- Skulu vit ikki stovna okkara egna politiska flokk? Tað skeyt Trygvi Bech upp á fundinum í gjár, har pensjónistarnir úr øllum landinum vóru savnaðir at mótmæla ætlanini hjá samgonguni at skerja grund [...] politiskan flokk burtur úr 6000 – 7000 pensjónistunum, og tað er einasti máti at ræða politiska valdið upp á, helt Trygvi Bech. Á fundinum varð enntá uppskot sett fram um, hvussu tann nýggi flokkurin skuldi [...] Hann skal eita Flokkur Teirra Fátæku Og Minni Mentu, skeyt Arndal Haraldsen, pensjónistur í Miðvági, upp. - Við einum navni sum hesum, verða tað ikki bara pensjónistar, sum fara at fylkjast um tann flokkin
Eplini og røturnar verða tikin upp, og tey fyrstu hava longu flett. Heystið er komið, og í Sandoynni verður tað hátíðarhildið væl og virðiliga. Í Trøðum á Sandi verður leygardagin Eplafestivalurin hildin [...] m, grønmeti og durasølu av kjøti. Tað fer at bera til at koma við børnunum og taka síni egnu epli upp og gjalda eftir vekt. Ein mini-djóragarður verður í Skemmuni, og inni á Fløtum fletta tey, hava opið [...] útgávum at smakka, umframt annað gott. Seinnapartin letur pubbin á verkstaðnum hjá Jógvan-gubbanum upp. Miðstovumenn koma at fortelja um lív og levnað í Trøðum á pubbini, og eisini verður harmonika og sangur
Vit hava ein latentan tørv á at lata eyguni upp fyri umheiminum, so vit eins og vaksið fólk reisa okkum og taka avgerðir, ið forma okkara felags framtíð upp á føroyskar treytir. – Fyri mær at síggja er [...] Framsókn og hevur verið skrivari og hjálparfólk floksins frá byrjan. Hann hevur einaferð áður stillað upp fyri Framsókn, tað var til kommunuvalið í Tórshavn í 2012. – Eg sakni visjónir í føroyskum politikki
spurningur, eg fari at taka upp við landsstýrismannin, sigur Janus Rein. Men hann sigur, at tá ið samanum kemur, verður tað nokk kommunurnar, sum eiga at taka spurningin upp við landsstýrismannin, sigur [...] Tað verður neyðugt at endurskoða mátan, sum grind verður skift upp á. Tað heldur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Løgtingið hevur vigjørt eitt uppskot um eina grindalóg, sum setir greiðar reglur
Heðin Mortensen gleðist um, at á mentanarnáttini letur býurin dyrnar upp til støð, borgarin vanliga ikki hevur møguleika at vitja. Fríggjadagin verður árliga mentanarnáttin í Tórshavnar kommunu, og nógv [...] hvørjum ári. Mentanarnáttin í Havn hevur fingið stóra undirtøku og tað er mong ymisk í lata dyrnar upp hesar dagarnar, líka frá Mariukirkjuni og Kringvarpi Føroya til Ríkisumboðið og Landssjúkrahúsið. - [...] - Eitt av eyðkennunum av mentanarnáttini er vorðið júst hetta, at stovnar og onnur lata dyrnar upp til støð, sum borgarin vanliga ikki vitjar, at borgarin fær høvi at støkka inn á gólv í hugnaligum og
Komandi hósdag, meðan valið leikar harðast á, letur upp framsýningin, Explorer í Norðatlantiska Húsinum í Odense kl. 16 við Edward Fuglø, listarmanni. Tað er tann postmodernistiski føroyski málarin, Edward [...] tíðindaskrivi frá Odense. Verkið varð givið Nordatlantiska Húsinum i 2013 í sambandi við, at húsið læt upp – Hetta er ein gáva frá vinarbýnum hjá Odense, Klaksvík, sum er heimbýurin hjá Edward, leggja tey afturat [...] heimurin eru grundarlagið fyri trongdini hjá Edward at granska – explora. Framsýningin verður latin upp 18. juni kl. 16 av Sigmundi Ísfeld, umboðsmanni Føroya í Keypmannahavn, har Edward Fuglø eisini er
kanadiska fiskimálaráðharran um at lata kanadisku havnirnar upp aftur fyri føroyskum skipum. Gail Shea gav løgmanni lyfti um at taka málið upp til nýggja viðgerð. Løgmaður nýtti eisini høvið at bjóða r [...] við, at løgmaður var í Kanada á ráðharrafundi í Arktiska Ráðnum. Endamálið við fundinum var at taka upp havnastongsulin hjá Kanada móti føroyskum fiskiskipum. - Vit høvdu ein góðan og gevandi fund, har eg
eina reaktión upp á nakað, sum hann kallar fyri “ótespiligt”. Helst vísandi til spýttklattin hjá Johnny Evans. Dómarin sá ikki hendingina og tí hevur enska fótbóltssambandið tikið málið upp. Skuldsettur [...] sæst við at trýsta HER (youtube.com) Víðari verjir Johnny Evans seg við, at hann aldrin kundi funnið upp á slíkt. Papiss Cisse hevur hinvegin valt at biðja um umbering. Er ein lítil ivi leiklutin hjá Johnny
Grindalógin má takast upp til nýggja, politiska viðgerð, og hon má broytast. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon er eisini næstforkvinna í Vinnunevndini hjá Løgtinginum, sum hevði [...] ferðavinnuni siga, at tey hava fingið trupulleikar av hesum, tí nú eru ferðafólk beinleiðis drigin upp í grindadrápið, og tað ørkymlar tey. Les eisini: Ikki gott at fáa hetta at dragast við Tey halda, at [...] rópt varskó og hevur mælt til, at lógin verður broytt. Les eisini: Nú hava vit drigið ferðavinnina upp í grindadráp Bjørt Samuelsen ásannar, at akkurát hesin parturin av grindalógini fekk ikki serliga nógva
enn ein borgarstjóri komin á listan. Tað er Trúgvi Gudmundsson, borgarstjóri í Hvalba, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin. Les eisini: 11 borgarstjórar ætla sær á ting http://www.in.fo/news-detail/news/ [...] jorar-aetla-saer-a-ting/ Soleiðis eru nú 12 borgarstjórar í at velja millum valevnini, sum stilla upp til løgtingsvalið 1. september. Teir eru: Heðin Mortensen, Tórshavn kommuna Jógvan Skorheim, Klaksvíkar [...] listarnir ikki lidnir. Til seinasta løgtingsval stillaði borgarstjórin á Strondum, Artur Johansen upp fyri Javnaðarflokkin, so teir kunnu gerast fleiri.