at tey hagtølini, sum eru, ganga um 20 ár aftur í tíðina. Yvir eitt 20 ára skeið liggur lønin um eina millión. Hyggur tú so eftir lægsta útgjaldinum eftir galdandi sáttmála til ein arbeiðsmann á sama [...] Carl Johan Jensen. - Tað ger sjálvandi allan munin. Tann marknaðurin, sum vit hava í Føroyum, er so pinkalítil, at tað er eingin, sum kann liva av at selja bøkur. Tað ger tað, at skulu vit hava bókmentir [...] samanlagt um fýra fimm ferðir meira. Skipanin kann vera øðrvísi Samlaða upphæddin, sum Mentanargrunnurin hevur at ráða yvir, liggur um 10 milliónir krónur um árið, og av teimum fara 3,3 milliónir til listafólkalønir
iva um trúvirði hjá føroysku bankunum, sum Høgni Hoydal annars vil vera við, men hann hevur, eins og restin av Sambandsflokkinum, stórt álit á føroysku bankunum, sum hava megnað at víðkað teirra virksemið [...] landoddarnar. Sjálvsagt liggur ein stórur vandi í at yvirtaka fíggjareftirlitið, og vit eiga at vera sera varin við at órógva hesa vinnugrein, soleiðis at vit bróta niður tað, sum higartil er bygt upp. Tey [...] tað kann henda aftur, um vit sum politikarar ikki duga at taka móti góðum ráðum frá teimum, sum arbeiða innan eitt nú bankavinnuna. Hvat er endamálið? Stóri spurningurin, sum mong seta sær er, hví landsstýrið
byrjað, og ætlandi fer arbeiðið í gongd sum skjótast, soleiðis at húsið stendur liðugt næsta summar. Tað verður Eiðis kommuna, sum kemur at eiga bygda-og ítróttarhúsið, sum umframt at verða karmur um fasilitetir [...] ítróttartiltøk hava verið. Jógvan í Skorini vísir á, at onkur teirra, sum var ímóti ætlanini at byggja fótbóltsvøllin, sum annars liggur á ógvuliga náttúruvøkrum staði, fýltist á, at kommunan brúkti so nógvan [...] i við skiftirúmum og brúsum, eisini fer at hava ein veitslu-og samkomusal til 250-300 fólk. - Haraftrat verða tvær stovur bygdar til frítíðarskúla, eins og venjingarrúm á umleið 100 fermetrar verður til
Sjúrðargøtu. Annars liggur tað í kortunum, at fimleikarhallirnar báðar ímóti Tróndargøtu, verður eitt stórt innandura spælipláss, samstundis sum at Grasagarður, sum er beint við, er skipaður sum eitt uttandura [...] Býráð samtykti í gjárkvøldið at ein partur av Kommunskúlanum skal gerast til lestraríbúðir. Í morgun er avtalað undirskrivað ímillum Tórshavnar Býráð og Bústaðir um at gera ein part av Kommunuskúlanum til [...] eitt ár, ella gott tað, verða lestraríbúðirnar lidnar. Talan er um 37 lestraríbúðir í ymsum støddum, sum bæði eru hóskandi til einstaklingar, til tvey og til trý fólk. Umleið helvtin av íbúðum verða eitt
ikki øll lond, sum taka móti flóttafólki. Hetta eigur tó ikki at brúkast sum ein umbering hjá okkum. Vit eiga at taka ábyrgd og vísa, at mitt úti í Norðuratlantshavinum býr eitt fólk, sum er til reiðar [...] dagarnar. Eitt ávíst trýst liggur eisini á Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, sum í hesum døgum sita í samgongusamráðingum, at taka eina støðu til hesa, fyri mong, torføra støðu og hvussu man kann [...] Streymurin av flóttafólkum, sum í hesum døgum er vorði mest átrokandi politiska málið í Evropa, er eisini, hóast samgongusamráðingar og floksskiftir, vorði eitt tað heitasta evnið í Føroyum seinastu dagarnar
finnast millum annað innanfyri fleiri fak, sum eru eru eyðkend av, at hava nógvar kvinnur. Eitt nú hevur Heilsurøktarafelagið sum nevnt gjørt eina kanning, sum vísir, at fleiri av teirra limum ikki sleppa [...] Heilsurøktarafelagið vísir á, at ein kanning av teirra limum vísir, at nógvar ikki sleppa at arbeiða fulla tí. Helvtin av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð, og Erika Hayfield Ph.d í samfelagsvísind [...] men at nógv viðurskifti eru viðvirkandi til hetta. Tøl frá Manntal vísa, at 20 % av teimum spurdu, sum arbeiða niðursetta tíð, sjálvar halda, at tær arbeiða ov lítið. Hetta bendir fyrst og fremst á, at
hann er ein varin optimistur, sum hann tekur til. - Í løtuni haldi eg meg tora at siga, at gongdin hevur verið frægari, enn vit stúrdu fyri. Hann vísir á, at við teimum mongu kanningunum, sum eru og verða [...] - Í mun til eitt nú Grønland, sum fær lidnar testir úr Danmark, syrgir Heilsufrøðiliga Starvsstovan hjá okkum fyri hesum sjálv við at blanda saman veskur. Hetta er ein stórur fyrimunur hjá okkum í Føroyum [...] Føroyum. Læknafakligi ráðgevin vísir á, at í Føroyum er tað tískil ein spurningur um hava veskurnar heima og soleiðis, sum hann hevur skilt, eigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan væl av tilfari niðurfyri til
framskundaður og er ætlanin hin sama sum mín grein um hesa støðuna lýstið. Eg eri ikki kløkkur av hesum, men at tað er so sjónligt, ger at eg næstan sýggi hetta sum beinleiðis lygnir at seta fram fyri [...] men hon er ikki at fáa fatur á enn, hóast kommunan sigur hon liggur alment frammi. Tað tú kemur inná undir teiginum Fíggjarætlan 2021 er ein tekstagrein hjá borgarstjóranum sjálvum, har hon tekur ítøkjuliga [...] til arbeiði í Hoyvíkshøllini. Hetta er gott fyri tað sum væntar í Hoyvík, men hon nevnir onki um Kollafjørð. Onki um eldradepil ella reinsiverk sum bleiv lovað kollfirðingum á facebook fyri nøkrum døgum
og ein stórur partur av veiðini hjá bátunum hevur verið hýsa. Tað eru serliga fýra glastrevjabátar, sum rógva út við línu av Eiði. Hesir eru Gordrúgvin, Falkurin, Luttur og Barmur. Falkurin, sum er h [...] líkist januar mánaði. Útróðrarmenn, sum rógva út av Eiði, siga, at línuútróðurin hevur verið góður tað, ið farið er av hesum árinum. Av fýra bátum, eru teir tríggir, sum landa fiskin ókruvdan til Sjógæti [...] tveir mans, sum eru umborð hvønn túrin. - Tað hevði verið ynskiligt, at meira toskur var at fáa, tí toskaprísurin hevur verið nógv hægri enn hýsuprísurin. Av einum túri á 8.000-9.000 pund, liggur nøgdin av
fisk inn á dekkið. Meðan teir stríðast við hetta, liggur ein maður í koyggjuni og svevur. Hetta gongur fyri seg í nógvar dagar. Teir á dekkinum fáa ein fiskin fyri og annan eftir, meðan hin svevur. Men [...] landskassanum til avlop. Vit síggja talvur sum vísa, hvussu stórt hallið var í undanfarna valskeiði, og hvussu stórt avlopið er nú. Men hvussu rætt er hetta? Ímynda tær ein bát, har menn standa við snellurnar [...] tað var hann sum fylti skipið. Tá hann kom upp á dekkið, var skipið ikki fult, men tá hann hevði verið har eina løtu, bleiv tað fult. Hann fekk jú tann seinasta fiskin. Hevði arbeiðið sum allir hinir høvdu