hjá Føroya Tele, sum hevur verið í stoypiskeiðini nú í nøkur ár. Talan er um eina risaætlan eftir føroyskum viðurskiftnum – og um eina ætlan, sum setur út í kortið heilt av nýggjum. Sjálvur Shefakaðalin [...] ikki bara fyri Føroya Tele, at hetta eru góð tíðindi. Fyri brúkararnar av eitt nú breiðbandinum hjá Føroya Tele, sum er tryggjað nógv størri orku gjøgnum Shefa, kann hetta eisini vera eitt frambrot, soleiðis [...] oyggjabúgvarnir í Orknoyggjum og Hetlandi hava fingið, nú Shefa gongur um teirra oyggjar. Avtala er gjørd við bretsku samskiftisfyritøkuna, BT um at selja kapasitet til hesi oyggjasamfeløgini. Ein uppgáva, sum
tárum á kinn, kundi taka sítt egna barn upp í føvningin og siga: - Hetta er mítt barn! - Hetta kann simpelthen ikki sigast við orðum. Hetta er einki minni enn tað størsta upplivilsið, sum man kann hava. - [...] seðilin, har øll fakta um barnið standa á: Gentubarn, fødd 26/05-05 kl. 11:48. Longd: 52 cm. Vekt: 4050 gram. Foreldur: Kristina í Króki og Karl Jakob Ósá Eliasen. Men fyri tey bæði er hetta barnið alt annað [...] pápin og ristir við høvdinum at sær sjálvum, samstundis sum hann er eitt stórt smíl um alt andlitið. Eingin ivi er um, at her inni í stovu 11 er eydnan og gleðin hjá faðir og móður yvir eitt nýføtt barn
lækka”. Hetta, sjálvt um hann umboðar flokkin, ið var hart ímóti, at vit í býráðnum markaðu helmingin av skattalækkingini hesaferð til tey veikastu í kommununi, nevniliga barnafamiljurnar. Hetta sigur maðurin [...] Stendur væl til So her stendur ikki illa til. Tvørturímóti, ein og hvør grannskoðari vil vita, at hetta er tekin um ein sera sunnan kommunalan búskap og fíggjarstýring. Hvussu er so fíggjarstýringin hjá Fólk [...] Eitt býráðsvalevni hjá Fólkaflokkinum mælir nú fólki til at gráta við sær um okkara høvuðsstað, sum plágast so illa av høgum skattatrýsti og vánaligari fíggjarstýring. Jógvan Poulsen, ein ungur grannskoðari
DNA-umvæling, rópt ”Base Excision Repair” (BER). Um lamina A ella C manglar, virkar BER rætt og slætt so illa, at hetta kann ávirka okkara heilsu. - Um BER virkar illa, eru fólk í øktum vanda fyri at fáa [...] virka optimalt. Gera tær ikki tað, kunnu skaðar hópa seg í DNA’inum, og hetta kann bæði veksa um vandan fyri krabbameini, umframt at hetta framskundar tær tilgongdir, sum gera, at vit eldast. - Ein verulig [...] og hvussu hesi verða ávirkað, um lamin A ella C vanta. Tað merkir, at granskingin fram eftir kann leita eftir hættum at umvæla broyttu DNA-proteinini í vónini um, at hetta kann verja likamið móti ávísum
sum vóru um hana til tað seinasta. Hon segði eisini mangan, at hetta var hon eisini takksom fyri. Hetta skal heldur ikki verða gloymt teimum. Sólrun var spurd fyri ikki so langari tíð síðani, um hon nakrantíð [...] farin í Harrans hendur, og eingin er at taka við. Men minnið um tey øll fer tó at liva hjá okkum, sum varaðu av og annars hjá teimum, sum vóru um Sólrun. ---- Óli [...] prentari. Millum annað var hann í 1949 saman við øðrum góðum monnum við til at prenta føroysku Bíbliuna. Hetta var eitt rættiligt avrik, sum útgerðin var tá. Sjálvt í dag verður ein slík bók neyvan prentað í Føroyum
r, Ices v.m. -- Sum Henrik Old segði, “ein fløkjustampur,” og samd um, at tað er skjótt at vevja alt hetta saman í ein fløkjustamp um orðaskiftið ikki er deilt upp og skipað í evni. Í fyrstu syftu mítt [...] gagnar samfelagskøkuni, tá privat leggja undir seg ognir og smávinnu. Hetta er eitt nýtt rák í Føroyum, hetta er skeivur andi – hetta er ósunnur vinnupolitikkur, sum nú, orsakað okkara tilfeingi og risa [...] i at spæla saman – til tað besta fyri vinnu, landið og fólkið, um heild. -- Fara vit víðari í evninum, so tykist størsta ónøgdin vera um sokallað ‘fámannaveldi’ – at somu reiðarí og somu fólk verða signað
So stórar, at um hetta var ein útflutningsvøra, ja, so er eingin ivi um, at vit vóru heimsins mest vælhavandi fólk. Men hóast tað, so eru vit nøkur sum ikki brýggja okkum serliga nógv um hesa nógvu religiøsu [...] koma uttan um hendan veruleika. Men høvdu vit kunna fingið eitt vandni orðaskifti í lag um hetta, hevði tað hóast alt kanska kunnað byrgt upp fyri, at vit fingu eina støðu í Føroyum sum minnir um støðuna [...] týskari. Hetta tí, at kappingin á hesum øki er nógv størri í Týsklandi enn í Danmark. Og hetta er so, hóast vit her heima vanliga meta matvørur at vera sera bíligar Danmark. Men tað var ikki júst hetta eg ætlaði
meistarliga greiddi okkum frá um Jesus og um trúarfedrarnar í gamla testamenti. Søgan um hin sjúka við Betesdahylin stendur enn ljóslivandi fyri mær, eisini frásøgnin um tær fyrstu páskirnar, tá Ísraelsmenn [...] talarastólin, um onkur hevði hug at fjasast ov mikið. Alt hetta saman við einum djúpum andaligum salvilsi, gjørdi at orðið um Jesus festi djúpar røtur í barnasinninum, og enn í dag hugsi eg mangan um løturnar [...] Fleiri sjúkutilburðir høvdu skert flogið. Hóast hetta var hann altíð fúsur at luttaka á møtunum, tí Andans eldur í honum brendi framvegis líka bjart. Dømi um hetta er, at hann fáar dagar áðrenn hann flutti heim
elagnum fekst enn eitt dømi um almenna politiska rættarloysið í føroyska samfelagnum. Henda søgan snýr seg um val av Avgjalds- og skattakærunevndina, sum avgreiðir kærur um avgerðir, sum verða tiknar av [...] sambandi fingu fakfeløgini í desember bræv frá Fíggjarmálaráðnum um at geva tilmæli um lim í nevndina. Seks fakfeløg senda síni tilmæli. Trý av teimum mæla til at velja Ingeborg Vinther. Hesi trý feløgini [...] sitandi nevnd hevur játtað at taka við afturvali. Hetta er sjónarmið kann bert hava áhuga fyri teir limir, sum landsstýrismaðurin einsamallur tekur avgerð um. Tað kann í hvussu er ikki telja í samband við
okkum um at endurstovna ítróttarfelagið hjá politinum FPÍ, tá var mest talan um flogbólt og partvíst fótbólt. Eisini her gjørdi Tórálvur eitt stórt arbeiði at fáa tingini at virka. Kanska legði hetta støðið [...] Amen Corner. Hetta lagið kundi hann spæla aftur og aftur og varð ongantíð troyttur av hesum lagnum. Tað var sjálvandi nakað, sum eg minnist sera væl og sum var eitt tað fyrsta eg hugsaði um, tá Tórálvur [...] brádliga fór frá okkum øllum. Ja, løgið at hugsa so, men hetta lagið varð innprentað í minni á mær av tí sama og hvørja ferð eg hoyrdi tað, so minti tað meg um Tórálv. Vit báðir skemtaðu oftani við lagnum fleiri