Hóast hann nærkast teimum 70, er listarligi provokatørurin Leif Sylvester, ikki vorðin mjúkari við árunum. Tað sær bara soleiðis, tá tú gongur framvið hansara 41 litføgru og ofta stuttligu verkum, sum eru at síggja í Norðurlandahúsinum í løtuni.
Óunniliga stuttligt
Heimurin er eitt óunniligt stað, og sjálvhátíðarliga listin ger tað heila enn verri. Nakað soleiðis ljóðaði boðskapurin hjá donsku provokatørunum Leif Sylvester og Erik Clausen, tá teir báðir seinast í 60 unum byrjaðu at gera vart við seg sum listamenn á gøtum og strætum.
Spurdur, hvat hann heldur um heimin nú, eini 40 ár seinni, er 68 ára gamli Leif Sylvester líka avgjørdur.
- Heimurin er, um nakað, vorðin eitt enn verri stað, men eg tími ikki at fáast við slagorðslist. Eg eri ein glaður maður, og tað ger ger onki, um fólk halda meg mála glaðar málingar. Bara tey tíma at stegða so mikið á, at tey síggja, at tað stuttliga bara varir eina lítla løtu, sigur Leif Sylvester.
Beint undir liðini á honum hongur ein at síggja til harmleys, fitt og næstan barnslig mynd av einum hundi ella onkrum líknandi. Men bara til tú varnast, at nakinleikin í náttúruni onkursvegna ikki hoyrir heima har, og tú fært eyga á heitið ”Målløst dyr på udpint jord”.
Skulu ikki vita alt
Flestu av hinum myndunum eru av meir og minni avskeplaðum menniskjum og andlitum, har til dømis oyru ella muðurin mangla, tenn stinga út í allar ættir og líknandi.
Sjálvt um tað er ringt ikki at stara illtrúgvin eftir hesum skeivu verunum, vónar listamaðurin, at áskoðarin netupp ikki varnast tað avskeplaða, til dømis í myndini ”Skæve skønheder”
- Hetta eru fyrst og fremst menniskju, sum hava eina sál og eina søgu. Tað avskeplaða er bara tað, tú sært. Tað er alt hitt, sum ger tað áhugavert at vita, hvar hesi fólkini fara, tá tey fara út úr myndini, og sum ger, at eg ofta fái hug at skriva stuttsøgur um tey, sigur Leif Sylvester og leggur afturat.
- Men fólk skulu heldur ikki vita alt. Tí hava eg eisini berar, hvítar puntar mitt í onkrum av myndunum, so fólk kunnu gita seg til, hvat kanska skuldi verið har.
Nýggj ”fornminni”
At tað loyndarfulla hugtekur Leif Sylvester, sæst eisini á høggmyndunum, sum eru við á framsýningini.
Flestu teirra hava sama barnsliga og skemtiliga útrykkið, sum málningarnir. Tí undrar tað eitt sindur, at ongin av høggmyndunum hevur litir.
- Tá eg geri høggmyndir, snýr tað seg fyrst og fremst um formin. Hevði eg lagt litir á tær, høvdu tær blivið dekoratiónir í staðin fyri skap, sigur listamaðurin og sær eitt sindur argandi út.
Tað sær nevniliga út sum, hann er byrjaður at mála flestu høggmyndirnar, men so er steðgaður á aftur
- Eg royni at geva eina fatan av, at hetta eru lutir, sum hava ligið eini 1000 ár í jørðini og júst eru gravaðir upp. ”Restirnar” av máling kunnu kanska geva eina ábending um, hvussu teir upprunaliga hava sæð út, hugleiðir listamaðurin.
Hittir enn Erik Clausen
Hóast Leif Sylvester rættiliga hevur gjørt vart við seg sum myndhøggari seinnu árini, dámar hon framvegis best at mála.
- Tá eg máli, havi eg tað stuttligast, tí tá kenni eg meg ikki bundnan av nøkrum, sigur provokatørurin, sum eisini framvegis hugnar sær saman við gamla vinmanninum Erik Clausen.
- Vit hittast javnan at hyggja at eftir boksikampum saman. Hvørja ferð onkur av stóru donsku boksaranum eru á skránni, eru eg og Erik báðir klárir frammanfyri sjónvarpinum og hugna okkum óført, sigur danski listamaðurin.
Framsýningini hjá Leif Sylvester í Norðurlandahúsinum verður at síggja fram til 28. september.