norðureftir – á tann bleyta botnin. - Vit eru kanska heldur seinir uppá tað í dag, tí tað var okkurt sum skuldi fáast í rættlag fyrst. - Tí fara vit ikki fyrrenn nú. Men vit fara við góðum treysti, sigur Ólavur [...] middagsleitið í gjár, nú Søkin riggar til nýggjan túr. Hetta er alt fólk, sum hava stóran áhuga í høvuðsvinnuni í býnum. Her eru bæði egnarar, útgerðarmaður og onnur savnað saman, nú teir seinastu stamparnir [...] nninar. Hann er eisini komin at ynskja teimum góðan túr. - Loys nú!, siga teir umborð brosandi við henda unga mannin. – Tað er hoylt vist, at tá hann hevur loyst bátin, fáa vit ein góðan túr! Allir hinir
avbjóðingum úti í verð, ikki minst nú vit eru partur av altjóðagerðini. Børnini kunnu eisini fáa gott í beinið av hesum. So tað ræður um at troyta møguleikarnar, meðan teir eru har. [...] av álvara komin til Føroya eisini. Boð eru eftir føroyskari arbeiðsmegi í útlandinum. Ella rættari eftir búskaparfrøðingi við olju sum speciali til risafyritøku í Geneve í Sveis. Tey hepnu eru Tummas Pauli [...] Konan verður so heimaarbeiðandi at byrja við, nú smábørn eru í barnaflokkinum. Fortíðin kemur væl við Tað er so ikki minst fortíðin hjá Tummas Paula, sum nú kemur honum til góða. Hann valdi eftir lokið
dag, har vit nevna tey hús, har fólk búgva fast. Onkuntíð hava vit valt at endurtaka ættargreinar í bókini, har tað gevur meining. Í øðrum førum vísa vit til ættargrein aðrastaðni í bókini. Vit hava roynt [...] 000 eftirkomarar eru eftir tey fyrstu átta niðursetuhúsini í Rituvík. Greinarnar fara í allar ættir í Føroyum. Lesarin av hesi bók upplivir, at byrjað verður í Rituvík, og knappliga eru vit vesturi í Vágum [...] skipað. Tey nýggjaru húsini frá 1960 til 2012 vórðu savnað og skipað í 2012. Restin er komin seinni. Keldurnar eru kirkjubøkur, manntalslistar, kirkjugarðsbøkur, bygdarsøgur, tilfar í kvøldskúlanum, greinar
Hansen, sum síðan fer útaftur í handlarnar kring landið. - Her eru eitt nú seks sløg av pylsum sum viðskeri, sum vit gera á Krás. Sløgini eru rullupylsa, skinsakjøt, kjøtpylsa, hamburgarryggur, rullusteik [...] vørunumrunum, sum vit hava, hava tey flestu verið lutfalsliga leingi á marknaðinum. Útlendsku vørurnar á marknaðinum eru nógvar og ymiskar. Vit royna nýggjar vørur av og á. Í summum førum klára vit kappingina [...] tað vísir seg, at vit ikki eru kappingarførir kortini, taka vit hana av aftur vøruskránni. Leiðarin ásannar, at tað ikki altíð er so lætt at kappast í prísi við framleiðslu úr eitt nú Póllandi, men Krás
skulu dragast frá frammanundan, sum gjørt hevur verið frammanundan. - Nú vit koma aftur til samráðingar, krevur Reiðarafelagið, at vit skulu samráðast út frá sáttmálanum við tí broyttu orðingini og ikki [...] greiði á nøkrum viðurskiftum, eitt nú í teimum førum, har fiskur verður frystur umborð. Somuleiðis er sáttmálin við Norðborg ongantíð fingin í lag, og tað vil felagið hava nú. Felagið vil eisini hava ymisk [...] nótabátunum broytt. - Hetta er fyri ein part afturvendandi krøv, men summi mál eru so gomul, at tey mugu fáast í rættlag nú, sigur Ellintur Abrahamsen.
tey vóru komin í, hava fingið eina leiguíbúð í Klaksvík. Barnafamiljan, sum í løtuni býr í einari kjallaraíbúð í Rituvík, var í vanda fyri at gerast heimleys um tveir mánaðir, tí húsini, tey eru í, skulu [...] fimtu ferð í tvey ár, at Adriana og familja hennara mugu flyta. Tey hava eitt nú eisini búð á Glyvrum og á Strondum, og nú gongur leiðin so til Klaksvíkar, har sjeikurin hjá Adrianu arbeiðir. Fyri at sleppa [...] sáttmála um langtíðarleigu. Við VikuskiftisSosialin segði Adriana Arnbjarnardóttir, at tað eru nógv onnur, sum eru í bústaðarneyð í Føroyum. Tá hon gjørdi vart við trupulleikan á Facebookbólkinum ”Fjølbroyttari
framleiðaranum av sjónvarpsrøðini, Yngve Sæther, frættist, at tey júst eru liðug at gera seinastu upptøkurnar í Føroyum og eru nú farin undir at klippa røðina. Væntast kann, at NRK fer at vísa røðina antin [...] hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? Skaldsøgan Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? er nú komin út á føroyskum. Sama bók er eisini grundarlag undir norsku sjónvarpsrøðini Buzz Aldrin, hvor ble [...] tí hvussu finna vit nakra meining við tilveruni, tá alt rapar? TaJohan Harstad fekk altjóða gjøgnumbrot við skaldsøguni Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?, Bókin er nú týdd til fleiri enn
stórt, tá koyrt verður. Nú verður so farið undir at taka allan motorin sundur og skifta tað, sum skiftast skal. Ætlanirnar hjá liðnum fyri 2009 eru mest sum liðugt lagdar, og nú eri eg ígongd við at fáa [...] víðgitnu Silverstone-breytini, og her gekk framúr væl. - Hesaferd fingu vit serkøna hjálp fra einum, sum eitur Steve Jordan, ið eg eri komin at kenna hetta seinasta árið. Hann er sonevndur suspension-specialist [...] bólkarnar, sum eru British National Supersport og British Superbikes, har kappast verður móti teimum bestu í Bretlandi. - Og eg havi í øllum førum nóg mikið at hugsa um. Motorsúkklurnar eru sera hart tunaðar
tíðindi detta burtur ímillum, tí tey eru ov gomul, tá Norðlýsið kemur út aftur eina viku seinni. - Men nú er so ætlanin at heimasíðan skal nýtast til tey tíðindi, sum eru aktuell, men óaktuell, tá Norðlýsið [...] sigur, at arbeitt hevur verið við hesum í eitt hálvt ár nú. Teir hava umhugsað eina internet útgávu fyrr, men hava ikki sett seg førar fyri tí fyrr enn nú. Oliver sigur, at ætlanin við internetútgávuni er, [...] standa í Norðlýsinum komandi, koma ikki at liggja á heimasíðuni allar sum tær eru. Í øllum førum ikki áðrenn pappírsútgávan er komin út. - Heldur skal heimasíðan virka sum eitt slag av spísiseðili fyri pap
lógu vit og fingu ikki í gongd aftur. Meðan vit róku vesturyvir og suður í Nólsoyarfjørð, fingu vit allatíðina onkran fisk, og tí valdu vit at hava snørini úti, meðan vit bíðaðu eftir "hjálp". Vit høvdu [...] at vera í lagi, løgdu vit leiðina eysturyvir, norður móti Grynnunum, teir rópa. Men longu áðrenn vit komu á Eystnes, varnaðust vit, at nú var aftur galið - og báturin misti ferð. Vit avgjørdu tí at stevna [...] land, kastaðu vit fyrstu ferð suður úr Eystnesi. Tað rak vestur og so hvørt, sum vit róku vestur í fjørðin, var líkt til, at rákið harðnaði nakað. Vit høvdu ikki ligið leingi, fyrr enn vit varnaðust, at