Mánakvøldið stovnaðu vestmenningnar vinnulívsfelag við tí endamálið at stovnseta ein vinnurekandi grunn.
Grunnurin, sum skal stovnsetast skal hava til endamáls at betra um fíggjarmøguleikarnar fyri at stovnseta ella varðveita vinnuvirksemi í økinum kring Vestmanna og Kvívíkar kommunur.
Tað hevur verið tosað og skrivað nógv um,. at tað er ov torført at útvega fígging til nýggj virkir.
Fíggingarmynstrið í Føroyum hevur verið tað, at tað sum eigararnir ikki kunnu útvega úr egnum lumma, hava teir fingið til vegað úr peningastovnunum.
Og tað er júst her sum vestmenningar nú vilja broyta mannagongdina.
Tað skal gerast meira vanligt, at vinnuvirkir fáa fígging aðrastaðni eisini.
Útvega stovnsfæ
Sum nevnt er ætlanin, at seta á stovn ein fíggingargrunn, sum skal veita fyritøkum fígging.
Ein tílíkur grunnur skal hava eitt stovnsfæ, men hvussu eru útlitini til at útvega pening til eitt stovnsfæ, og hvussu nógv er ætlanin at útvega?
? Í fyrsta umfarið leggja vit okkumeftir at útvega minst 500.000 krónur, sigur Jógvan Sigurd Poulsen, sum saman við Jóan Magnus Olsen, Karl Simonsen varð valdur í fyrstu nevnd felagsins.
? Men ætlanin er at útvega 2-3 milliónir krónur.
? Útlitini fyri at útvega peningin eru góð. Vit hava gjørt ávísar kanningar áðrenn felagið var stovna og tað vísir seg at bæði stovnar og feløg eru áhugaði at seta pening í ein tílíkan fíggingargrunn, sigur Jógvan Sigurd.
Stovna grunnin áðrenn ár 2000
At seta á stovn ein grunn tekur sína tíð.
Reglugerðir skulu gerast fyri grunnin og stovnsfæið skal útvegast.
Í Vestmanna hava teir hugsað nógv um gegnisspurningin og tí eru teir komnir til ta niðurstøðu, at vinnulívsfelagið og grunnurin skulu verða púra leyst av hvørjum øðrum, bæði persónliga og »juridiskt«.
? Ætlanin er, at fáa professionelt fólk, sum hevur tilknýti til Vestmanna at sita í nevndini fyri grunnin og á tann hátt sleppa undan ivaspurningum um gegni.
Ikki treyta av nevndarsessum
Hvussu skipanin við grunninum kemur at virka er sjálvandi ov tíðliga at siga nakað um enn, men eitt hugskot er, at grunnurin fer at seta partapening í fyritøkur, sum hava møguleikar at klára seg.
Tað er ikki hugsandi, at grunnurin fer at veita lánsfígging, men heldur at hann fer at verða við til at styrkja um eginkapitalgrundarlagið hjá fyritøkum í Vestmanna.
Er so ætlanin, at grunnurin skal hava nevndarsess í teimum fyritøkum, hann setur pening í?
? Tað er ikki vist, sigur Jógvan Sigurd Poulsen.
? Sum tað sær út í løtuni, so er tað ikki eitt ófrávíkiligt krav. Í onkrum føri verður tað helst kravt, men hinvegin, so verður neyðugt, at fylgja við gongdini í teimum fyritøkum grunnurin setur pening í.
Vinnufelagið skal skapa fortreytir
Sum nevnt í byrjanini av hesi grein, so er felagið ikki burturav ætla vestmenningum.
Í fyrstu grein í viðtøkunum fyri Vestmanna Vinnulívsfelag stendur, at endamálið er at økja um vinnuvirksemi í økinum, sum í dag fevnir um bæði Vestmanna og Kívíkar kommunur.
Sum nevnt vigar grunnurin tungt í fyrstu uppgávunum, men tað er eitt høvuðsmál hjá nýstovnaða felagnum at verða við til at økja áhugað fyri økinum kring báðar kommunurnar.
Men hví hava vestmenningar tikið kvívíkingar við í hetta felagið?
? Fyri tað fyrsta, so hevur tað altíð verið eitt stak gott samstarv bygdanna millum. Men harafturat mugu vit eisini hugsa um, at kvívíkingar eiga helvtina av fjørðinum. Kvívíkar Kommuna røkkur heilt út á Válin, sigur Jógvan Sigurd Poulsen.
? Og tí hava vit sett í viðtøkurnar, at bygdarráðsformenninir í báðum kommununum skulu verða fastir nevndarlimir.
Bæði bygdarráðini hava nú eisini játtað at verða við í felagnum. Kvívíkingar vóru eitt sindur ivasamir, men hava nú boða frá, at teir eru áhugaðir at verða við í felagnum.
Á stovnandi fundinum mánadagin vóru tríggir nevndarlimir valdir og teir eru Jógvan Sigurd Poulsen, Karl Simonsen og Jóan Magnus Olsen. Afturat sær fáa teir bygdarráðsformenninar Gunn Joensen úr Vestmanna og Ara Johannesen úr Kvívík.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn, men fer at gera tað á fyrstkomandi fundi.