tíð byrjaði at skriva, dugir hon ikki rættiliga at siga. Ikki annað enn at henni altíð dámdi væl at skriva stílar í skúlanum, og at kanska eitt lítil neisti bleiv kveiktur, tá lærarin plagdi at lesar hennara [...] frið í sálina til at halda fram, sigur hon, men undrast kortini framvegis yvir, at tað júst gjørdist Tema við slankum , sum varð heiðrað við virðislønini. - Satt at siga helt eg, at handan bókin langt [...] Ella hava tey sum kenna hana kanska rætt, tá tey siga, at hon altíð hevur so nógvar antennur úti, at tað ikki er so løgi, at øll inntrykkini mugu sleppa út onkursvegna. - Jú, tað er nokk rætt at leggi til
fyri at klára tað arbeiðið, sigur Oddvør Johansen, sum er organistur í Havnar kirkju. Sálarbót - Eg plagi at siga, at eg eri ein søgusigari, eg havi ikki tær stóru ambisjónirnar, men mær dámar væl at siga [...] lívið. Og hetta er eisini at finna í nýggju skaldsøguni. - Temað í "Lívsins summar" er at fólk fara í holt við nakað sum tey ikki duga og tað er tað sama sum at fara í holt við at skriva. Eg visti ikki, um [...] royni at fáa fram í bókini. Har er ein maður, sum fer í holt við at byggja eitt klaver, hann veit ikki um hann dugir. Ei heldur um hann dugir at fáa klaverið at láta upp á tann rætta mátan. Tað er sum við
og hugsaða, tí, sum tey lærdu kalla supinum konjunktiv, á føroyskum hugsandi luttøkuháttur, sum t.d. "tú átti at skrivað henni nøkur orð", sum fleiri føra fram sum eina grundgeving fyri at varðveita ð-ið [...] nú vera komið fram til at vísa á nøkur vandamál í okkara skriftmáli og royna at geva eitt íkast til eitt ynskiligt orðaskifti, ið kann føra til bata. Her er tá fyrst at siga, at greinskrivarin er ikki [...] royna at halda aftur í hesari broyting, uttan at tað tó skal gerast til nakra málsekterismu sum t.d. við hvørsfallinum, sum tað við fyrimynd í íslendskum, meira enn natúrligt er, hevur verið roynt at gróðurseta
frálærutilfar, siga onnur, og onkur hevur hug at geva næmingunum skyldina. Mær er ongin ivi um, at aðalorsøkin til trupulleikan er skriftmálið sjálvt. Tað hevur alt ov lítið við okkara móðurmál at gera. Ofta [...] Tað ber til at læra kópar og delfinir at lofta við bóltum og elefantar at standa á einum beini, og tann úrmælti lærarin kann eisini koma væl á leið við teim gløggu næmingunum at læra teir at snúgva sær [...] hesa málsligu broyting sum eina afturgongd. Gevið gætur, at sviar tá høvdu bæði þ og og ð í teirra skriftmáli. Av hesum báðum er þ-ið tað fornara, er longu at finna sum rúnustavur, sum sæst á fyrra døminum
bíggjarfólk sum vesturi í Vágum. Vit hava øll lært, at sterkt bend kvennkynsorð hava -ar sum hvørsfallsending, og at henda ending eisini er tann vanliga í sambindingum; men eg tori at halda uppá, at tað er [...] vera rættari; men vit eiga at virða tann veruleika, at okkara móðurmál ikki altíð gongur eftir rætt-skrivingarreglum. Ongin má koma og siga, at fólk í Kirkjubø ikki duga at benda bøur, bø, bøi, bíggjar [...] fyri eystan siga og skriva t.d. bøker - bøkene, hester - hestene, haldi eg, at vit áttu at ásanna sama málsliga veruleika hjá okkum, at fleirtals -r-ið hvørvur í bundnum formi, soleiðis sum tú eisini sært
ikki til, at embætisfólk og politikarar á henda hátt skulu vera noydd at togast um viðurskifti, sum í øðrum londum eru púra greið, til onkur advokatur má koma upp í leikin sum kanningarstjóri at loysa knútin [...] ið betur umboða hetta tíðarskeið. Eiga at flagga við Dannebrog Hetta at føra aftur til 20-árini er ikki bara sum at siga tað, tí alt skuldi jú vera so ektað sum gjørligt. Til bóndahúsið hoyrir ein havi [...] Lendið í Hoyvík Sum áður nevnt varð tíðliga víst á, at Hoyvíkin átti at verið eitt framtíðar fríøki. Tað er einki at taka seg aftur í, at væl hevur verið hugsað og fyriskipað, við ikki at lata byggja út
einki at siga til, at onkur hevur hug at slaka fyri hesum ovurstýra trýsti frá tveimum nærum samdum síðum. Men gott í tykkum! Haldið fast um stevnuna uttan at himprast. Søgan fer skjótt at vísa, at tit høvdu [...] til at føra ein sovorðnan politikk, at munandi partur av møguligum oljupeningi endar í Keypmannahavn. Um NATO aftur fer at seta krøv til donsku stjórnina, ber til at nýta Føroyar og Grønlands sum »kort« [...] av tí at vinstrakreftirnar í Danmark vilja ikki finna seg í, at teirra land verður gjørt til bumbumál í NATO-samanhangi. Donsku politikararnir fáa seravtalur við ES, av tí at teir kunnu vísa á, at teir
av lyndi og gleðist yvir at síggja at fólk, sum kanska hava havt tað trupult, nú hava fingið tað betur . Hvat ger tú í frítíðini? Eg havi tvey deilig børn, sum mær dámar væl at spæla og hugna mær við, so [...] væntaði mær at tað fóru at vera nøkur fá folk sum komu at lurta, men eg bleiv tikin á bóli. Tað komu nógv, nógv fleiri enn eg hevði roknað við. Hevur tú áhuga fyri ítrótti? Eg má viðganga at eg eri ikki [...] United spæla, avtíð at onkur í húsinum heldur við teimum. Sjálvandi hyggi eg eisini tá okkara egna landslið spælur. Sjálv havi eg spælt bæði fótbólt og flogbólt sum ung, men eftir at børnini komu valdi
kreppan er. ? Og samstundis sum samgongan ætlar at gera hesar veldugu íløgur, tosar hon um at lóggeva móti fakfeløgunum, at »slúka kamelar«, at »slakta heilagar kýr«, og um at hallið skal vera heilt burtur [...] skuld ?Men báðir sýnast eisini at umboða eina hugsan, sum kann vera vandamikil: Nevniliga at kreppan bara fer at varða í tvey ár, og at tað tí als ikki er vandamikið at forða fyri avleiðingunum við lántøku [...] okkum. Hon skal ikki fara til at varðveita alt, sum tað er. ??Elefanturin og músin ?Tað verður eisini sagt, at tað, at vit sleppa at læna pengar, er prógv um, at búskapurin er sterkur og álitisvekjandi.
sjálvandi eisini nakað at gera við, at tað er stuttligt at fáast við útgávuvirksemi, bæði at leggja til rættis og at hava samskifti við høvundar. Tað er einki gullnám at fáast við, men at fáa eina lidna bók [...] rásunum, sum fólk hava í tilboði at síggja. Sjónvarp Føroya sleppur sær undan ymiskum, sum kundi hjálpt teimum upp á ein lættan máta at hildið fast í hetta føroyska, eitt nú við at tey settu sær fyri at lýsa [...] Hattarvík fer Árni Dahl at greiða frá útgávuvirkseminum og vánunum at arbeiða á útoyggj. Tað er kanska fyrstu ferð í søguni, at tíðindafundur verður í Hattarvík, men tað er ikki uttan orsøk, at Fannir hava tikið