av teirra kosti. Her er Hilmar í fimm ár. Ein av stuttligu søgunum frá Nyborg, er, at ein dagin eru Hilmar og ein annar deyvur maður farnir á tandem-súkklu ein túr. Teir eru helst komnir ov tætt, har ið [...] minnist bert eina ferð at vera farnan í ein kjallara vegna luftávaring. Hilmar var farin út at spáka. Tá kemur ein eldri kona rennandi móti honum og fer oman í ein kjallara. Hann fer aftaná, tá ið hann skilir [...] inn á dekkið. Knappliga reistist ein sjógvur fimm metur yvir skipið og breyt inn á dekkið. Hetta var so ógvusligt, at tað kendist sum ein bilsamanstoytur. Skipið fekk stóra slagsíðu. Eg datt í egning
túr til skips, eins og søgan nærum varð skrivað frammanudan, at Atli fylgdi í fótasporunum á faðirinum, tá hann nøkur ár seinni tók næsta stigi, og fór á skiparaskúla í Havn. Tá ein annar úrmælingur [...] Atli á Plógv varð føddur og vaks upp í Sandavági. Faðirin var skipari, og ein av undangongumonnunum innan føroyska rækjuvinnu. Harumframt høvdu eisini flestu pápabeiggjarnir hjá Atla [...] faðirinum, Jóhan á Plógv, og svágri hansara, Godtfred Joensen í Miðvági, stóra trolaran sum fekk navnið V. U. Hammershaimb, og var útgjørdur til rækjuveiðu. Atli var tá bert 24 ára gamal, og
gjørdist kendur trúboðari. Ein beiggi var Sofus Bech, ein koyrari á sjónum, sum komið verður aftur til. Beiggin Zakaris Bech búði í Havn og var kendur sum snikkari, og ein beiggi var Palli, sum búði í [...] aftur frá teimum. Ein kendur pápabeiggi var Hans Jacob, vanliga kallaður Grani. Hann var ikki sum onnur fólk, heldur ikki var hann nakar innløgumaður. Men hann dugdi væl at taka til. Ein søga er um, at hann [...] hevur nakað við søguna hjá Brøðrasamkomuna, sum kom til Porkeris í undanfarnu øld og longu í 1907 fekk ein fundarsal, Bethania. Tá hendi tað, at hann sum plagdi at lesa lestur í kirkjuni, fór yvir til B
hann var átta ára gamal. Hann misti tískil ein skúlaflokk og fór úr 1. flokki í 3. flokk. Hetta helt hann hava darvað sær rættiliga nógv. Og at ganga í skúla var ein rættiligur teinur. Tað var enn longri av [...] Steingrim hevði myndatól við og fekk tikið myndir av skipinum. Bretska hervaldið heitti annars á fólk um at siga frá, um tey sóu okkurt, sum kundi vera illgrunasamt. Ein dagin Steingrim og vinmaðurin Vilmund [...] fer á land Tann 23. august 1950 var ein minniligur dagur. Zacharis og beiggin Steingrim vóru farnir í bøin at sláa. Tað var so nógv toka, at tað sást ikki oman á sjógv. Knappliga hoyra teir eina skipsfloytu
bygdafólkið var tá, eins og í dag, einamest fiskafólk, sum livdu av tí, sum havið gav – at fiska, selja og keypa – og so ein jarðarlut til kúnna og nøkur epl. Tað var tað. Men Skopun var eisini ein bygd, sum vegna [...] lovaði ein dusør upp á 5000 kr. Men mong ár seinni, tá Petur Mohr Dam var løgmaður, varð hann boðsendur til ein mann, sum lá at doyggja. Hesin bekenti nú sína synd og bað um fyrigeving. Tað fekk hann, og [...] frælsi at búgva, har tað er gott at vera; har ein og hvør skal kunna forsyrgja sær og sínum, og øll hava fría atgongd til lærdóm, upplýsing og mentan, óansæð um ein er ríkur ella fátækur av burði. Hetta stríð
lagi ein dag longri, enn um veðrið hevði verið hampiligt. Kortini roknaðu vit við at fáa ein heilt góðan túr, tí Brandur, sum seldi nakrar dagar undan okkum, seldi fyri 17.000 pund. Hetta var ein av teimum [...] hevði eisini týdning, at manningin varð vird av yvirmonnunum. Hans Pauli var ein slíkur maður, at hevði hann nakað at siga uppá ein mann, so segði hann tað við viðkomandi í einrúmi. Tá ið vit byrjaðu við [...] fast við Longva 2 og at skaffa onkran mann afturat, sum var kendur við trol. Eg fekk so Poul Holm við mær, hann var ein raskur og royndur trolmaður. So vit vórðu tveir porkeningar við, og tað vóru eisini
á Suðurlandinum. Onkur dagløn var fingin við tilrigging. Eg fekk so uppgerð beint fyri jól, sum var tað vanliga. Eg fekk peningin í ein konvolutt. Tá eg fór heim og legði hann á borðið, fór mamma at [...] farið norður eftir við fiskinum, sum hann flutti seg. Eg minnist ein dagin, vit vóru í Dýpinum. Tá fingu vit 10.300 stórar toskar. Hetta var ein grovur dagur. Tann dagin fingu allir bátarnir fýra ferðir uppí [...] hjá tí fremsta. Tað var ein partur av órættvísinum við sjálvdrátti, at fiskatalið hjá hvørjum einstøkum fiskimanni eisini valdaðist, hvar á skipinum, ið hann stóð. Tí var tað ein fyrimunur at fiska frá
menn komu at vitja kundu teir sita ein heilan dag og tosa um seyð. Tað skal sigast, at Óli var ein merkisverdur persónur. Hann hevði sannar skaldagávur. Hann yrkti ein hóp av sálmum, sum tað eisini sæst [...] ætlað, uttan mun til um ein er á sjónum ella landi. Nú so nógv verðir tosað um visjón vil eg siga, at ein visjón, sum ikki røkkur í Himmalin er ikki nógv verd. Tá man hevur verið ein túr burtur, plagar man [...] er tað besta eftir hjá okkum: Himmalin!« Vit takka teimum báðum. Ein slík samrøða og frásøgn ger, at ein kemur at kennast betri enn ein gjørdi frammanundan. Hetta hevur eisini verið galdandi í hesum førinum
hetta var skilagott. Eg minnist, at ein maður kom skeivur í sjógvin og fór undir sum ein steinur, tá ið vit hálaðu. Men tíbetur vit fingu hann inn, men tað var ein øgiligur sjógvur, ið kom úr honum. Tað [...] hetta var ein rættilig royndarferð. Men eydnan var við mær, og eydnaðist mær at koma inn á fastlandið við postbátinum. Síðani gekk leiðin við bussi til Reykjavíkar. Komin á farstøðina spurdi eg ein mann, um [...] senda fjarrit heim og bað bróður, og ein annan, ið eg kendi, koma yvir. Teir komu við »Emmu«, og har vóru vit verandi í fýra ár. Seinni fór eg við íslendskum trolara og fekk nógv samband við íslendingar. Eg
tók tað eini trý korter, til ein var aftur. Tað var ikki so galið. Tað var nógva aðra staðni longri at ganga enn tað. Men tað var nakað tungt at koma niðan. Eg fekk so gjørt ein rennistrong oman til hús. [...] loraðir á sjógv at kanna, um nakar skaði var. Skipið lak so ikki og sigldi á Skálavík. So nógv hevði staðið á, at Smiril mátti á beding. Hann kundi nevniliga ikki bakka. Umvælingin tók 14 dagar. Ein seyðamaður [...] henni. Tá ið teir ólavsøkudag sama ár vóru millum tær báðar Dímunar kom ein flúgvari eftir skipinum. Ove Mikkelsen, sum var ein av manningini, leyp fram á hvalabakið og skeyt eftir honum. Hann helt undan