men heldur fyri at vísa á, hvussu torført tað er at svara hesum spurninginum. Og eg haldi, at Knút vísir við seinnu greinini, at tað er ikki lætt at svara. Hann umber seg við, at hann er hvørki samfe [...] viðmerkingar til tað, sum hann skrivaði. Eg endaði við at heita á Knút um at siga okkum, hvørjar vælferðartænastur, eftir hansara tykki, skuldu burtur og hvørjar skuldu skerjast, fyri at vit kundu fíggja tað [...] fyri at vera aftursvar til mín, so dugi eg ikki at síggja nakað í greinini, sum svarar spurningunum, sum eg setti honum. Har er bara uttanumtos. Ikki tí - eg visti longu tá eg skrivaði greinina, at har
sigast má, at tað er eitt stórt avrik, ið hesir sjey ungu og evnaríku leikarar, her hava greitt úr hondum. Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa alt tað handaliga, sum slíkt arbeiði krevur, at ganga upp [...] gamlari ungmoy at spæla leiklutin sum eldri einkja. Men við smyrsli og hóskandi leikbúnum ber væl til at minka um munin. Hóast onkur av leikarunum skaraði framúr, kann sigast øllum til rós, at teir megnaðu [...] er neyvan nøkur grund til at halda, at giftarmálini verða sett í verk sum í hesum skemtileiki. Men hetta er heldur ikki so umráðandi. Harímóti er talan um eina góða søgu, ið sum frá líður kann tykjast torskild
sindur ov nógv av tí góða at hoyra allar hesar vælsignaðu jinglurnar hjá Atlantic Radio, sum blivu troyttandi at lurta eftir. Eisini var tað til tíðir trupult at hoyra tey fólkini, sum samrøður vóru førdar [...] og tað var stuttligt at síggja, hvussu øll hesi fólkini skræddu í seg, so at tomat og ostur stóð teimum heilt upp til oyruni. Eisini var ein kapping um at drekka tvær øl so skjótt sum møguligt við hjálp [...] við at ropa í mikrofonina. Eydnaðist væl sum heild Eingin ivi var um, at tiltakið í Kagganum hóskvøldið eydnaðist stak væl. Hølini vóru stúgvandi full, og longu heilt tíðliga á kvøldi var tað so at siga
Skálavík og Skopun vóru fleiri. Onkur var úr Eysturoynni, men ikki nógvir úr Vágum. Sagt verður úr Vágum, at har hava fólk helst hildið seg aftur orsakað av fiskasjúku, sum er í Vestmanna, men ikki í Vágum [...] einaferð enn. Tá hildi varð, at allir bátarnir vóru komnir, legði Ólavur á Sundið við øllum fylginum afturút. Á halanum lá vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið, sum skuldi vera til at taka, um okkurt skuldi [...] grindabátarnir úr Vági, sum kominir vóru norður um Fjørðin við Jóhonnu, ið nú komu uppí og róðu seinasta teinin inn a Vestmanna. Fyrireikararnir høvdu skipað so fyri, at tey, sum við vóru, fingu ein bita
Tað vil siga, at hvørja ferð Hannibal, sum er tann av teimum, sum aloftast snýtur til eitthvørt, gjørdi eina roynd at snýta, kom lív í børnini, sum róptu av hjarta á Angelu. Tey bæði gjørdu ballóndjór [...] framførslu. Onkur av teimum smæstu børnunum høvdu hug at ræðast Hannibal eitt sindur, men tað bilti ikki kortini. Tey dugdu bæði líka væl at fáa børnini við í framførsluna, og at fáa tey at taka lut í. [...] tríggjar framførslu vórðu hildnar. ? Hetta eydnaðist betur enn vit høvdu torað at vóna, og øll, áskoðarar sum luttakarar, lótu væl at, sigur Finn Johannessen. Fólk vóru tíðliga á veg. Tey stóðu uttanfyri og
góðu úrslitini, sum eitt nú Bogi og Rógvi hava fingið í Danmark bera prógv um, at her býr ein vilji aftanfyri, sum bert fáir gera teimum eftir. Eftir heilt fáum árum eru teir komnir so at siga burtur úr ongum [...] útlendingum Sum nevnt verða nógvir útlendskir súkklarar við hesaferð. Onkur er kanska sum heldur, at hetta er ein óheppin gongd, men tað halda fyrireikararnir ikki. ? Skulu vit hava eina kapping, sum er áhugaverd [...] tað er sjálvandi ikki vist, at hann fer at klára seg í Føroyum, tí henda kappingin er hørð, og eg eri vísur í, at okkara fremstu súkklarar fara at gera sítt ítarsta fyri at vera frammanfyri gestirnar tá
teirra frítt siga nei takk og tí sleppa undan at fáa fólk uttanifrá í nevndina í teirra felag. Nú er tað soleiðis, at man letur reiðaríum fiskirættindi, tí mett verður, at hesi best duga at røkja føroysk [...] Tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, at fiskiloyvi verða forerd fyri einki, og at ein óbeinleiðis rakstrarstuðul verður latin við at minka trýstið á hýrur við skattalætta, men man skal so sanniliga [...] nevniliga, at um onkur annar setir pening í eitt projekt, so vil viðkomandi eisini hava ávirkan. Ella sagt við øðrum orðum: Tann, ið skal gjalda, skal vera við til at valda. Ein møguleiki kundi verið at víðka
Møguleikarnir at fara uttanlands at spæla eru eisini góðir, tí at t.d. í Danmark eru nógvir jazzklubbar, og tær nýtist ikki at vera eitt vælkent navn fyri at sleppa at spæla, sigur Herluf, sum hevur roynt [...] og tað bendir á, at tað eru nógv, sum hoyra hana; men haðani og so til at lata seg í skógvarnar og seta eitt kvøld av til veruliga at fara út at lurta eftir jazzi er eitt langt stig, sum bara tey fæstu taka [...] stig til eina ætlan, sum bara hevur sum endamál, at teir skulu gerast betri tónleikaliga. Teir venja eisini í mánaðir fyri seg sjálvar, og til hvørja nyttu? Ongin er, sum tímir at lurta. Næsti spurningur
fyrst í mai. Óneyðugt er at siga, at líka so væl, sum vátakavi og illfýsið veður er ringt fyri ærnar, sum nærkast lembing, er slíkt veður ikki minni ringt fyri smáu lombini, sum verða lembd í haga. [...] Líka so væl, sum vátakavi og illfýsið veður er ringt fyri ærnar, sum nærkast lembing, er slíkt veður ikki minni trupult hjá smáu lombunum, sum verða lembd í haga. Vátakavi og illfýsið er eitt tað ringasta [...] ærnar, nú vit nærkast lembingartíð. Tað sigur seyðabóndi, sum Portalurin hevur tosað við seinnapartin í dag. Enn er lembingin ikki byrjað, tó at onkur einstøk lomb longu eru komin. Nú hann sigur frá liggjandi
frá. Somuleiðis veit hann at siga, at tað helst eru fleiri bátar í dag, enn tað vóru í gjár. Uppsagnir Jóhan K. Joensen metir eisini, at hjólini í samfelagnum, sum eru farin at mæla seinni spæla eitt sindur [...] við góðum veðrið, at tað er meira at fáa og kanska spælir tað eisini inn, at summi hava fingið betri tíð, sigur Jóhan K. Joensen. Hann leggur tó afturat, at prísurin er helst ikki tað, sum lokkar, tí tað [...] einaferð, at ov fáir kassar vóru í landinum, og virkini royndu at leggja teir inn undir seg, sum vóru. Tá máttu teir, sum landaðu koyra í størri kør, so skjótt fiskurin kom upp á land, fyri at bátarnir