sýntist liðið hjá havnarmonnum at vera samansett av handahógvi. Ferðin gekk um Kollafjørð. Ein tími at sigla við mjólkarbátinum norður um Hólma við síðu. Sjóvarbrúgv var tá ein hugtakandi bryggja, har deyðir [...] innar í skúlan at skoða landsins bestu telvarar í hørðum víggi ? um ikki annað fyri at vita, um rákið av ríka talvumhvørvinum á Heygum og har um vegir framvegis kennist í lotinum so nógv ár eftir, at Vestmanna [...] síðsta umfarinum óvæntað tók av einum tilboð um remis frá Olafi á Posthúsinum, keturoykjandi og altíð smílandi grand-old-man hjá vestmenningum. Kanska var her talan um, at útjaðarin fyri eina ferð skuld fann
tykist hava hugsað eitt sindur um hetta her, eg segði honum um bilin, og vil hava at vita, hvat eg meini við, og eg sigi við hann, at tað at fáa starvsløn er eitt, og alt gott um tað, hetta var tað besta, ið [...] eg komi suður, eg havi tað í minninum. Fyri at tosa um barnarímurnar, sigur hann. Spyr, hvussu tað er at yrkja fyri børnum, um mær dámar tað, og um ein ikki noyðist at seta seg í teirra stað, at skilja [...] vegnum prátaðu vit eitt sindur um gamlar dagar, og sigur hann tá, at seinast hann var í Fuglafirði var fyri tjúgu árum síðan, á einari varmakeldustevnu. Vit fara eftir brúnni um Gjógvará, og eg sigi við hann
rngt. Tá tey ringdu, vóru tey stødd á Skipanesi. Samstundis vóru gentur 10 hjá m.ø. Tjaldri á veg norður við Smyrli eftir at hava spæla hondbólt í Vági leygardagin, 9. desembe2000. Tá VB seinni spurdi [...] spældur í grundspælinum í Runavík, kravdu vit at fáa báðar dystirnar í endaspælinum spældar í Vági. Um hetta ikki var gjørligt, kravdu vit rætt til heimadyst í steypakappingini, hóast vit høvdu trekt Tjaldri [...] tað skal gerast heilt greitt, at VB ikki kann góðtaka at spæla ein dyst, ið HSF hevur tikið avgerð um og samstundis gera Sóljuna til tapara. Hetta skilja øll ? eisini Tjaldur.
eins og um pápin fremur harðskap ímóti kvinnuni meðan hon gongur við barni, er vandi á ferð. Tá ið barnið er føtt ber til at síggja, um mamman skapar samband og tilknýti til nýfødda barnið, um tað tekur [...] ið tað snýr seg um viðurskifti hjá børnum. Eingin veit, hvussu nógv børn ikki búgva heima hjá sínum foreldrum. Eingin kannar hví og tað sigur nógv um hetta samfelagið. Og tað er sum um vit ikki vita, at [...] BARNALÍV Turið Kjølbro Um eina góða viku fer Sólrun Jacobæus frá sum leiðari á Føroya Barnaheimi. Har hevur hon starvast í gott og væl sjey ár, men hevur nú eftir at hava hugsað seg væl um, gjørt av at fara
útbúgving eru gloymd, nú Løgtingið samtykti lógina um barnsburðargrunn. Henda lógin heimilar øllum úti- og heimaarbeiðandi løn í sambandi við barnsburð. Um tað veruliga er so, at tey ungu í útbúgving, lesandi [...] nútímans samfelag, og síðani sleppa teimum upp á fjall á hesum øki eisini, tá tey seta børn her í verðina. Tá sagt verður á hesum øki eisini, verður hugsað um íbúðar- og bústaðarstøðurnar! Meginfelagið hjá [...] Mortensen um ein alternativan íbúðapolitikk. Grundgevingin fyri ikki at atkvøða fyri var, at uppskotið varð ikki nóg neyvt. Men viðgerðin sýndi, at samgongan hevur ikki ans og er ikki tilvitað um hetta álvarsmál
við býráðshúsini, haðani farið verður klokkan 13.00. Gingið verður niðan við Ravnagili, norður eftir Svøðini, um Áarskarð og niðan á Katlarnar. Leiðari og frásøgumaður verður Símun Michael Poulsen. Kostnaður [...] Tingstaðurin liggur á Borðoynni, 300 metrar omanfyri Árnafjørð, og her plagdu norðoyingar at hittast um vártingseturnar. Teir gomlu dugdu væl at velja sær stað, tí tingstaðurin liggur mitt í Norðoyggjum
semja er ikki millum teirra og loftferðslumyndugleikarnar í Reykjavík um, hvar teir eru staddir. Men Hans Erik og Villads eru ikki í iva um, hvar teir eru, og teirra positión man eisini fara at vísa seg at [...] góðandag. Og nú er tað, at myndir skulu takast av hesi nýggju tyrluni. Hans og Hans Erik í tyrluni semjast um, at vit skulu koma so nær, sum gjørligt. Teir kennast og vita, hvat teir kunnu, tá soleiðis er. Og [...] , sum tekur myndir av flogfarinum hjá Hansi. So teir avtala ferð og frástøðu, og so fylgjast vit norður við Suðuroynni vestantil. Tætt at tyrluni flýgur Hans. Vit eru viðhvørt aftanfyri. Viðhvørt yvir
rættvísa mynd at kanna teir russisku trolararnar um dagin, tí tá kunnu teir fiska nógv reinar, enn teir gera um náttina. Tað rætta er at kanna teir um næturnar, ella at vera umborð í fleiri dagar ísenn [...] Russarar hava útgerð sum tekur alt, sum fyri er. Kongafiskur er soleiðis háttaður, at um dagin liggur hann á botni, men um náttina, kemur hann upp í sjógvin. ? Á teimum leiðum, sum russarar nú fiska á, ber [...] teimum føroysku øllum lemmatrolarunum . Hvalbingurin, Bjarki Berg, skipari á Bresti, er í døpurhuga um gongdina hjá teimum føroysku lemmatrolarunum, ella djúpvatnstrolarunum, sum teir eisini verða nevndir
sum skrivaði hópin av greinum um Føroyar í norskum tíðarritum. Síðani 1954 hevur Norsk-Færøysk Lag verið virkið uttan íhald. Felagið skipar fyri millum seks og 12 tiltøkum um árið. Í sjeytiárunum kendu [...] upplýsningum um Føroyar, hjálpir til við at leggja til rættis ferðir til Føroyar, luttaka í kjaksendingum í útvarpi og sjónvarpi, og so skipar felagið fyri kjakfundum og upplýsandi fundum um føroysk viðurskifti [...] síni leivdirnar eftir víkingunum í Canada. Á tann hátt prógvaðu tey bondini millum norðurlond og norður-amerika. Í Norsk-Færøysk Lag vóru eisini fleiri av teimum, sum arbeiddu fyri at gera ein part av
lyfti hann bóltin inn um Gunnar á Steig, sum tvær ferðir um vikuna ferðast úr Klaksvík og norður til Eiðis at venja. EB/Streymur royndi at leggja stórt trýst á síðstu løtuna, og tað var um reppið, at teir javnaðu [...] 1?0 (0?0) Fótbóltur Hóast talan var um fyrsta leikumfarið, og øll liðini harvið stóðu á støðutalvuni við ongum stigi, so kendist tað á Sandi, sum um talan var um botnstríð. Bæði heimaliðið og gestirnir [...] hetta málið ? um enn ikki gull vert ? so fer at hava alstóran týdning, tá kappingarárið verður talt saman og støðan gjørd upp. Málið kom eftir frísparksinnlegg úr høgru. Jógvan Jón rann fram um verjumannin