vandi fyri at virksemi ikki fór at verða á virkinum aftur í bræði: Vóru fyrst maskinurnar farnar úr virkinum og av bygdini, so mundi verða seinur dagur til tær fóru at koma aftur! Men lukkutíð fyri víkafólk [...] trupulleikar við at halda hitanum. Ljóðið frá maskinum, ið koyra er tað fyrsta, ið møtir okkum tá vit trína innar í virkið. Virkisleiðarin, Háldan Haldansen úr Vestmanna tekur ímóti okkum og vísir okkum [...] aftur, fyrrenn hann er klárur til avskipingar til itálska marknaðin í norðara enda. Henda morgunin vit vitjaðu virkið vóru tey eini 25 til arbeiðis. Kvinnur og menn, sum fáa sína dagligu úrtøku í hesum
? Tað er nógv fyri, at vit hálvavegna verða skuldsett fyri ikki at skilja støðuna og fyri at seta krøv, uttan at hugsa um framtíðina. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum er grundleggjandi [...] gnum hava fingið. ? Vit hava stríðst tað mesta av nítiárinum fyri at fáa tað aftur, sum vit læntu landskassanum, tá ið ringast stóð til í kreppuni. ? Men enn er langt á mál. ? Vit hava hvørki fingið lønina [...] enda vit sum láglønarsamfelag, verður avleiðingin, at fólkið rýmir til grannalondini, har lønirnar eru hægri. ? Harvið missa vit eisini kunnleikan av landinum. ? Tí verður endin bara tann, at vit noyðast
burturbeinast Vit eru heimsmeistarar í „tað gongur nokk“ hugburðinum, og er hetta ein trupulleiki, tí vit eru harvið altíð ov sein á sjóvarfallinum og ikki før fyri at byggja upp fyri trupulleikunum fyri framman [...] trupulleiki fyri okkum og má broytast, um vit ætla okkum á vinnarabreytina í alheimsgerðini. EFTA limaskapur - Er tað nakað fyri okkum? Hvat fær okkum at halda, at limaskapur í EFTA, har vit fyri skjótt 40 [...] Ella skulu vit framhaldandi royna at hava sokallaða assosieraða avtalu við ES, har vit royna at fáa sum frægast burturúr, men har vit vita, at tað altíð verður tað næst ella triðbesta vit fáa burturúr
framtíðini, og vit fara at leggja alla orku í at liva upp til hesa ábyrgd. Vit fara at reka okkara miðlavirksemi á fólkaræðislig grundsjónarmið. Við støði í lønandi og sunnum rakstri fara vit at stuðla [...] gjørligt í heiminum uttan um okkum. Vit fara úti sum heima at leggja dent á mannarættindi og virðing fyri øllum menniskjum uttan mun til átrúnað ella húðalit. Vit fara at leggja dent á kunning um [...] eisini fer at fevna um aðrar miðlar. Vit hava sostatt sett okkum nøkur mál og arbeiða dagliga við at tilevna tær strategiir, sum skulu føra okkum fram móti hesum málum. Vit venda støðugt eygunum móti framtíðini
valstríði. Tá ið vit tosa um fiskuvinnuna í Føroyum, er tað sera umráðandi, at vinnan sjálv verður hoyrd og at vit finna skilagóðar loysnir uppá, hvat vinnan megnar at gjalda til búðskapin. Vit mugu minnast [...] til, at vinnan brúkar olju og at oljan eisini er dyrkað fyri vinnuna. Vit hoyra ofta um bruttovirði í KVF og øðrum miðlum, men sjáldan hoyra vit um nettotøl; t.v.s tað, sum veruliga er eftir á botlinjuni [...] tjóðveldisskútuna og saman kunnu vit gera mun! Ung fólk í vinnuna Okkara stoltu sjófólk fækkast og vit síggja, at fleiri skip nýta útlendska manning gjøgnum fasttrack-skipana. Vit hava hoyrt í miðlunum, at
stovnum, sum taka sær av menning, útbúgving og arbeiði. -Vit royna fyrst og fremst á einum hægri støði at skapa áhuga fyri bretskari mentan, og tí geva vit legat til fólk, sum longu hava eina universitetsútbúgving [...] føroyingar hava brúk fyri stuðuli ol. Sum heild verður stórur dentur lagdur á frá bretskari síðu at vaksa um áhugan fyri tí enska málinum. Men eisini innan tónleik og list finnast møguleikar fyri at fáa stuðul [...] vitjaði Norðurlandahúsið, Listaskálan, Fornminnissavnið, Fróðskaparsetrið og Kristian Black. -Vit eru eisini til fyri at geva upplýsingar um mentanartiltøk og útbúgvingarmøguleikar í Bretlandi sum heild leggur
fyrstu nevnd felagsins. ? Men ætlanin er at útvega 2-3 milliónir krónur. ? Útlitini fyri at útvega peningin eru góð. Vit hava gjørt ávísar kanningar áðrenn felagið var stovna og tað vísir seg at bæði stovnar [...] setur pening í. Vinnufelagið skal skapa fortreytir Sum nevnt í byrjanini av hesi grein, so er felagið ikki burturav ætla vestmenningum. Í fyrstu grein í viðtøkunum fyri Vestmanna Vinnulívsfelag stendur [...] nýstovnaða felagnum at verða við til at økja áhugað fyri økinum kring báðar kommunurnar. Men hví hava vestmenningar tikið kvívíkingar við í hetta felagið? ? Fyri tað fyrsta, so hevur tað altíð verið eitt stak
ngi. Einoygd fokusering á fiskatilfeingi og flakavinnu forðar fyri menning av øðrum vinnugreinum og fyri ílegum í aðrar vinnugreinir. Vit mugu sýggja okkara tilfeingi í síni heild. Møguleikarnir í ferðavinnuni [...] at vit sjálvi sita við framtíðini í okkara hondum og at tað er okkara máttur og dirvið sum skapar framtíð her suðuri. Nýstovnaða íleggjarafelagi hjá Suðuroyar Sparikassa prógvar viljan til at skapa virksemi [...] hvør ungdómi farin av oynni, ein missur fyri alla oynna. Áhaldandi sundurlyndi er ein forðing í menn-ingini av oynni. Nýstovnaða alivirkið er prógvið ið vísir at vit megna. Fremsti eginleiki hjá nýggju fyritøkuni
setast í staðin fyri screeningar. Finna tað vita skulu Baldur Sigfússon er sum heild sera væl nøgdur við úrslitini á mammografi sentrinum í Reykjavík, har hann starvast. - Vit finna tað vit skulu, eisini [...] screeningum væl og virðiliga viga upp móti vansunum. Tí mælir hann eisini til at skapa tær fyritreytir, sum skulu til, fyri at seta hesar kanningar í verk í Føroyum. Minka um deyðstilburðir Sambært Balduri [...] áðrenn tær koma aftur, og hetta skapar trupulleikar fyri samlaðu eftirmetingina, sum fevnir yvir eitt tveyára áramál. Harumframt økist vandin sjálvsagt fyri, at ein knykil tekur seg upp, sum ikki verður uppdagaður
undir við tilmælinum. Í tilmælinum mæltu vit til óbroytt fiskidagatal, siga umboðini fyri vinnuna í einum tíðindaskrivi mikukvøldið. ? Stórur ómakur var gjørdur fyri at hetta tilmælið skuldi vera so væl undirbygt [...] Ikki undirbygd Vinnu-umboðini fyri í skipanarnevnmdini vísa á, at ístaðin hevur fiskimálaráðharrin skotið upp fyri tinginum at skerja dagatalið 10%. ? Grundgevingarnar fyri hesum eru lívfrøðilig sjónarmið [...] prógvaðar broytingar í grundarlagnum fyri henni. ? Og vit meta ein niðurskuðr uppá 10%, ella 5% sum vinnunevndin nú mælir til, sum tilvildarligir niðurskurðir, sum bert kunnu skapa ótryggleika í vinnuni, og sum