Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu brúka Faktorhúsið til sosiala samveru, ið hevur verið ein eftirspurningur. Hvønn mánadag frá klokkan [...] 1950-unum. Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at áhugin fyri framsýningini var so mikið stórur, at kommunan hevur valt at varðveita innrættingina í Faktorhúsinum, soleiðis at tey nú kunnu brúkast til ymisk endamál
Igor Pajac úr Krotia. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Igor Pajac hevur dømt fitt av U17, U19 og U21-landsdystum, og hann hevur eisini verið fjórði dómari til nakrar A-landsdystir. Dysturin á Tórsvølli [...] fyri Oslo á Ullevaal leikvøllinum í Oslo 15. november í 2019 var Igor Pajac fjórði dómari. Annars hevur Igor Pajac ikki dømt nakað føroyskt landslið áður.
Hajdaj, hevur tað eydnast ukrainska herinum at oyðileggja eina av støðunum hjá Wagner-bólkinum í býnum, Kadijivka. Heilt síðan 2014, tá Russland tók ukrainsku Krim-hálvoynna í Svartahavinum, hevur býurin [...] loysingarfólkum. - Eldur kom í støðina hjá Wagner-bólkinum, skrivar guvernørurin á Telegram, sum eisini hevur lagt filmsbrot út á netið av bygningi í ljósum loga. Newsweek, sum er ein av miðlunum, ið hava skrivað
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur fingið sær eina grøna orkuloysn heima við hús, og hevur sett bæði oljufýr og ketil til sølu á Rótikassanum á Facebook. Hann er soleiðis eitt av teimum [...] Tá vóru trý tingfólk, sum høvdu el-bil, Johan Dahl, Ingilín Strøm og Bjørt Samuelsen. Johan Dahl hevur ikki sín elbil longur, so um eingin onnur broyting er tí viðvíkjandi, so eru tað bara tær báðar t
Hestoy greiðir frá tiltakinum. Johan G. Mikkelsen er ritstjóri á hesi verkætlan. Honum fyri at takka hevur forlagið hjá mentanarritinum Varðanum fingið møguleika fyri at geva út sjey av teimum níggju kirkjubókunum [...] fekk handað kirkjubøkurnar í Eysturoynni, Norðoyggjum, Vágum, Norðstreymoy og Suðurstreymoy. Tær hevur hann eisini skrivað av og ritstjórnað. Her kunnu vit síggja hvørji børn eru doypt, gummur og gubbar [...] hvørjum tey eru fermd, nær tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið og nær tey eru deyð. Higartil hevur hetta tilfar verið mest sum óatkomuligt, men nú ber til hjá leikum og lærdum at síggja tað á prenti
Matstovan Koks, sum heldur til í lítlu grønlendsku bygdini, Ilimanaq, sunnanfyri Ilulissat, hevur endurvunnið báðar Michelin-stjørnurnar. Hetta gjørdist greitt á einum stórum tiltaki, sum var í Finnlandi [...] grønlendsku heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag - sigur køksleiðarin á Koks, Poul Andrias Ziska, at tað hevur stóran týdning fyri matstovuna at endurvinna báðar stjørnurnar. - Vit eru sera fegin um og errin av [...] at hava fingið hesa viðurkenning. Tað er nógv arbeiði og nógvir tímar, sum liggja í hesum, so tað hevur heilt stóran týdning, at vit varðveita okkara stjørnur. Sermitsiaq skrivar, at Koks upprunaliga hoyrir
tíðindastovan hevur lagt út, síggjast fólk, sum taka ímóti vraklutum í havnini í St. John's. Bæði vaktartænastan í USA og Skaðanevndin í Kanada hava sett kanningar í verk av vanlukkuni. Funnist hevur verið at [...] stóð fyri átakinum at finna kavbátin, og her var rættiliga stór leiting við altjóða hjálp, sum helst hevur kostað nógvar miljónir. Leitingin varð sett í verk hin 18. juni og vardi í fimm dagar, tá fjarstýrdi
at avtalan varð undirskrivað. - Føroyskur ítróttur hevur søguliga havt eitt jaligt samstarv við Atlantic Airways. Í samband við Oyggjaleikirnar hevur Atlantic Airways altíð verið okkara flogfelagi . Tá [...] flogferðir oftast ganga hond í hond, tí landsdystir verða jú spældir ímóti øðrum tjóðum. Atlantic Airways hevur eisini leingi verið stuðul hjá ÍSF, men nú verður Atlantic Airways knýtt enn nærri úrvalsítróttinum
manninum settu seg í samband við løgregluna. Leitað hevur verið við SeaHawk-tyrlu saman við einari EC225-tyrlu hjá Air Greenland. Grønlands Politi hevur eisini siglt í havøkinum við løgreglubátunum, Ilik [...] WHF-inum, har borgarar í økinum vórðu bidnir um at halda eyguni við saknaða manninum. Men, hóast nógv hevur verið gjørt burturúr í leitingini, er tað ikki eydnast at finna mannin, ei heldur bátin hjá honum
Nes kommuna hevur sett saman ein samandrátt og kunning í samband við ársroknskapin fyri 2022, og her verður sagt, at samstarvið í bygdaráðnum frá fyrsta degi í hesi setuni hevur verið sera gott. - Vit [...] eldraøkið, barnaverndartænastuna, sløkkiliðið, Kongshavnar Havn og annað, sum samstarvað verður um, hevur sambært býráðnum í Nes kommunu verið sera gott. Í frágreiðingini verður sagt, at fólkatalið í Nes