Knarvakotið, framtíðar ljósa hop, var ein sangur, sum rungaði í hvørjum skoti seinnu helvt av fimtiárunum, Sára var ein annar og so við og við komu fleiri fulltreffarar, sum sóu verðina frá teirri skemtiligu [...] Hetta var samstundis ein heilsan til álvarsmannin og skemtaran Poul Arna Joensen, sum fyllir 90 ár leygardagin. Poul Arne er kendur fyri so mangt. Eina kendast mundi hann vera sum skemtari, og tað var [...] prenta Følv, tá alt annað var gjørt. Poul Arne arbeiddi sum prentari í nøkur ár, men so broytti hann kós. Hann fór á heilsøluna hjá Poul Hansen í Havn sum sølumaður. Har var hann í eini 20 ár. So var hann nøkur
glasera flakið sum kemur framvið, annaðhvørt talan so er um tosk, upsa ella hýsu. - Men sum tað er beint nú, er tað mest upsi sum verður koyrdur ígjøgnum, greiðir Esmar frá. 8 til 4 Nógv eru tey sum halda, at [...] fari í øllum førum glaður til arbeiðis hvønn dag, sigur Esmar Hvannastein Sørensen, sum vit hittu fyrrapartin, júst sum hann var liðugur við kaffisteðgin. Hann stóð tá við printmaskinuna, ið skrivar út [...] - Eg hugsaði bara sum so, at tað mundi loysa seg betri at vera í landi. Og tí arbeiði eg her, sigur hann við einum brosi. Her stendur hann aftanfyri bandfrystaran á Norðfra, har ein av hansara uppgávum
hesum fólkunum, sum hava møguleikan at gera brúk av tí, sum samfelagið bjóðar teimum eldru. Og hví skal landið taka ein so stóran part av tí, tað gevur teimum eldru í pensjón innaftur í skatti? Illa viðfarin [...] nógvu, sum ikki sleppa inn á ellis- og røktarheim - bíðilistin til fimm av teimum stórstu heimunum liggur um 500, vísti Sosialurin á í gjár - hvørja sømdir fáa tey frá samfelagnum? Er tað familjan, sum má [...] heilt síðani ein tjenti sær tey fyrstu oyruni. Tá ið hesi fella frá, og ikki orka meir. Hvat ger samfelagið síðani fyri tey? Hvørjar umstøður fáa hesi at liva undir? Ella er tað bara ein partur av hesum
og áhugin hjá smærri bólkum, sum hava hug at koma inn á matstovuna at fáa sær ein góðan bita, er vaksandi. ? Tað eru til dømis ítróttarfeløg ella ymiskir áhugabólkar, sum bíleggja. ? Nú er møguleikin hjá [...] vera fyri seg sjálvan og næstan hava tað, sum tey ynskja, sigur Nordin. Nøgdir kundar er besta lýsingin Gestirnir eru nógvir á Marco Polo. Ein vanligan dag liggur tað um eini 50, meðan einir 200 gestir plaga [...] matur eisini koyrdur út ? Tað, sum vit leggja mest dent á við matstovuni, er, at fólk skulu kenna seg væl, meðan tey eru her. - Vit vilja ikki vera eins fín og dýr, sum fleiri aðrar matstovur í Havn. Vit
nakað, sum fjølmiðlarnir billa sær inn. Talsmenn hjá ST og neyðhjálparfelagsskapir siga, at hungursneyðin í Darfur er eitt vápn. Tey hava lagt ta sudansku stjórnina undir at reka ein politikk, sum hevur [...] lítli Zohar spýtir vatnið útaftur. Hann hostar, og tann tunna húðin liggur tætt at rivjabeinunum. Á tí klæna arminum hevur hann eina nál, sum hann fær føði ígjøgnum. Zohar hevur malaria, og hann er versnaður [...] leguni fingið minni enn helmingin av tí mati, sum teimum tørvar fyri at halda sær á lívi. Hvønn dag doyggja seks fólk. Tað eru yvirhøvur børn og gomul, sum ikki megna at standa ímóti hungri og sjúkum. Tætt
komandi árini, sum vit hava havt seinastu árini. Ein sterkur Sambandsflokkur gevur ein sterkan Tjóðveldisflokk, men onga loysn á ríkisrættarliga spurninginum. Ein sterkur Tjóðveldisflokkur gevur ein sterkan [...] valið. Ein heilgardering ímóti loysingini er at finna hjá tí flokki, sum vil inn og loysa hetta málið. Heilgarderingin er ikki at finna hjá einum flokki, sum vil seta seg hendur í favn. Vel ein flokk, [...] hevur so nógv sum Edmund Joensen, sum løgmaður frá 1994 til 98, stuðlað uppundir loysingarveingin, og eingin politiskur flokkur hevur givið loysingarrørsluni so nógvan vind í seglini sum júst Sambandsflokkurin
skal heldur lesast sum nakrir supplerandi tankar um hetta evnið. Petur skrivar, at "vit hava eisini máldogmur og polemikk, sum gera málið til ein eksklusivan klubba, har bert tey, sum tosa reint og estetiskt [...] málið (kanska serliga tað føroyska) verður mangan nýtt sum eitt torturinstrument heldur enn eitt konstruktivt amboð. Nógv vilja nýta málið sum ein hamara og smíða sær eini hús. Onnur taka hamaran í hond [...] hugsa og at man ikki hevur visiónir eins og tey "skriftlærdu". Vit hava í dag eina elitu, sum í veruleikanum hevur patent uppá at definera veruleikan á skrift. Ein bólkur av fólki hevur vald til at definera
hevur kirkjuráðið fingið uppskot um eitt øki nærhendis Sandá, og liggur tað uppskotið í løtuni til almenna hoyring. Gongst sum ætlað, kann ein nýggj kirkja standa klár her um eini 3-4 ár. Á Glyvrum er ætlanin [...] teir ídnir til verka við at byggja kirkjuna sum stendur á laðaðari grund. Skjótt varð arbeitt, tí kirkjan varð vígd longu fyrsta sunnudag í advent hetta árið sum var 3. desember ella nakað frammanundan, 18 [...] liðin nøkur ár síðani, at kirkjuráðið søkti um grundstykki. Tey ynskja at fáa eitt øki, sum ikki er longri enn ein kilometur burtur frá kirkjugarðinum. Tá ið grundstykkið er komið uppá pláss, kunnu tey
Gjørligt er at keypa sær salat av 18 ymiskum sløgum, sum ein sjálvur velur. Livandi hummarar svimja runt í einum kari, og so er bara at velja sær ein sum skal í pottin. Markna:ur Mitt inni í Miklagar:i savna:ust [...] ggja Miklagar:i. Ta: ger, at tá ein kemur inn í handilin, eru blómur ta: fyrsta ein sær. Grønmeti, i: fyrr var vi: inngongina, er flutt longri inn í handilin. Annars kennir ein seg aftur í Miklagar:i, hóast [...] turriklø:um. Tá ein hevur goldi: fyri ta:, i: keypt er inni í Miklagar:i, kemur ein út til gamla Horni: og bakarin. Ùrvali: av blanda:um bommum er nógv størri enn fyrr. Nærmast Apotekinum er ein n!ggj opna
avgjørt at hava fasta telefontíð, har borgarin kann ringja til sín og fáa eitt stutt prát um tað, sum liggur teimum á hjarta. Undirtøkan hevur verið góð, sigur Johnny í Grótinum. Telefontíð er seinasta mikudag [...] teirra nevndi, at hann helt tað vera skilagott, um ein greið ætlan var við sjúklinginum, eisini viðvíkjandi uppfylging eftir skurðviðgerðina, so ein fekk eina tíð til uppfylging beinan vegin. Nú er í onkrum [...] víst at arbeiða við at seta betri skipanir í verk á hesum økinum, sigur Johnny í Grótinum. - Ein onnur, sum ringdi inn, hevði at okkum, at tað meðan hon var á Landssjúkrahúsinum, var torført at fáa frið