framvið Landssjúkrahúsinum, sum so leingi hevur staðið í gerð, er nú endiliga asfalteraður. Seinastu vikurnar hevur verið ógvuliga keðiligt at koyrt á vegnum, tí har hava verið so nógv hol og stórir steinar [...] steinar. Men hósdagin varð vegurin so endiliga asfalteraður. Fram við vegnum er nú gongubreyt á báðum síðum. Hetta ger tað munandi tryggari hjá fótgangarum at ganga heim í býin, tí í einum slíkum bugi kann tað [...] Dahlsgøtu. Hetta kemst av, at seinni skal ein rundkoyring gerast, sum ger tað høgligari hjá ferðsluni, tí um morgnarnar stendur bíðirøðin av bilum langt inn á Argjar.
Hóast Olaf nú hevur koyrt í 15 ár, so ætlar hann sær at halda fram enn nøkur ár, so havnarfólk framvegis hava ein bil at heita á. [...] Taxi - altíð ein bil! Og tað er so satt sum tað er sagt. Olaf sigur, at tað til tíðir er strævið at koyra hýruvogn, tí dagarnir kunnu ofta gerast langir. Mest er at gera um náttina og í vikuskiftunum. Hóast
mánadagin fer løgtingið at hava aðalorðaskitið um spurningin. Sjálvur er Johan Dahl sannførdur um, at kapping hevur gjørt, at vit hava flutt okkum nógv skjótari fram móti eini bíligari, grønari orkuframleiðslu [...] ikki annað, enn at vit lata privatar veitarar sleppa at bjóða seg fram í kapping við SEV um nýggj framleiðsluverk. - Talan er ikki um at einskilja SEV, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at vilja politikarar [...] kapping um at veita føroyingum streym, ella ikki. Tað er ein spurningur, løgtingið skal taka støðu til. Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum, hevur lagt eina frágreiðing fyri løgtingið um framtíðar
orðaskiftið um Almannstovuna tók seg upp. ? Tað var ikki við beráddum huga at eg tók Almannastovuna fram, tí eg visti ikki at hetta varð útvarpað. ? Kortini angri eg einki. Eg meinti tað so inniliga,og [...] bert fegin um at tað kom fram, sigur Rúna Sivertsen, sum nú umhugsar at seta fyrispurning til landsstýrismannin í almanna og heilsumálum, men av tí at tær báðar eru í samgongu, veit hon ikki um tað ber til [...] grundlógaruppskotið seinasta fríggjadag, kom eitt orðaskifti um Almannastovuna. Rúna Sivertsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevði hvassorðað innlegg um starvsfólkini á Almannastovuni, skipanina og hvat peningurin
júst hesin tónatekniski agi, sum í avgerandi løtum spennir upplivingina upp móti himmalskum hæddum. At tulka hendan tónleik er ikki einfalt, men við sínum dugnaliga leiðara til hesa klassisku framførslu [...] Palestrina fer heldur varisliga fram við reglubundnari melodiføring og rytmisering og altíð hóvliga fyrireikaðum skifti í tí harmoniska. Hansara tónleikur kann tí tykjast í so asketiskur í sínum tónamáli [...] dagliga leiðara tónaskaldinum Sunleifi Rasmussen í stóran mun hevur lagt seg eftir at framføra og frumframføra ofta náðileysan nútíðar kórtónleik er eyðskilt og eisini mennandi fyri kórsang í Føroyum
vóru pengarnir væl útgivnir, tó so kom meiri inn í skatti. – Tað snýr seg um at fáa tey, sum vilja búsetast í Suðuroy, at velja Tvøroyri fram um aðrar kommunur, varð ført fram á býráðsfundinum. Men tey í [...] meirilutanum førdu hinvegin fram, at spurningur um ansingargjaldið, eigur at verða tikin upp aftur, tá ið fíggjarætlanin fyri næsta ár skal leggjast. Og tá kann spurningurin um at foreldur bara skulu rinda [...] til og tað er eisini ein spurningur, ið má takast við. Býráðslimirnir í meirilutanum førdu eisini fram, at seinastu árini eru skatturin á Tvøroyri lækkaður, og tað eru ansingargjøldini eisini. Sostatt
verið sýnd fram í New York, har ein antropologur, mannfrøðingur, setti saman framsýningina, og frøðingurin er eisini í Føroyum í hesum døgum og hjálpir við føroysku framsýningini. Talan er um eina framsýning [...] plakatum verður upplýst um samkyndar skinnflugur og neyt og onnur djórasløg. Dentur verður lagdur á at lýsa norðurlendsk djór. Ætlanin er greitt at mótprógva ella avvápna tey, ið føra fram, at tað er ónormalt [...] leita í djóraheimin fyri at síggja, at so er. Tí soleiðis er tað nevniliga als ikki í djóraheiminum, vísa stóru og vísundaligu plakatirnar á. Politiska síðan tekur fram endurgevingar og orðatøk, ið hava við
fyri ein tónleikara, enn at fáa víst tað fram, ið ein ger, soleiðis at ein kann finna útav, hvar ein stendur. Um tað, sum ein hevur arbeitt við, er gott ella ikki; um fólk taka ímóti tí, greiðir Guðrið frá [...] og saman hava tey tikið stig til at geva sangskrivarum eitt stað at koma fram og spæla sín tónleik. Tiltakið verður einaferð um mánaðin, og ætlanin hjá teimum er at hava ymsar sangskrivarar at framføra [...] ikki gjørt nógv um seg alment, og mær vitandi er hetta fyrstu ferð, hann fer at framføra til eitt tiltak við egnum tónleiki. Feedback - Vit gera tiltakið fyri at kunna bjóða sangskrivarum fram. Tað er annars
felag eina nýggja tænastu fram. Á www.mindesiden.dk kunnu avvarðandi seta ein gravstein yvir tey, sum eru farin. Møguleiki er at leggja myndir, minningarorð og upplýsingar um tey, sum eru farin, á síðuna [...] Føroyum. - Tað er nógv at hugsa um í sambandi við deyða og jarðarferð, men tað øll viðurskifti eru fingin upp á pláss, eru tað ofta minni, sum tey avvarðandi vilja hava fram, og tað er við hesum í huga, at [...] mindesiden.dk sigur seg kunna bjóða fólki pláss á teirra síðu fyri alla tíð - og í hvussu so er 20 ár, sjálvt um fyritøkan skuldi givist. Tað kostar góðar 1000 krónur at fáa sær eina síðu hjá donsku fyritøkuni
orsøk at hann hevur so nógv uppá hjarta. Ein av fyrstu døgunum kemur tí fyrsti partur av lívssøgu hansara út í bókini, hann nevnir "Lívssøga 1911-1937". - Men satt at siga, so er so nógv anna_ áhugavert [...] tekna seg fyri fyrstu bókini. Og skal ein ganga eftir hesum áhuganum, so er talan um rættiliga nógv fólk, sum vilja vita meiri um lívi_ hjá Dávuri. Bókin ver_ur 240 sí_ur til støddar og kostar 300 kr. [...] omaná, so nógv rok var yvir okkum! Sp__u Molly - Ta_ eru nógvir sum hava greitt frá júst hesum illve_rinum og hesi bjargingini. Og ta_ ynski eg eisini at gera í bókini. - Hetta skal vera ein frásøgn um, hvussu