tænasta, sum er vorðin vanlig í øllum størri talvkappingum nú á døgum. Hartil hevur gingið seint í dag at fáa úrslit og sjálv talvini út, men kanska eru hetta byrjanartrupulleikar, sum vunnið verður á. [...] Dysturin millum liðini, sum eru styrkismett sum tey bæði stinnastu, og hava vunnið kappingina báðar seinastu ferðirnar, endaði 2½-1½ til okkara. Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri á [...] remis. Hetta var góð byrjan hjá føroyska liðnum, sum má knógva undir favorittbyrðuni. Tá ið tað ikki eru borðstigini, sum longur telja, men sjálvt dystarúrslitið (tvey stig fyri vunnan dyst, eitt stig fyri
Hann skemtar við at SA heldur kanska at ein støddfrøðingur er víðgongdur tá hann trýr at 2 og 2 eru 4. Nú haldi eg at onkur gloymdi bóltin og fór eftir manninum. Og HAS tykist ikki gera mun á rationalismu [...] hansara er, eftir míni metan, ein uppgerð við trúarinnihaldið í kristindóminum. Slíkar uppgerðir eru ikki óvanligar í bókaheiminum. Tað, sum hinvegin tykist løgið er, at Miðlahúsið fagnar hesum fáar dagar [...] Hinvegin vil hann hava meg at grundgeva fyri sannleiksvirðinum í t.d. trúarjáttanini. At trúarorðini eru partur av katólskari og lutherskari kristnifatan er ein sannroynd. Sannleiksvirðið er ein annar spurningur
at velja hann. Politiskir eygleiðarar í USA eru á einum máli um, at dagurin í dag kann fáa avgerandi týdning fyri uppstillingina hjá demokratunum, og teir eru samdir um, at vinnur Hillary Clinton ikki í [...] Obama, sum verður forsetavalevni hjá amerikonsku demokratunum í heyst. Ikki færri enn 370 valmenn eru at kappast um á dagsins uppstillingarvalum í Texas, Ohio, Vermont og Rhode Island. Sunnudagin høvdu [...] statunum, og leingi var tað líkt til, at tryggir sigrar har kundu bjarga henni uppstillingina. Men nú er alt broytt. Ta seinastu tíðina hevur Barrack Obama dugað betur at savna pening til sítt valstríð
má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops. Lat okkum tí geva [...] at Javnaðarflokkurin hevði almannamál og fíggjarmál um hendi, til frama fyri Kristian Magnussen, sum nú bleiv orðførari hjá Javnaðarflokkinum í almannamálum. Tá so tann orðamikli, brasni Kristian Magnussen [...] aðrar inntøkur, hevði væntað sær meira, men fjøldin hevur fingið og fer at fáa eina munandi bata. Tað eru tveir, sum leika mest í, teir vilja hava Helenu Dam á Neystabø frá. Tað sær út sum fyrrverandi løgmaður
Rannvá hevur á framsýningini í Reykjavík, eru koltekningar við motivum frá mannakroppinum. Hon arbeiðir í løtuni burturvav við motivum innan úr mannakroppinum, og eru hetta verk hon gjørdi seinasta summar [...] fyri, at sammeta vit list hennara við vanliga føroyska list, so er hetta rættiliga nógv øðrvísi. Hon leggur tó dent á, at ein má síggja myndirnar fyri at skilja tær. -Sær tú myndirnar, so eru tær sera friðaligar [...] friðaligar og ikki ógvusligar, sum tað kanska kann ljóða, tá tær verða umrøddar. Tað eru í veruleikanum heilt vakrar myndir leggur Rannvá aftrat, sum tó viðgongur, at hennara list við føroyskum eygum kanska
taptu móti H71, eru dystirnir millum VÍF og Kyndil altíð áhugaverdir. Hetta eru tungvektararnir í føroyskum manshondbólti. Í løtuni eigur Kyndil 27 føroyameistaraheiti og VÍF 17. Vit skulu heilt aftur [...] sær út til, at VÍF um góðar tveir mánaðir fer at fáa sítt 18. meistaraheitið í hús, men tó eru tvey lið, sum eru av eini aðrari áskoðan. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri vestmenningar og hevur [...] kvinnunum í dag man tó vera nýggja oddaliðið StÍF, sum seinasta vikuskiftið vann á Neistanum í Havn, og sum nú tekur ímóti VB á Skála. VB vann botndystin móti Stjørnuni síðsta sunnudag, men tað skal nógv til, um
at lesandi ikki skulu verða verri fyri. -- Men vit rokna kortini við, at lesandi og ungdómur í nógv størri mun fara at brúka bíligaru prísirnar, sum tey nú hava atgongd til. Og tað fara tey at gera júst [...] til góða. Men hesum er Magni Arge als ikki samdur í, av teirri einfaldu orsøk at samanberingarnar eru skeiv. Tí, sum hann sigur: "Hon tekur ikki støði í prísum sum vóru galdandi. -Eg rokni við at tey sammeta [...] ld. -Lækkingin er tí 520 DKK ? og tað stendur rimmarfast, sigur stjórin í Atlantsflog. Treytirnar eru eisini broyttar, soleiðis at ein kann verða burtur upp til 14 dagar og er ikki avmarkaður til vikuskiftið
at grundin til, at færri gistingar eru á føroyskum gistingarhúsum í juli, enn pláss er fyri, er orsakað av ov lítlum flutningskapasiteti. Sjálvur metir hann,a t í ár eru umleið 1.000 flogsetur fleiri til [...] handavending. Hvussu stórur hesin trupulleikin er ídag, sigur Heri Niclasen ikki vita. Men gistingarhúsini eru nógv í dag meira avgjørd við bólkabíleggingum, har strangari reglar fyri depositum, gjaldi og fráboðanum [...] Føroyum, har peningur skal vinnast, er avmarkað. Men tey sum kanska kunnu svara hesum spurninginum best, eru tey føroysku incomingfeløgini sum eisini hava dagliga samskiftið við gistingarhúsini, sigur Heri Niclasen
sigur, at í slíkum barnabókum, har myndirnar eru so stórur partur av søguni, er tað eins nógv teknarin sum rithøvundurin, ið fortelur søguna. Í bókini lesa vit um tær báðar Annu Sofíu og Guðruna, ið ynskja [...] bókin hjá Marjun "ein farri av kolvetni" er fyrsa bókin, sum Marjun S. Kjelnæs gevur út. Í bókini eru átta stuttsøgur og eitt ævintýr. Marjun S. Kjelnæs hevur áður vunnið fleiri virðislønir í sambandi [...] Marjun, at søgurnar fyri tað mesta snúgva seg um fólk, ið leita eftir onkrum, uttan at tey sjálvi eru vitandi um tað. Marjun sigur, at hon dagliga skrivar upplivingar niður, sum hon so savnar í einari
Og ikki at gloyma Calvin Klein boksarashortsini. Jú, tey eru eisini nýstrokin! Alt er sum tað eigur at vera. Stóð og eygleiddi eitt slíkt tiltak nú ein dagin. Átti kanska at verið farin inn sjálv - eg var [...] seg á eskjuna, tað eru jú bara slíkt, ið kann henda, tá ein er til handils. Einki at tosa um. Tað hendir alla tíðina. Á ja. Í næstu viku er kanska aftur ein móttøka. Livst so spyrst. Vit síggast! (til móttøku) [...] boðskap: "Tú mundi gloymt móttøkuna". Ikki, tá tað snýr seg um gandaorðið. Hugsi eina løtu um, hvørji tey eru, sum koma undir hesa so vælsignaðu kategori og so trúliga møta, tá kalendarin kallar. Besti Armani