Jórun Eið Johannesen er ættað úr Nesi í Hvalba. Hon er gift Atla Johannesen á Hellunum, og tey hava búð á Hellunum síðan á sumri í 1983. Jórun og Atli giftust í 1981. Tey eiga fýra synir, fýra svigardøtur og fleiri ommu-og abbabørn. Eingin av synunum býr á Hellunum.
- Tveir búgva aðrastaðni í Eysturoy, ein býr í Havn, og ein býr á Amager. Sonurin, sum býr í Danmark, hevur føroyskan maka, og eg vænti ikki, tað gongur long tíð, til tey flyta heim aftur til Føroya. Øll børnini hjá okkum eiga børn.
Jórun gjørdist útbúgvin fólkaskúlalærari í 1984, og flestu árini - ella í 30 ár tilsamans - var hon lærari á skúlanum við Gøtugjógv. Tá hon gavst í 2019, hevði hon verið lærari í tilsamans 36 ár. Hennara starvsleið byrjaði í skúlanum í Oyndarfirði, og haðani fór hon í skúlan við Gøtugjógv.
Í trý ár hevði hon farloyvi úr skúlanum við Gøtugjógv, og tá undirvísti hon aftur við skúlan í Oyndarfirði. Orsøkin til, at hon tók farloyvi frá skúlanum við Gøtugjógv, var, at hetta passaði henni betur við børnunum.
- Eg føldi meg ikki gamla, tá eg gavst í skúlanum, og eg havi eisini verið aftur við Gøtugjógv, tá onkur lærari hevur havt forfall.
Jórun hevur altíð trivist ógvuliga væl á Hellunum. Hon plagar at siga, at hevur tú telefon, bil og maðurin er heima, kanst tú næstan búgva allastaðni. Nú hon ikki er bundin at skúlanum longur, heldur hon fyri, at nú kann hon siga ja takk til tað, hon hevur hug til – og nei takk til tað, hon ikki hevur hug til.
- Okkara børn hava sagt, at tað var fantastiskt at veksa upp á Hellunum, men eg skilji væl, at tey ikki hava sett búgv her. Onkur av makunum arbeiðir í skiftivaktum, og tá kann tað vera eitt sindur óhøgligt á hávetri at koma og fara hiðani á náttartíð.
Á Hellunum er hella og eingin strond, og tí er neyðugt at ansa eftir børnunum, tá tey eru smá. Tað er djúpt niður fyri, og tað er ikki lætt at vera sæddur, um tú sum smábarn sníkir teg oman móti sjóvarmálanum.
- Eg haldi ikki, at vit hugsaðu so nógv um hetta, tá okkara børn vóru smá. Tað hevur altíð verið sagt, at á Hellunum spæla børnini frá bygdini og niðan eftir – og ikki omaneftir.
Jórun vísir á, at tá hon var barn í Nesi og Hvalba, spældu tey niðri á sandinum. Men, á Hellunum er alt øðrvísi, tí her er bládýpi niður fyri klettin.
- Her lærdu vit eisini til eldru børnini, at vóru smærri børn við, so skuldi farast niðan eftir at spæla. Men, børnini veksa skjótt, og tá tey gerast eini 10-12 ára gomul, eiga tey sjálvsagt at vita, hvat ber til, og hvat ikki ber til.
Á Hellunum er eisini onkur á við sílum, og her plagdu børnini eisini at spæla og fanga síl. Jórun sigur, at nú er eisini FIFA-vøllur í bygdini. Hesin liggur oman fyri Bønhúsið og er eitt fantastiskt spælipláss.
Tá bygdin er minkað so nógv, sum Hellurnar eru í fleiri ár, er greitt, at her standa nógv hús tóm til dagligt. Húsini, sum eingin býr í, eru antin farin í arv – ella eru tey keypt av øðrum, sum hava sett tey í stand.
Fleiri, sum eiga hesi hús á Hellunum í dag, eru ófør at vitja, eitt nú um páskirnar, sumrarnar og í heystfrítíðini, tá skurðurin verður tikin, sigur hon og leggur aftrat, at børn og ommu-og abbabørn hjá henni og Atla eru eisini ófør at vitja aftur.
- Jú, teimum dámar væl at koma hendavegin, og tað skulu ikki so nógv vaksin fólk til við børnum – ja, so er aftur lív í bygdini. Eg haldi eisini, at fólk her í bygdini finna væl út av tí saman. Sjálv føli eg tað soleiðis, at eg eri væl við øll, og eg kann fara inn í hvørt hús í bygdini, sigur Jórun Eið Johannesen.