ikki vístur. Onkursvegna er tað ein passivitetur, sum vit merkja, eftir at vit í nøkur ár eru undirdíkt av inntrykkum úr útvarpi, sjónvarpi og nú av internetinum. Og kanska er tað ein ásannan av, at fólk [...] Frændur er nógv eitt kompromis. Sjálvt um eg og Rani og Eyðun eru bestu vinir, er tað tungt at seta Frændur í gongd. Vit skulu verða samdir um hvat vit vilja, og hugsa tær, tríggir persónar við hvør sínum vilja [...] Vallaraheim, er partvís ein ferð gjøgnum gerandislív og gerandishendingar. Burtur eru 80?ara sangirnir um kríggj og frið, og nú eru tað hendingar í kioskini og á kærleikans vallaraheimi, sum sungið verður um
Hesi orð eru ofta at hoyra millum manna. Og sjálvandi er tað tí, at vit hava so gott sum bert fiskivinnuna at líta á. Seinastu árini eru tíbetur nógv góð hugskot um alternativar vinnur komin fram. Men [...] til øll, sum vit mettu kundu hava áhuga í hesum hugskoti, sum Thomas M. hevði fingið. Her í millum vóru brøv bæði til Føroya Løgting og Føroya Landsstýri og aðrar almennar stovnar við. Vit fingu onki svar [...] svar frá nøkrum. Tíverri hava vit onki avrit av brævinum. Vit hava spurt hjá onkrum almennum stovnum, um tað kanska varð arkiverað, men til fánýtis. Komu síðan at hugsa um, at Sosialurin hevði gjørt nokk
um gamlar dagar, tá liberalisman hevði sína fastu klógv í nakkanum á fólki. Vit eru stødd í einum slagi av tómrúmi. Vit eru á eini lopfjøl, og um tað fer at eydnast okkum at leypa upp um hestin ella ikki [...] minni eru skrásett og eru undir eftirliti. Og akkurat tað fekk meg at hugsa um donsku loyniløgregluna PET, sum í hesum døgum hevur fingið almenna ljóskastarin settan á seg. Eisini her heima eru røddir [...] lykilin til framtíðina í hondina. Og síðani tá eru nógv stríðsmál vunnin, men eisini nógv eru tapt. Arbeiðarastættin hevur havt trupulleikar við lyklinum, og er komin á hurðar, ið leiddu inn harðskap og svartasta
Bjarna eru, Helgi, Atli og Ingi. Havi ongantíð verið kedd av lívinum Tá vit spyrja Mallu, um nakað er at gleðast um, nú hon er vorðin so gomul, svarar hon avgjørd: - Jú, tað er nógv at gleðast um. Vit fingu [...] sum týsdagin fyllir 100 ár. Malla, sum er púra klár, er serstakliga røsk at práta, og áðrenn vit vita, av eru fleiri tímar gingnir. Malla hevur humoristiskan sans og lætt er at fáa hana í skellilátur. Men [...] meðan vit sótu eftir, tók hann í flættuna hjá mær. Eg helt meg síggja á honum, at samvitskan var ikki so góð. Eg hevði so ógvuliga langt og tjúkt hár. Tað var ringt at verða eftirsett, ikki tí vit máttu
teimum, ið skuldu røkja hana, eftir at Skapanin var at enda komin. Í materiellu grádigheitini eru vit komin at fleiri mørkum. Uppdriftin fánar, tí vit hava gjørt okkum inn á stovnsfæið, skapanarfæið. Røddir [...] Røddin av prædikustólinum er ein av mongum í tíðini. Vit eru um at drukna í flóðalduni av røddum, sum ávarpa okkum við alskins tilboðum, sum eru uppi í tíðini. Vøkstur er lyklaorðið. Materian bólgnar [...] um teir lutir, sum ikki eru at síggja.” Hebr. 11. kap. Fyrsta ørindi. Hetta er treystið og vónin, sum aftur einaferð hevur savnað okkum í Guðs húsi ein halgidag. • Givnir eru einglar góðir, ganga ei eg
vil yvirtaka hesi málsøkini. Tá vit eru komin á mál, so hava vit førkað okkum upp at markinum, hvat vit kunnu taka okkum fyri í heimastýrislógini. Hvønn veg velja vit tá? Skal tú siga heimastýrislógina [...] heimamarknaðin. Vit hava tørv á einum heimamarknað, tí Føroyar eru mest tað altjóða landið í heiminum. Vit útflyta 96 prosent av fiski, og vit innflyta 99 prosent av vørum. Vit eru fullkomiliga bundin [...] «. Tá síðstu málsøkini eru yvirtikin, verður ríkisveitingin úr Danmark eisini burtur tá? »Vit rinda fyri málsøkini, vit yvirtaka. Sjálvandi gjalda vit rokningina, tá vit taka ábyrgdina á okkum
besta fløgan nakrantíð?: Hmm.. Hetta er eisini ringt.. Men beint nú lurti eg mest eftir nýggju fløguni hjá Westlife, har teir bestu sangirnir eru savnaðir á einari fløgu. Eitt sindur gentusligt, men fínasta [...] vikuskiftið er komið nær endanum hetta regnváta sunnukvøldið. Barbara bíðar longu eftir mær. Hon er júst komin frá 12. sýningini av leikinum um Ronju Ránsmansdóttir, har hon hevur høvuðsleiklutin sum Ronja. Tann [...] pallinum, so hugnar hon sær. Tað er stuttligt at spæla sjónleik, og eg elski at vera á pallinum. Men nú byrji eg eisini at gleða meg til aftur at hava frí um kvøldarnar, fortelur hon. Í løtuni er hon í
Hetta hava vit tikið til eftirtektar. Og FF-blaðið hevur nú heldur ikki nakran trupulleika av at vera ?Fiskaren? fyri uttan. Ber ikki til at gjalda Men hetta merkir samstundis, at vit eru settir í ta [...] bløð sum samstarva. Í 1988 fingu vit loyvi frá teimum at »klippa« í blaðnum, og hava vit havt onkrar stubbar og greinir í FF-blaðnum gjøgnum øll hesi árini, og hava vit mett hetta sm ein náttúrligt samstarv [...] tí hetta hildu teir seg ikki hava nakra skyldu til! Vit hava boðað ?Fiskaren? frá, at vit fegin vilja gjalda tær kravdu kr. 375 fyri hvørja ferð vit nýta hesa grein. Tí hon vísir nevniliga dupultmoralin
duga. Annars kiksar tað. Mosh-pit við Ineptus Metal/rokk bólkurin Ineptus hevur verið til í eina tíð nú. Seinasta árið hevur bólkurin havt somu manning, ið hevur vant nógv og skrivað nýggj løg. Tað hoyrdist [...] fullkomiliga genialt! Tað gevur samleika til tey, ið kenna seg tóm innaní; opnar fyri kenslum, sum annars eru stongdar inni; gevur fólki ein lívsstíl, ið góðtekur, tá teimum tørvar tað mest. Eg kendi nógv av mær [...] eykalag frá yvirheitu áhoyrarunum. Rokk ættarliðið livir Tá Synarchy vóru farnir av pallinum, var tíðin komin til at ganga eitt sindur millum fólk, práta og spyrja seg fyri, hvussu tað hevði verið hjá teimum
tað eru tit við valdi og styrki, ið kunnu fáa tey ótryggu at kenna seg trygg. Í skúlanum og heiminum hava vit lært, at um onkur verður happaður, so skulu vit, ið onki siga, traðka fram og verja. Vit læra [...] okkum hendan veruleikan, men vit eru ikki nøgd við hann. Tí, ynskja vit at broyta hann. Ungdómspolitikkur er grønur og idealistiskur, annars nyttar tað onki at hava hann. Vit trúgva uppá at løgtingslimirnir [...] ið ein kann forða, men vit mugu vælsaktans kunna kjakast um uppskot á okkara hátt virda Løgtingi? Gloyma tey vaksnu, at tey eru fyrimyndirnar hjá yngra ættarliðinum? Tá tað eru týdningarmikil mál, síggjast