Skal Sev hava kapping um at veita føroyingum streym, ella ikki.
Tað er ein spurningur, løgtingið skal taka støðu til.
Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum, hevur lagt eina frágreiðing fyri løgtingið um framtíðar orkuveitingina í Føroyum, og mánadagin fer løgtingið at hava aðalorðaskitið um spurningin.
Sjálvur er Johan Dahl sannførdur um, at kapping hevur gjørt, at vit hava flutt okkum nógv skjótari fram móti eini bíligari, grønari orkuframleiðslu.
- Kappingin er eisini við til at tryggja, at nýggir og nýskapandi streym-framleiðarar sleppa at royna seg.
- Elprísirnir og útboðið av framleiðsluverkum eru regulerað í odd og egg.
- Privata initiativið hækkar ikki um elprísin. Ein privatur streymframleiðari vinnur bara eitt útboð, har hann er effektivari enn SEV og hevur eitt betri tilboð, og her er vinningurin taldur við.
- Føroyski el-brúkarin missir sostatt einki av, at ein privatur veitari fær ein avmarkaðan vinning.
Kapping merkir ikki annað, enn at vit lata privatar veitarar sleppa at bjóða seg fram í kapping við SEV um nýggj framleiðsluverk.
- Talan er ikki um at einskilja SEV, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at vilja politikarar ikki hava kapping á økinum, má elveitingarlógina broytast.
- Skulu lágir prísir ikki tryggjast við kapping framfýsni og nýskapan, er neyðugt at seta eina skipan í verk, so at Sev verður neyvari stýrt, so at vit fáa eina effektiva monopol regulering.
SEV hevur sera stórt vald til at gera av, hvussu elorkan verður bygd út
- Í veruleikanum hava vit avreitt ein stóran part av orkupolitikki landsins til SEV at umsita. Men sjálvsagt eigur tað at vera so, at tað er landsstýrið, sum í tøttum samráð við SEV, skal taka avgerð um, hvussu elorkuøkið skal byggjast út, heldur landsstýrismaðurin.
- Í hesum sambandi er ta. serstakliga óheppið, at nevndin í SEV ikki verður vald eftir førleikum, men sum ein partur av eini politiskari telving í kommununum.
- Uppskotið hjá Tórshavnar Kommunu um at fáa serfrøði í nevndina hjá SEV, er ein lítil bati, men er ikki nøktandi.
- Hóast tingingar hava verið við Kommunufelagið, tykist tað ikki sum um, at kommunurnar eru sinnaðar at fremja tær neyðugu broytingarnar, sigur Johan Dahl.