in í Føroyum, har tað verður lagt upp til kommunusamanlegging so at tað framyvir skulu verða einar 7-9 kommunur í Føroyum. Størsta kjakið um samanlegging hevur verið í Suðuroynni, tí spurningurin er, um [...] spurningin um at broyta kommunubygnaðin enn. Tað er ongin grund at leypa framav. Enn er long tíð eftir, og tað er ongin grund til at viðgera málið fyrenn eitt ítøkiligt útspæl er komið úr landsstýrinum, so [...] kommunur fáa fleiri øki at umsita. Nevnt hevur verið, at kommunur skulu fáa skúlaverkið, heilsuverkið og onnur øki at umsita. Sjálvur heldur hann, at kommunurnar eisini eiga at fáa onnur málsøki at umsita
land okkara at fjálga og nøra føroyska mentan. Frits er ein ógvuliga fjølmentaður maður, mentanaravrik hansara fevna bæði um orð, myndir og ikki minst tónleik. - Sum fyriskipari og kveikjari ríkar hann [...] megini antin sum luttakarar ella lurtarar. Tónleikurin er her og nú, lagið fer ígjøgnum oyrini og inn í sálarkrókarnar, har tað arbeiðir og mennir teg á ymiskan hátt. At gera ein málning ella eina standmynd [...] træskurð. Tú høggur í træ og ger eina trídimensjónella mynd. Tá snýr tað seg um tilfarið, tú kanst merkja, hvussu tú kanst broyta deytt tilfar og fáa lív í tað. Spónirnar fella av og knappliga, tá ið fleiri
tókt í Musikkskúlanum og har var ein fagott, so hana má eg berjast við í vetur og so missi eg ikki sambandið við skúlan, greiðir Einar frá, og hann er væl fyri í enskum og dámar væl, og heldur tað hava týdning [...] tíð til tað og orkestrið helt á í eini 20 ár, harav var eg við eini 7 ár, sigur Einar. Tollari ? Síðani fekk eg lærupláss sum skrivstovunæmingur á syslumansskrivstovuni og har var eg í 4 ár og gjørdist síðani [...] áðrenn fiskimarkið varð flutt út, og ferðslan minkaði. Men skotar, onglendingar og norðmenn fiskaðu jú her á leið tá, og at koma í samband við hesi fólk var gevandi og hetta vóru rík ár, sigur Einar Larsen
Høgni Jacobsen, Jan Nónklett og Ken Nónklett, NSÍ og Jóhannes Færø og Ovi Nysted úr KÍ. Hesir hava ? við onkrum einstøkum undantaki ? áður roynt seg á U-16 landsliðnum, og nógvir hava eisini verið við [...] eftir at íslendska kappingin er lokin, og fyrsta venjingin verður í Gøtu mikudagin 7. oktober kl. 18.30. Ætlanin er eisini at venja fríggjadagin 9., leygardagin 10. og sunnudagin 11. oktober. Fótbóltsárið [...] leygardag hjá øllum, burtursæð teimum sum skulu spæla um eitt pláss í 1. og 2. deild, og tí er ætlanin at venja heilt fitt í heystfrítíðini og fram til fráferðina til Týskalands. Spælararnir Í fjør vóru fleiri
til Mentanargrunnin, og á fíggjarlógini fyri ?99 verður játtanin økt úr 1,7 mió. kr. upp í 2,2 milliónir krónur. Hetta sigur landsstýrismaðurin við mentamálum Signar á Brúnni, og hann avdúkar eisini, at
Føroyar, Noreg og Ísland sum fiskaðu nógv á hesi leið tey fyrstu árini. Við gildi frá 1. januar 1996 varð fiskiskapurin reguleraður við mest loyvdum fiskidøgum og mest loyvdum skipatali. Dagatalið og skipatalið [...] 1997 sum hann hevur verið hgartil í ár. Í 1997 fiskaðu føroysk skip 7.879 tons av rækjum á Flemish Cap og veiðan januar til august í ár er 7.333 tons, veður sagt í fundarfrágreiðingi frá Fiskimálastýrinum [...] Reiðarafelag og Jákup Egholm Hansen, Felagið Rækjuskip. Henrik Fischer umboðaði danska uttanríkismálaráðið í føroysku/grønlendsku sendinevndini. Rækjufiskiskapurin á Flemish Cap tók seg upp í 1993, og vóru tað
sum er frá Føroyum umvegis Vilnius og til Aberdeen og sum er frá 7. og til 14. oktober, og so ein, sum er niður til Aberdeen við fráferð úr Føroyum 12. oktober og heimferð 15. oktober. Landsliðið spælir [...] ymiskir, og tað eru teir eisini við Norrønu. Tað veldst um, hvussu ferðafólkið ynskir at ferðast, og so er tað sjálvandi sera ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi brúka umborð á skipinum og í flogfarinum, og meðan [...] sambandi við dystin, og eftir hvat vit hava skilt, so hava fleiri enn eitt hundrað rindað fyri ferð við Atlantsflog. Tað verða tríggjar ferðir gjørdar við flúgvara. Ein, sum er frá 7. og til 10. oktober í
Statoil, sum í fleiri førum hevur verið við til at stuðla undir og fíggjar samstarv á útbúgvingarøkinum millum føroyskar og norskar útbúgvingar- og granskingarstovnar sum partur av AMG-oljusamtakinum, stendur [...] ikki um, hvør landsstýrismaður umsitur hetta, og hvar ein slík trygdarmiðstøð skal vera. Higartil hava eitt nú sjómenn og brandmenn verið á skeiði við Áir og eisini í Klaksvík. Fyri at kunna fáa arbeiðsloyvi [...] Tekniska Skúlan í Havn, Tekniska Skúlan í Klaksvík, Maskinmeistaraskúlan, Føroya Sjómansskúla og Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Samtakið hevur til endamál at stíla fyri útbúgvingum, sum geva førleika hjá
skattum og avgjøldum knappar 2 mia. krónur. Men fíggjarmálaráðharrin væntar, at tær í ár gerast umleið 75 mió. krónur hægri. Afturat hesum kemur hækkingin í ríkisstuðlinum uppá góðar 22 mió. krónur og samanlagt [...] ár enn í ár, og tað finst ein skilagóða frágreiðing hví so er. Tá løgtingið samtykti at broyta fólkaskúlalógina hendi tað, at kostnaðurin at reka skúlarnar gjørdist hægri enn hann var, og tað er júst hetta [...] felag at gera tunnil fyri, og tí ávirkar hann fíggjarlógina fyri komandi ár Avtaln við stjórnina Sum kunnugt gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um skuldina til statin og tann avtalan hevur við
Drekkamunnur og bløðini er at fáa hvønn dag. Mánad. 5. okt.: kl. 10-12: Myndaveving og ymiskt ítriv kl. 14.30-17: Kortspæl Týsdagin 6. okt.: kl. 15?17: Upplestur, frásagnir, søgur og prát. Mikudagin 7. okt.: [...] fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30, sunnudagin kl. 11 og kl. 20 og mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al-Anon Fundur fyri avvarðandi [...] 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Arna Lognberg og Rutt Olsen úr Betania, Skopun, luttaka. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli