Vit gera ofta lívið upp í tíðarskeið. Tað er ongin ivi um at henda tíðin, meðan tit gingu í skúla her, fer at leggja seg djúpt í tykkara minni og sálardýpi, og lívið verður deilt upp í eitt áðrenn og eitt [...] grundstøði og útbúgving styrkir tykkum sum einstaklingar og so sanniliga eisini okkara samfelagi. Við hesi útbúgving verða møguligir snávingarsteinar ruddaðir av vegnum. Eitt tað týdningarmesta við skúlanum [...] Føroya landi. Samstundis rúmar skúlin aftur í ár næmingum, har rótin rann ymsastaðni úr stóru verð. Hesi hava tí somuleiðis tikið avbjóðingina at læra seg føroyska málið og kanska eisini saman við tí danskt
gjørt. Hann sigur, at sambært verkætlanini verður bygt upp í verandi virki, og síðan verður goymslubygningur úti á tí økinum, sum verður fylt upp. – Eg fegnist um, at tað var eitt einmælt býráð, sum [...] kið Delta Seafood her á Tvøroyri, sum verður rikið av sera dugnaligum fólkum, og tað eru eisini hesi fólkini, sum standa fyri rakstrinum av fiskavirkinum í Hvalba, TG Seafood, sum tekur sær av tí [...] trupulleikin serliga er rávøran. – Í fleiri ár hevur lítil upsi verið at fingið og nøgdirnar, sum koma upp á land av toski og øðrum fiskasløgum, sum kunnu fara til saltingar, eru avmarkaðar. Eitt gott íkast
starvi. – Á bedingini eru maskinsmiðir og skipstimbrarar, so her verða av og á onkur træskip tikin upp til umvælingar. Hann vísir á, at í løtuni stendur ein fóðurflaki hjá Bakkafrost á bedingini, [...] verður spurdur um almenn størv í kommununi, sum landið varðar av, sigur hann, at her eru nøkur, men at hesi saktans kundu verið fleiri. – Av stovnum hava vit ellisheimið Hamragarð, og vit hava stovnin, sum
Har er eingin politisk visión. – Eg haldi, at politiska skipanin má gera upp við seg sjálva, um man vil halda fram við hesi aldargomlu skipan, ella um man vil geva landbúnaðinum betri sømdir, so tað
strikar undir mín pástand! Tað stuttliga við hesi útgávuni er eisini, at tað eisini verður latið upp fyri øðrum og avbjóðandi, tí taka vit millum annað lagið “Upp Úr Øskuni”, so er tað sera væl frágingið við [...] hvussu Eivør eisini kann føra seg fram. Taka vit alla útgávuna, við øllum sum henda er bygd upp við, so siti eg við hesi kensluni, at hetta veruliga er ein ferð, har vit verða tikin við og kunnu njóta, tí hetta [...] dugir at fáa tað visuella við inn í tónleikin. Tað sermerkta er eisini millum lagið “Lívsandin” og “Upp Úr Øskuni”, at tað er framhaldandi ljóðeffekt, sum á ein ella annan hátt knýtir saman. Eg má siga,
nei takk til tað, hon ikki hevur hug til. - Okkara børn hava sagt, at tað var fantastiskt at veksa upp á Hellunum, men eg skilji væl, at tey ikki hava sett búgv her. Onkur av makunum arbeiðir í skiftivaktum [...] eru antin farin í arv – ella eru tey keypt av øðrum, sum hava sett tey í stand. Fleiri, sum eiga hesi hús á Hellunum í dag, eru ófør at vitja, eitt nú um páskirnar, sumrarnar og í heystfrítíðini, tá skurðurin [...] Gøtugjáar í samfull 30 ár, og hon hevur alt gott at bera Landsverki fyri bæði kavarudding og salting øll hesi mongu ár. - Teir gjørdu eitt megnar arbeiði, sum teir skulu eiga stórt rós fyri. Vit hoyra ofta á
tey, sum vitja, gerast enn fleiri í tali. Nakað, tú ikki visti, tá tú vitjaði bygdina mánadagin í hesi vikuni, er, at her eru fleiri nýggj summarhús dygst við sjóvarmálan, sum vit fara at venda aftur til [...] tá tingstaðurin flutti yvir í Vág, sum Klaksvík tá varð rópt. Slær tú orðið “katli” ella “køtlum” upp í orðabókini, verður víst til orðið ketil, og her verður eisini sagt, at orðið kann merkja “rund lægd [...] gjølla, sæst framvegis eitt lítið hol í kirkjuhválvinum, sum kom, tá spreingingin sendi eitt rekatræ upp í loft og niður gjøgnum kirkjutekjuna. Spákaðu í bygdini Mánadagin í vikuni, tá vit vitjaðu í Árnafirði
Gásadali. Hann hevur eisini búð í Sørvági í fleiri ár, har hann átti hús. ##med2## - Eg haldi, eg keypti hesi húsini í 1994 og havi búð her síðan. Um tunnilin ikki var komin í 2006, hevði eg helst ikki búð her [...] lættari og betri. Tá Karl gekk í skúla í Gásadali, vóru tey eini 14 skúlabørn, og ein av lærarunum hesi árini var Jeffri Henriksen, sum ferðaðist millum Gásadal og Bø at undirvísa – eina viku í hvørjum [...] Teir búðu á landi í Ravnoynni og fiskaðu við snellu í opnum føroyskum bátum. Fiskurin varð lagdur upp í Ravnoynni, og síðan kom ein dampari eftir fiskinum. - Hetta vóru langir dagar við snelluna, tí tað
Mær dámar væl at spæla á harmoniku, og eg spæli eisini á munnharpu. Týskvøldið, tá vit ringdu hana upp aftur, hevði hon hug at spæla eitt lag á munnharpu fyri okkum eisini, og tað gjørdi hon so meistarliga [...] ovninum, dugir tú eisini at laga tað soleiðis, at glóðin í komfýrinum ikki er slóknað, tá tú kemur upp aftur morgunin eftir. Pápi hennara skar torv, men hon sigur, at lítil og eingin torvskurður hevur verið [...] Brúktur til mangt Í Gásadali er eingin kirkja, men her er skúli og kirkjugarður – uttan at binda hesi tingini saman. - Er ein jarðarferð í bygdini, er vanligt, at líkið fer úr skúlanum. Skúlin í bygdini
- Tað er alneyðugt, um Skúvoyggin skal yvirliva, at vit verða knýtt upp í ein komandi Suðuroyartunnil. Fáa vit ikki fast samband, tá møguleikin býðst við einari nýggjari farleið til Suðuroyar, doyr bygdin [...] eingin eftir at røkja tað, sum er. Tað sigur 82 ára gamli, Meinhard Hentze, sum vit hittu mánadagin í hesi vikuni, tá vit bankaðu á dyrnar hjá honum í Skúvoy. - Tað undrar meg nógv, at einki hoyrist til s [...] Tað, sum Meinhard serliga sipar til, er ikki minst langa tunnilin, sum ætlandi skal knýta Suðuroynna upp í meginøkið. - Tað verða fleiri enn 20 kilometrar hjá suðuroyingum at koyra undir jørð og gjøgnum havbotnin