meðan alt veksur aðrastaðni, so fáa vit ikki lut í vøkstrinum. Borgarstjórin velur at trúgva, at tað verður betur við føstum sambandi og fleiri møguleikum – til tey, sum búgva her og restina av Føroyum [...] Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið? - Tað er bara at hyggja at støðuni í Suðuroy í dag, og tað verður nokk ikki betur. Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undi [...] kann gerast veruleiki? - Eg stúri fyri, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn hetta ævintýrið verður til veruleika, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu. Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur
Løgmaður hevur boðað til fundar hósdagin, og Gerhard sigur seg nú kunna bíða til hósdagin. - Um eg ikki fái svar mikudagin, so er ikki nógv, eg kann gera við tað. Men eg kann bíða til hosdagin, um tað er [...] fyri at stuðul hansara til samgonguna framvegis skal vera tryggur, so skal svarið vera í tráð við krøvini í brævinum til løgmann. Snýttur upp undir eyguni - Eg vil ikki vera við til at avtaka Sandoyartunilin [...] Sjálvstýrisflokkurin hevur sagt, at flokkurin metir ikki, at tunnlar eiga at verða gjørdir, sum støðan er í løtuni. - Eg dugi ikki at síggja, at vit hava ráð til Sandoyartunnil júst nú, tí annað má raðfestast
búgva allastaðni. Nú hon ikki er bundin at skúlanum longur, heldur hon fyri, at nú kann hon siga ja takk til tað, hon hevur hug til – og nei takk til tað, hon ikki hevur hug til. - Okkara børn hava sagt [...] á Amager. Sonurin, sum býr í Danmark, hevur føroyskan maka, og eg vænti ikki, tað gongur long tíð, til tey flyta heim aftur til Føroya. Øll børnini hjá okkum eiga børn. Jórun gjørdist útbúgvin fólkaskúlalærari [...] veksa skjótt, og tá tey gerast eini 10-12 ára gomul, eiga tey sjálvsagt at vita, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Á Hellunum er eisini onkur á við sílum, og her plagdu børnini eisini at spæla og fanga
ávísa frástøðu og taka avgerðir, sum ikki altíð hóva øllum, men sum eg í seinasta enda, haldi eru tær røttu, sigur Vilhjálmur Gregoriussen. Dámar avbjóðingar Orsøkirnar til at Vilhjálmur Gregoriussen av fyrstan [...] Frá ár 2000 og fram til 2006 starvaðist hann í Danmark hjá Simrad, seinni hjá Søfartsstyrelsen og seinastu tíðina hjá Novo Nordisk. Árini í útlandinum kunnu avgjørt verða honum til fyrimuns, heldur nýggi [...] royna at fáa sett í verk skjótast gjørligt. Tað fer at merkja, at til dømis navigatørar kunnu hava eina 12 mánaðar langa siglingstíð og ikki uppí 36, soleiðis sum tað er nú, greiðir Vilhjálmur Gregoriussen
Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt so nógv í seinastuni á besta liðnum hjá Viking, men hann er ikki í iva um, at formurin er á góðari leið undan landsdystinum í kvøld móti Týsklandi. Hoyr samrøðuna [...] teir vóru betra liðið, men tað er súrt, tá tað eru tveir dómarafeilir, sum at síggja til kosta okkum. Vit eru ikki nógv neyvir í spælinum og kunnu meir enn vit vísti í Kasakstan, sigur Jóan Símun Edmundsson [...] undir greinini. - Formurin er í ordan. Tað er heilt sikkurt. Eg havi bara roynt at koyrt á hvønn dag til venjing. Eg haldi sjálvur, at eg kann gera tað betri enn eg gjørdi tað móti Kasakstan, men tað gongur
Rættarnevndini og til 2. viðgerð. Og tað gevur uttanflokkatingmanninum ein trupulleika. Tí Janus Rein hevur sum longu nevnt bundið seg til ikki at brúka ta vitan, sum hann hevur lisið seg til á skrivstovuni [...] løgtingið um. - Svarið er tað sama til allar spurningarnar. Eg fái ikki gjørt viðmerkingar til teir, sigur Janus Rein. Janus Rein ásannar, at avgerðin um at binda seg sjálvan til tagnarskyldu kann avmarka hansara [...] Og eg eri ikki ein telda, sum kann programerast til at sortera í vitanini. Men eg verði noyddur at sortera í vitanini, soleiðis at eg haldi meg til ta tagnarskyldu, ið eg havi bundið meg til í trúnaða
hann fyrst nú er mentalt klárur til at tosa um tað. - Ì 26 ár havi eg ikki kunnað tosað um hetta, men nú eri eg klárur til at bera sannleikan fram í ljósið. Eg kann ikki fara í grøvina við mínari vitan
varð hetta festið lýst til sølu, og nú er upp til Búnaðarstovuna at avgera lagnuna og framtíðina á hesum staði. - Vit bíða í spenningi, sigur Johan stutt. Taka yvir Tað var ikki frítt, at Johan bleiv eitt [...] vegin til Havnar, og síðani til kvøldskúlan í Runavík, sigur hann brosandi. Við øðrum royndum innan landbúnað, sær hann seg fult føran fyri at taka yvir festið í Fámará. Ella sum hann tekur til: - Eg havi [...] Rakul umskapað hetta til teirra egna heim, við einum hópi av djórum, heimligum hugna og opnum hjørtum, og enntá eini útvarpsstøð – Radio Fámará. Soleiðis var gerandisdagurin fram til í farnu viku, tá ein
munnu hinvegin ikki vera eins mong, sum vita hvør hesin maðurin er. Hesin maðurin, sum soleiðis torir at siga sína hjartans hugsan alment. Og sum haraftrat ikki bakkar fyri trýsti, sjálvt ikki frá sínum egnu [...] er so ójavnt við fólki - summi eru kontant, og onnur ikki, sigur Gerhard. Hann vísir til, at hann í greinini týðiliga skrivaði misskilji meg nú ikki við vilja. Tað, hann vildi hava fram í lesarabrævinum [...] innihaldinum. Men tú behøvdist ikki at hava sagt hatta soleiðis! Góður lívsins skúli Gerhard hevur ikki nógva skúlagongd. Sum víst aðrastaðni á síðuni fór hann longu til skips sum 13 ára gamal. Tey sjey
annað. Handilin er tí opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9 til 22. Leygardag er fyrst opið frá 9 til 12 og síðani frá 16 til 22, og sunnudag frá kl. 16 til 22. [...] kiosk, og hevur tí opið til kl. 22 á kvøldi. Hesa løtuna, vit vitjaðu handilin vóru ikki nógvar slíkar vørur seldar, helst tí at børnini vóru í skúla. Kennir kundarnar Hetta er ikki nakar nýggjur matvøruhandil [...] eru teir ikki so sinnaðir fyri, helst tí at tað ikki man loysa seg, sigur Birgit. Tær vanligastu kiosk-vørurnar fáast eisini her, og tí eru upplatingartíðirnar eisini soleiðis, at bygdarfólkið ikki noyðist