Tann 10. juni andaðist Sólrun Háberg, 92 ára gomul. Hon hevði leingi verið veik, og var tað tí ikki óvæntað, at hon slapp.
Sólrun var dóttir Honnu Olsen, ættað úr Søldarfirði, og Johannes Frederik Poulsen úr Havn. Tey bæði áttu eisini Hildegun, sum var yngri enn Sólrun. Tey búðu Undir Ryggi, eisini kallað Kilerkanalin, beint aftan fyri gomlu Dimmalætting.
Sólrun kom at arbeiða í handlinum hjá Demmus í Havn í nógv ár, til hon 35 ára gomul í 1955 giftist við Niels Juel, sum var sonur Mallu og Pola skómakaran. Niels Juel var tá 43 ára gamal, so tað var í búnum aldri, tey giftust.
Niels Juel var ein dugnaligur prentari. Millum annað var hann í 1949 saman við øðrum góðum monnum við til at prenta føroysku Bíbliuna. Hetta var eitt rættiligt avrik, sum útgerðin var tá. Sjálvt í dag verður ein slík bók neyvan prentað í Føroyum. Niels Juel var eisini við til at stovna B36 og spældi eisini við í nøkur ár.
Tey bæði giftust inn til foreldrini hjá Niels Juel í Konradsbrekku, har ein íbúð var í kjallaranum. Har búði eisini systirsonur Niels Juel, Petur, sum tá var 7 ára gamal. Sólrun kom tískil beinanvegin at hava umsorgan fyri honum. Petur tekur eisini til, hvussu góð Sólrun var við hann.
Í 1958 fingu tey dóttrina Linu. Hon var ein stak fitt og evnarík genta, og gjørdist sjálvsagt teirra eitt og alt.
Meðan tey búðu í Gr. Kambansgøtu høvdu tey eina lítla prentsmiðju, har skósmiðjan hjá Pola hevði verið. Har stóð Sólrun ofta og legði pappír til, tá ið nógv var at prenta.
Niels Juel fekk tíðliga í tíðini ein kolonihava uppi á Ternuryggi. Hansara dreymur var at koma at búgva har uppi. Hetta gjørdist veruleiki í 1972, tá ið tey keyptu eini hús í Hoydølum, sum í heilum líki vórðu flutt yvir á Ternurygg.
Her kom henda lítla fitta familjan at liva trygt og lukkuliga. Tey vóru so hugnalig at koma inn til. Niels Juel dugdi væl at greiða frá, og Sólrun var altíð skjót við einum drekkamunni.
Men í mai 1981 rakti óeydnan tey brádliga. Ein morgun Lina var við at gera seg klára at fara til arbeiðis, small hon niður deyðasjúk, og nakrar dagar seinni andaðist hon. Hon gjørdist einans 23 ára gomul. Hetta var ein stórur skelkur fyri øll, sum kendu tey, men sjálvsagt var hann størstur fyri foreldrini, sum mistu teirra einasta barn.
Størri smeit kundu eini foreldur ikki fáa, og slíkt ber illa til at koma yvir. Men lívið mátti halda fram, og hetta dugdu tey sum so væl.
Í 1994 doyði Niels Juel, og nú var Sólrun einsamøll eftir. Hon gjørdist meira og meira innisæl, kanska meira enn gott var.
Sólrun hevði framúr góðar grannar, sum vóru um hana til tað seinasta. Hon segði eisini mangan, at hetta var hon eisini takksom fyri. Hetta skal heldur ikki verða gloymt teimum.
Sólrun var spurd fyri ikki so langari tíð síðani, um hon nakrantíð kendi seg einsamalla. Svarið var eitt hart og týðiligt NEI, hon kendi seg ongantíð einsamalla. Hon hvíldi í síni andaligu sannføring.
Sólrun var eitt skilafólk. Hon fylgdi væl við, las nógv og visti nógv. Hetta kom eisini mangan til góðar, tá ið brúk var fyri at vita okkurt úr gomlu Havnini.
Hóast innisæl, so hevði Sólrun kortini samband úti í stóru verð. Hon hevði millum annað eina pennavinkonu í Ný Sælandi. Hana skrivaði hon saman við í mong ár.
Hon hevði eisini nógv samband við systrina Hildegun, sum búði niðri. Og so merkiligt var tað, at tað gjørdist lítið meira enn ein mánaði millum, at tær andaðust. Hildegun gjørdist 84 ára gomul.
Av hesum ættarliði hjá teimum báðum, Niels Juel og Sólrun, er nú bert Hjørdis Háberg eftir. Hon var gift við Petur, beiggja Niels Juel. Tær báðar høvdu nógv saman. Nú tær eldust var tað mest gjøgnum telefonina, men hana brúktu tær eisini dúgliga.
Soleiðis kann lívið vera hjá summum. Nú standa tey smáu húsini á Ternuryggi tóm. Øll eru tey farin í Harrans hendur, og eingin er at taka við.
Men minnið um tey øll fer tó at liva hjá okkum, sum varaðu av og annars hjá teimum, sum vóru um Sólrun.
----
Óli