rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri. »Tað var øgilig skrift á Munkagrunninum í myrkrinum,« sigur hann. Pauli Poulsen ivast ikki í, at upsin, nú hann hevur verið burtur, hevur verið suðuri í Hetlandskantinum [...] ur vóru inni og landaðu í gjár. Teir noyddust at bróta túrin av, tí kassarnir rósaðu í lastini í sjaskinum, og nakrar stúttur brotnaðu. Tá Sosialurin tosaði við Paula Poulsen í gjár, væntaði hann, at teir [...] letur eisini hampuliga væl at prísinum. Hann liggur í løtuni um hálvasættu til seks krónur, sigur hann. Men tað er ikki bara upsin, sum tykist koma fyri seg í hesum døgum. Hýsustovnurin er rættiliga væl fyri
og ministeriir, og kostnaðurin fyri ein einstakan lim er kr. 250,- árliga. Ert tú limur í SIEC-Føroyar, ert tú eisini limur í SIEC-International. Skráin á aðalfundinum verður hendan: ?Inngangur, Elsa Maria [...] Handilsskúla á Kambsdali, og tað er í hesum sambandi, at tit eru hjartaliga vælkomin at luttaka og møguliga eisini gerast limir í SIEC-Føroyar, sum so aftur er limur í tí altjóða felagsskapinum SIEC-Int [...] og -netverki. Nevndin í SIEC-International er fyrisiting av Executive Commitee (formansskapur), Pedagogical Commitee og Network Committee. Limir í hesum komiteumeru limirnir í teimum nationalu felagsskapunum
Eyðun Nolsøe ætlar sær at spæla í Føroyum á jólum. Í løtuni er ætlanin at spæla í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn 20. desember, í Runavík 2. jólakvøld, og kvøldið eftir í Klaksvík. Eisini er ætlanin at gera [...] útgávuna í eini tvey ella trý ár, men tað hevur gingið illa at fáa alt at passa saman, so fløgan kundi gerast. Fyri tað fyrsta skuldu allir tónleikararnir hava tíð til at koma í upptøkuhølini í senn, og [...] at geva eina fløgu út sjálvur. Líkist sær sjálvum Í summar fóru teir fimm í Eyðun Nolsøe Band undir upptøkurnar til fløguna hjá Eyðuni. Tikið varð upp í Føroyum, og tá allir fimm eftir summarfrítíðina fóru
fáa hana til høldar. Hann nevnir t.d., at ull í tonsatali er tveitt í bingjurnar hjá IRF, hóast bingjan hjá ullavirkinum stóð í nánd. 100 tons av ull Í ár eydnaðist teimum at fáa 35 tons av ull til høldar [...] verður rivin sundur í lagdir, ein spinnilinja, ein karðilinja, ein spolimaskina og ein hespimaskina. Maskinurnar eru keyptar brúkar úr Haderslev í Danmark og eru síðani settur upp í gamla vaskiskúrðinum [...] um alt landið Higartil eru einir 100 luthavarar í ullavirkinum.Teir flestu eru úr Suðuroynni, men í seinastuni eru eisini nógvir komnir afturat aðrastaðni í landinum. Lutabrævið kostar 20 krónur fyri áseyðin
Michelsen. Hann sigur, at til dømis eru feløgini í Norðuroyggjum, Eysturoynni og Sandoynni limir í Meginfelag Útróðrarmanna. Hóast roynt hevur verið í fleiri dagar at fáa orð á John Petersen, landsstýrismann [...] Verður tað, sum John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, gerst tað torførari at verða útróðrarmaður í Føroyum. »Vit kunnu ikki góðtaka, at lógin verður gjørd soleiðis, at helvtin av okkara [...] seinastu 90 dagarnar og hava avreitt í minsta lagi 15 kg. fyri hvønn mannin. Eftir nýggja uppskotinum hjá John Petersen, verður reglan tann, at báturin skal hava avreitt fyri í minsta lagi 10.000 krónur fyri
tykkara taka í egnan barm og sammeta tykkara egnu løn við tað ein miðal útróðrarmaður hevur í árligari inntøku. Um ein maður við stórari inntøku skal viðtaka eina lóg, sum skerjir teir lægst løntu í samfelagnum [...] til eitt endurgjaldskrav frá útróðrarmonnum í sunnaru helvt av Suðuroy? Útróðrarbátarnir har suðuri hava ikki dripið livandi, tí fiskileiðir teirra hava nú í langa tíð verið bombarderaðar av seismikki. [...] størri gjald úr lønjavningargrunninum í bestu fiskitíð. Hava landsstýrismenn stýrt seismikkskipunum uttan um útróðrarøkini í hesi bestu fiskitíð??? Sagt verður í lógaruppskotinum, at hetta verður gjørt
sjálvandi stórt trýst á tær, tá tú ert álopsspælari í HB, men møguleikin fyri at vinna okkurt er ivaleyst størri í HB enn í nógvum øðrum feløgum, og tað tiltalar meg eisini. Síðst í januar mánaði fer Súni Fríði [...] men nú er vent í holuni. Ætlanin var, at eg skuldi halda fram í B68, men umstøðurnar gera, at eg ístaðin fari at spæla við HB. B68 skilur mína støðu, nú eg búgvi í Kvívík og arbeiði í Havn. Tað hevði [...] Ikki í toppformi Eftir fram úr góða árið í 1995, tá Súni Fríði Johannesen var tryggur toppskjútti í 1. deild, var hann úttikin aftur til landsliðið, eftir at hann fyrstu ferð hevði smakkað til tað í 1993
instu sál okkara. Tú ert undir teimum gomlu bitunum. Maðurin letur notur og kvistar dansa fyri tær í einum gotiskum búna, sum rættir sínar hendur móti teimum ævigu hæddunum, hóast tú ert undir lágari lon. [...] ímillum súlur og sperrur í lívrunnum ljósi ovast uppi í tí gotiska kirkjurúminum. Dustið av heimsins halkoytum ger ljósið livandi ímillum rivjabeinasperrurnar. Sangurin flakkar í tí stóra kirkjurúminum og [...] og dustið darrar av skjaldramynstri í løgum Regin Dahls. Ikki er maðurin spiltur í løgum sínum av sniði, sum fjarar og fløðir í nýmótans búna á tónahiminum. Nei, hann er ein gongustjørna, sum er til skjals
heilt har suðuri. Danmark leggur fyri í Lens 12. juni, tá spælt verður ímóti Saudi Arabia. 18. juni verður spælt móti Suðurafrika í Toulouse, og seinasti innleiðandi dysturin er móti Fraklandi í Lyon 24 [...] atgongumerki til ávísar dystir í endaspælinum, og fyrstu bíleggingarnar hjá FSF eru longu sendar høvuðsskrivstovuni hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA í Zürich. Sum luttakari í HM-undankappingini sleppur [...] áðrenn 10. januar, tá FSF skal senda endaligu bíleggingarnar avstað til FIFA. Í blaðnum í dag hava vit yvirlit yvir allar dystirnar í endaspælinum, teir hava fingið hvør sítt nummar, og hesi nummur kunnu fólk
flogvøllinum í Vágum? Hvussu eru veruligu fíggjarviðurskiftunum landanna millum sæð í ljósinum av, at vit hava hýst NATO støðum í so mong ár? Hvør er orsøkin til manglandi arbeiði Danmarkar í ES, føroyingum [...] manna, um vit fara á fund við Nyrup um høvið býðst. So sjálvsagt tykist svarið okkum, at spurningurin í byrjanini gav orsøk til undran. Sjálvandi fara vit á fund við Forsætisráðharran um høvið verður. Tað [...] borgarans á politiska økinum, so fylgir ein ómetalig ábyrgd við, um veljarin vísir tær álit sítt. Tá ert tú m.a. umboð hansara á økjum og støðum hann ikki sjálvur røkkur. Sum slík umboð veljarans fara vit