsen um vónirnar til kappingina hetta vikuskiftið, sum er í Poznan í Pollandi.
Tilsamans eru 17 danskir luttakarar í EM, og kappingin verður frá fríggjadegnum til sunnudag.
/ritzau/