á norðoyastevnu. Báðar vístu tær á, at nógv er hent á økinum, men enn er langt eftir á mál. ? Atkoma er so nógv, men eg vænti, at hetta sum nú hendir og er hent, fer at spreiða seg sum ringar í vatninum [...] forkvinna í MBF, góðar vónir um at fáa betra. MBF arbeiðir miðvíst við at varpa ljós á viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek, og tað letur til at undirtøkan er góð. Millum annað er ein herferð á skránni hetta [...] sigur Marjun Sigurðsdóttir. Hon vísir á, at eitt nú er tann teknmálstulkaða Dagur og Vika eitt sera stórt framstig á leiðini. Men samstundis harmast hon um, at pengarnir til hetta eru við at ganga undan
júst so, sum okkum lystir. Vit eru frí, Hallelujah! Nú er portrið opnað, so nú er gamansleikur í at týggja sær í syndini, sum einum nú lystir. Hetta var tað, sum eg fann útav øll árini, og tá eg so plagdi [...] øllum teim kristnu, føroysku samkomunum, er sangurin hjá Kára Petersen: »Vit dansa um gullkálvin dag eftir dag, kom uppí eingin tíð er at spyrja um hví, vit dansa um gullkálvin til æviga tíð!« Nær fáa tit [...] Ljóðar hettar ótrúðligt? Men tað er tó satt. Hettar er verunliga tað, sum av sonnum er galdandi innan kristnar samkomur í Føroya landi. Eg kann bert vitna fyri øllum, at um tú av sonnum elskar sannleikan
Vali. Tað er vinstri vongverjin, Pól Jóhannus Justinussen, sum vit tosa við. Hann er fastur maður á liðnum. Tað eru Jónas Þór Næs, sum er vongverji í høgru, og Christian R. Mouritsen, sum er framrættaður [...] Guðmundsson er venjari hjá Vali. Hann var venjari hjá HB í fyrraárið og fyrrapartin av 2010, og tað er hann, sum hevur verið millummaður, so føroysku spælararnir nú eru í Vali. Teir fóru yvir stutt eftir [...] til eitt nú Skotlands og Onglands, men tað er fyrst og fremst upp til feløgini at gera av. Allir, sum spæla, eru áhugaðir at royna, hvussu langt tað ber til at koma, men fyribils vita vit ikki um annað,
nervøsar undan hvørjum róðri, sum tað er neyðugt at vera, um nakað skal spyrjast burturúr. Hvør róður er spildurnýggj kapping, og vit eru fullgreiðar yvir, at um vit ikki taka uppgávuna í alstórum álvara [...] sjálvandi er tað eyka hugaligt, tá ið tað gongst væl. Setningurin er hvørja ferð og alla tíðina at vinna næsta róðurin. Um vit detta í ta grøvina, at vit halda okkum hava vunnið frammanundan, so er tað heilt [...] at gerast tann manningin, sum hevur vunnið flestar róðrar út í eitt. Men hetta er ikki nakað, sum tær hugsa um og tosa um. Tað undirstrika tær umborð á Jarnbardi staðiliga, tá ið tað verður spurt, hvussu
komandi tíðum snýr seg um tónleik og konsertir. Hýrurin var góður á fólki eftir konsertina. At Norðurlandahúsið nú hevur skonkiloyvi og at veikt øl fæst til keyps, bøtti bert um hýrin, men alt fór sámuliga [...] Ein bólkur, sum enn stendur mát og er millum stjørnurnar? ikki ein teirra, ið kókar tunna súpan við uppskrift úr minnisbókini, har uppskriftin heldur skuldi farið í gloymikókibókina. Fleiri av hesum bólkum [...] at her var tónlistarlig dygd og orka og at talan var um eyðkendu tónarnar frá gandafloytuni. Ian Anderson minti kanska mest um ein fívil, ein gekk ella íspegil, har hann dansaði og
setanarskeiðið er runnið. Ætlaðar íløgur eru útsettar ella strikaðar, og alt keyp, sum ikki er bráneyðugt, er steðgað. Harafturat er ferðing og bilkoyring avmarkað, eins og eingi starvsfólk arbeiða yvir. Frammanundan [...] miðlunum. Kringvarpinum er ikki loyvt at hava handilslýsingar á heimasíðuni, og tað er ein meinbogi í hesi broytingartíð, nú fyritøkur í alt størri mun flyta sínar lýsingar yvir á netmiðlin. Fyri fýra-fimm [...] allar deildir boð um at koma við uppskotum um sparingar. Allar deildir hava spart. Tað er m. a. gjørt við at taka sendingar av skrá og ikki senda boð eftir fríyrkisfólkum, tá forfall er. Avtalur við starvsfólk
øðrum umfari fekk bóltin í málið. Tá var eitt gott korter farið av dystinum, og næstu løtuna hevði NSÍ fleiri ferðir møguleika at økja. Eitt nú fekk Klæmint einar tveir góðar bóltar frá Debes Danielsen [...] við síðuna av. Toppskjúttin hevur nú ikki skorað í fýra dystum! NSÍ tamarhald á Beinanvegin eftir steðgin hevði Jann Martin Mortensen eisini gyltan møguleika at økja um leiðsluna, tá hann spældi saman við [...] sum í veruleikanum avgjørdi dystin. Andras Gango sendi eitt málspark yvir á hina hálvuna, har Klæmint fekk forlongt við høvdinum inn um verjuna til Debes Danielsen, sum kom spurtandi og tamdi bóltin, áðrenn
hjá Eik er í dag og yvir móti Advokatunum. Hvat var tað í grundini, maðurin frá býráðsfyrisitingini meinti við, tá hann segði »hevði pápi tín vitað«? Fyri meg er tað eingin ivi um, at tað er tann grøni [...] grøni pletturin, sum Búðstaðir nú ætlar at byggja á, og tað man undra mangan, og ikki minst meg sjálvan, hvussu tað yvirhøvur letur seg gera, tá hugsað verður um, at økið hevur kostað Tórshavnar kommunu og [...] Ikki fyrr enn um túsindáraskiftið hendi so tað ótrúliga, at økið skuldi leggjast undir Tórshavnar havn, og økið skuldi forerast til okkurt flutningsfelag til pakkhús og umsiting. Og so langt var tað komið
framgongd eisini var í rakstrinum. Nú hevur Hendrik Egholm so slept endanum á Smyril Line, sum í dag er í eini heilt aðrari støðu fíggjarliga. Felagið er væl fyri og kann nú av álvara líta frameftir. Stutt [...] oktober Um kaffi Mær dámar væl kaffi, men eg drekki te fyrst á morgni, men tá ið eg so komi til arbeiðis, so drekki eg kaffi. Onkuntíð blívur tað til ov nógv kaffi, um arbeiðsdagurin er ov langur Um fótbólt [...] strævin at koma ígjøgnum. Um politikk Eg eri ikki engageraður í politikki, men eg fylgi við. Vanliga øsi eg meg ikki um politikk ella politisk mál. Eg royni at fara á val, og um Føroyar nú gerast eitt valdømi
framvegis eru eitt livandi land og lívsseigt samfelag. - Tað man vera langt síðan, at so mikið er kjakað um høvuðsvinnuna í landinum og um, hvussu hon skal skipast. Tórbjørn segði, at tað plagdu at sita tveir [...] segði, at yvir tíð fylgjast útflutningur og inn, flutningur, og tað skulu tey helst eisini gera. Annars verður trot. - Tá at kalla allur útflutningur í landinum er virðisøking úr havsins tilfeingi, er tað [...] stríðið, sum í seinastu viku var um fiskidagar: - Tá ið nógv áhugamál renna saman, sum í málinum um áseting av fiskidøgum, sigur tað seg sjálvt, at neistarnir fúka um hornini. Hann segði, at fiskifrøðingar