fjølmiðlar við í at skapa spjøldur og myndir um, at nú valdar semja og arbeiðslag, meðan tað sjálvsagt eru Tjóðveldi og ikki minst undirritaði, sum eru klandursvætti og ómøgulig. Seinasti sjónleikurin hjá [...] kinum, har eg gjørdi vart við, at tað ber ikki til at bluffa og leggja orð í munnin á teimum, sum vit skulu samráðast við. Eg heitti har eisini á fjølmiðlarnar um ikki at bera tíðindi, ið ikki vóru eftirkannað [...] hava hildið tíðindafund um, og roynt at billa Føroya fólki inn. Fær tað avleiðingar? Sostatt kunnu vit staðfesta: Føroya Løgmaður, Sambandsflokkurin og Edmund Joensen, hava bluffað føroysku fjølmiðlarnar
lort, sum tit báðir gera, Kári og Álvur, so mugu vit sum lesarar ganga út frá, at tit kenna eina ruskbingju hjá IRF frá øllum øðrum í samfelagnum. Tær eru ljósabláar, úr jarni og tær nýggjaru hava plastikklok [...] Nú veit eg væl, at tað er ikki nakað endamál í sær sjálvum at hava rætt. Eg veit, eg havi rætt í málinum um ruskplássið á Hellunum og eg vil tí hjálpa Kára og Álvi og gera arbeiðið hjá teimum liðugt, tá [...] er einki endamál í sær sjálvum. Eg biði um eina umbering til hellumenn, og tit svara, at tað koma vit at bíða leingi eftir. Eg fari her at grundgeva fyri, hví eg haldi, at tit framvegis skylda hellumonnum
skotska málið ta ferðina, sera væl við einari refleksbjarging. Tað havi eg ofta iðrað meg um, men nú fáa vit og eg ein nýggjan møguleika, staðfestir Todi Jónsson, sum við átta málum er toppskjútti í teimum [...] høgar bóltar inn í brotsteigin: ? Vit hava hugt at 1. hálvleiki av málleysa dystinum, sum Litava og Skotland spældu í Vilnius, og eg haldi ikki, at skotarnir vóru ræðandi. Vit løgdu serliga til merkis, at [...] Mikkelsen. Spælararnir, venjarin, leiðararnir og hjálparfólkini eru samd við pressuni og teimum 20 ferðafólkunum, sum vóru við í Litava og eru við í Aberdeen, har tey halda til á nýggja Patio gistingarhúsinum
Niðanfyri koma vit bert lættliga inn á okkara viðmerkingar og niðurstøður. Yvirlitið yvir umhvørvisárin (Mynd 11 i Umhvørvisárinsmetingini) er ófullfíggjað, tá ið tvey týðandi árin ikki eru tikin við: Minking [...] Í stuttum eru hesi tey týdningarmestu punktini: • Umhvørvisáringsmetingin er ónøktandi, og undirmetir margfeldið av fugli í økinum. • Klivaløkshagi bæði umskarar og er umgirt av “Important Bird Areas” [...] vindmyllulund í Klivaløkshaga og atkomuveg fevnir um eitt øki á áleið 3,2 km2. Fyri at lætta um, brúka vit her heitið Klivaløkshagi fyri tað avmarkaða øki umframt atkomuvegin. Økið hevur Søltuvík vestaru megin
tað eru fólk, sum av fríum vilja søkja einsemi. Einbúgvar. Hvussu við teimum? Tey eru ikki einsamøll. Full av trúgv og tonkum. Flestu okkara vilja hava eitt menniskja undir liðini á okkum, tá vit skulu [...] á deildini hægri uppi og stríðist. Hann hevur tað ikki so gott”. “Eg átti at hugt inn til hansara. Vit kennast”, helt eg fyri. “Ja vælsignaður, ger tað. Hann fær helst ikki ov nógvar vitjanir”. Eg fór nakrar [...] Heima hjá honum savnaðust eingi vinfólk. Og sjálvur leitaði hann sær ikki til onnur at vera saman við. Nú skuldi hann møta deyðanum. Púra einsamallur. Festur í nakrar gevarar, sum boðaðu einum elektroniskum
Hini 52% eru á føroyskum hondum. Tummas Justinussen sigur víðari, at hetta er jú eitt nýtt øki fyri okkum føroyingar, og tað krevur tí av okkum, at vit byggja tað upp frá botni av. Tað at vit eru vanir við [...] Uppá fyrispurning um talan í veruleikanum ikki er um norsk áhugamál, sum fáa henda stóra sáttmála, nú tað verða norsk skip og norskar manningar, sum skulu gera arbeiðið sigur Tummas Justinussen, at tað [...] aftur, at her skal vera talan um nakað strávirksemi fyri norsk áhugamál. ?Hetta er nýtt fyri okkum og vit mugu samstarva við aðrar. Tað vildi verið ørskapur at farið inn og keypt skip til hesa uppgáva. Neyðugt
liva upp til. - Men samstundis royni eg at minna meg sjálva á, at abbi mín og eg eru frá hvør síni tíð og so nógv ár eru ímillum okkum. Tað kann vera ógvuliga torført at seta meg inn í, hvat hann hevur [...] Størsta avbjóðingin er at sleppa at gera eitt tómt rúm ella pall um til ein leik. - Vit fáa eitt leikrit og so skulu vit formgeva pallin. Áðrenn tú hevur lært øll tey praktisku tingini, er frælsið stórt [...] nakað víðari frá teimum, - kanska humorin, sum er serligur fyri okkum, haldi eg. Lisa heldur, at tað eru bæði fyrimunir og vansar at vera partur av eini familju, sum hevur eina so stóra mentunarliga bakgrund
kendi seg ongantíð hóttan, og tað var sjón fyri søgn, at á OB liðnum eru eingir arbeiðsmenn. 1-0 sigurin hjá Herfølge ger, at teir eru so gott sum leysir av niðurflytingarplássinum, sum teir so at siga undan [...] Vejle av 5-0, og nú verða teir neyvan tiknir í kappingini um DM. Silkeborg var eisini sannførandi, tá teir á heimavølli vunnu 3-0 móti Lyngby. Tað er nógv lív í danska fótbóltinum, nú teir skunda sær at [...] num, um hann tekur av tilboðnum hjá Standard Liége í Belgia, um at gerast venjari hjá teimum. Men vit kunnu undir øllum umstøðum staðfesta, at Todi hesar nógvu síðstu vikurnar hevur livað upp til krøvini
heiðursmerki Eftir øllum at døma, so bara javnleikurin við sær, at B36 nú fer at standa uttan heiðursmerki, tá árið er liðugt. Fimm stig eru nú upp til NSÍ og KÍ, og tað skal vera løgið, um tey bæði ikki fáa [...] Skála ella TB skulu vinna báðar dystirnar, sum eftir eru, og í so máta er støðan hjá EB/Streymi helst hin sama, sum hon var undan dystinum, men tá var hon nú heldur ikki so galin. Tilveran í deildini tykist [...] Fótbóltur Vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, at fyri bæði EB/Streym og B36 var galdandi , at teir sunnudagin skuldu royna at fáa fótbóltslagið upp, eftir at gongdin seinnu umførini hevði verið eitt sindur
nøkur fólk, sum kanska av átrúnaðarligum orsøkum eru trælabundin í einum hjúnarbandi, sum tey vilja sleppa burturúr, nú kunnu gnýggja sær í hondunum, tí onnur nú verða verri fyri. Har er als eingin logikkur [...] o. o. sálda fyrst tað frá, sum gevur teimum atkvøður, og tí verður spart eitt nú á hesum øki, har fólk frammanundan eru illa fyri og illa fáa vart seg. Her er tað, at samvitskan hjá Finni Helmsdal sigur [...] eftir hetta, sigur Finnur Helmsdal, at var hon ring áðrenn, so verður hon verri nú. Finnur Helmsdal er ikki tingmaður meira, tí nú hevur Annita á Fríðriksmørk tikið sætið aftur. Hon hevur verið í barnsburð