fjarskotin. Hvat viðvíkur útbúgvingum, eru tað eisini fleiri og fleiri føroyingar, sum fara undir heldur sjáldsamar útbúgvingar. Vit hava áður í Yngd hitt ung, sum eru farin undir ljósteknikaraskúla og h [...] hava leitað sær av landinum fyri at fáa útbúgvingina. Tað finnast tó her á landi eisini útbúgvingar, sum bert einkultir persónar eru í ferð við at nema sær. Ein av hesum útbúgvingum er ursmiðjur. Bert ein [...] partur av lærutíðini gongur fyri seg á skúlabonki. Jóhann greiðir frá, at hann árligani er einar 20 vikur í skúla. Øll skúlagongdin er í Danmark, og gongur hon fyri seg á handilsskúlanum í Ringsted. Í lærutíðini
støðuni, síggja vit, at TB nú hevur allar møguleikar at vinna kappingina. Eitt er, at tær eru fýra stig frammanfyri Mjølnir, men settmunurin hjá teimum er eisini somikið nógv betri enn tann hjá Mjølni, at [...] gullinum. Á Tvøroyri vilja tey ikki enn tosa um nakað FM-heiti. Tað sigur seg sjálvt. Hetta við ikki at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin skal brúkast her sum so nógva aðrastaðni. Men hyggja vit at støðuni [...] stig til ÍF, sum nú nærkast Drátti og bronsumerkjunum. Eitt stig skilir partarnar, og kappingin um bronsuna sær út til at gerast hørð. Tann kappingin verður kanska ikki avgjørd fyrrenn á allarsíðsta leikdegi
ungfólk koma inn á ting, sigur Rói. Trý valevni í somu bygd Tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvørjar møguleikar hann hevur at sleppa inn á ting. Á Viðareiði við sínum 350 íbúgvum eru trý, sum ynskja [...] Viðareiði: - Nei, møguleikarnir eru sjálvandi ikki stórir, tá ein skal kappast við ein fyrrverandi løgmann á sama lista og úr somu bygd, slær 23 ára gamli viðingurin fast. Á fyrsta sinni hevur hann latið [...] í lag at tekna meg sum lim! Ungfólk mangla At Rói sum bert 23 ára gamal nú letur seg stilla upp á fyrsta sinni, kom kanska óvart á onkran. Áhugin fyri politikki var kortini til staðar, men at koma uppá
og Ísrael. (Nú seinast eisini USA og George Busch). Hinvegin verður ikki fírt fyri at brúka Várharra til at føra seg fram í verðsligar maktgirnd. Og Guð náði tann, sum talar at, hóast nógv eru, sum vilja [...] tað verður hervið gjørt. Eisini í framtíðini. Og eg kann vissa Jenis av Rana um, at so mikið væl eru vit báðir, Várharra, at hetta tekur hann mær ikki illa upp. Høvdu fleiri enn færri minst til at givið [...] ikki neyðugt at fara til Útvarpið at fáa vátta, hvat Jenis av Rana segði við útvarpsmannin, sum hann nú leggur undir at hava endurgivið seg skeivt. Undirritaði kannaði nágreiniliga hjá Útvarpinum, áðrenn
beinleiðis tjóðartiknar. Harumframt fer dansk ríkið at hava beinleiðis ávirkan á stóran part av føroysku flakavinnuni á landi og á størstu sølufyritøku í landinum. Føroya Ídnaðarfelag tekur ikki undir við hesi [...] hesum sambandi loyvir Føroya Ídnaðarfelag sær at koma við uppskoti um, hvørjar viðtøkubroytingar, vit halda eru neyðugar. Endamálsorðingin, grein 2 í viðtøkunum, verður broytt, so grunnurin hevur til endamáls [...] eisini, at tá íløgur grunnsins skulu gerast á marknaðarbúskaparligum treytum, ber ikki til við politiskari íblandan av leiðslu grunnsins. Fyri at styrkja um álitið á leiðsluna er hugsandi, at nevndarlimir grunnsins
fimm kvinnur inn á pallin. Tað eru hesar fimm, ið manna KaSa hópinn, og eru tær: Áshildur Haraldsdóttir á floytu, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir á violin, Bryndís Björgvinsdóttir á cello og Nína [...] Nína Margrét Grímsdóttir á klaver. Tær spældu tvey sera væl samanspæld og vøkur løg, ið løgdu eitt gott grundarlag fyri kvøldið. Síðani kom Eivør á pallin, og saman spældu tær seks kvinnurnar átta løg hjá [...] saman við orðunum "Kanska ein dag finna vit frið, kanska ein dag flúgva fuglar lið um lið. Kanska ein dag, tá høga aldan hevur lagt seg, kanska ein dag so finna vit frið." Tvey av gullkornunum hetta kvøldið
saman við gamla vinmanninum Erik Clausen. - Vit hittast javnan at hyggja at eftir boksikampum saman. Hvørja ferð onkur av stóru donsku boksaranum eru á skránni, eru eg og Erik báðir klárir frammanfyri sjónvarpinum [...] verið har. Nýggj ”fornminni” At tað loyndarfulla hugtekur Leif Sylvester, sæst eisini á høggmyndunum, sum eru við á framsýningini. Flestu teirra hava sama barnsliga og skemtiliga útrykkið, sum málningarnir [...] mála flestu høggmyndirnar, men so er steðgaður á aftur - Eg royni at geva eina fatan av, at hetta eru lutir, sum hava ligið eini 1000 ár í jørðini og júst eru gravaðir upp. ”Restirnar” av máling kunnu kanska
uttanlanda eru nógv betur, so er tað sera skjótt, at heimflytingin til Føroya verður útsett og í ringasta føri ongantíð verður veruleiki. Sum bíðilistarnir eru í dag eitt nú í Havnini, eru útlitini ikki [...] somuleiðis vísast á, at tað ber til hjá føroyingum undir útbúgving uttanlanda at skriva seg upp á bíðilista til grundstykki. Hví er tað so ikki gjørligt hjá fyribils útisetum at skriva børnini á bíðilista til [...] nógv verri enn hjá teimum, sum eru búsitandi í Føroyum. MFS heitir tí á kommunurnar í Føroyum um at broyta verandi reglugerð, soleiðis at barnafamiljur uttanlanda, sum eru fyribils burturstaddar í lest
hana uttanfyri. Eg hugdi so útum, og har á grasinum á The Mall, sat so ein ungur maður og málaði eina svarta kajak. Tað man verða fyrsta kajak sum hevur staðið á plenuni uttanfyri stjórnarbygningin, Capitol [...] forðingum. Hon hoppaði runt á pallinum, leyp niður á gólvi og dansaði aftur og fram millum áskoðararnar og sang og rópti, ella, meira rann aftur og fram, tí tað var ikki ein dansur sum vit vanliga kenna dans. [...] grønlendsk børn skulu hava møguleikan at læra henda sið, og er tað nú ein møguleiki tey hava í grønlendska fólkaskúlanum. Seinast á skránni á Grønlandsfestivalinum var enn einaferð Aavaat kórið. Tey endaðu
verður ES felagsskapurin nú víðkaður til 25 lond. Estland, Letland, Litava, Kekkia, Póland, Malta, Kypros, Ungarn, Slovenia og Slovakia eru nýggju londini við ES limaskapi, og sostatt eru leivdirnar við politiska [...] føroysku útflutningsmøguleikarnar, heldur Hákun Djurhuus. Hann vísir á, at handilssáttmálin, Føroyar hevur við ES, nú eisini víðkast, og á henda hátt hevur føroyska útflutningsvinnan størri møguleikar enn [...] ES grundlóg, sum er á veg og møguliga verður samtykt longu í juni. Um danir taka undir við ES grundlógini og harvið útdelegera málsøki til ES, er møguleiki fyri, at føroysk málsøki á donskum hondum verða