Grein mín “Ein kjakmentan í kreppu?”, sum stóð í Sosialinum í páskavikuni, hevur fingið onkrar viðmerkingar. Eg veit ikki um tað er tilvitað at ikki verður nomið við orsøkina til, at eg skrivaði hesa grein. Men lat meg fyrst gera greitt hví greinin varð skrivað.
Fáar dagar fyri páskir varð Hans Andrias Sølvará heiðraður av Miðlahúsinum fyri sítt kjakíkast. Høvuðkjakíkast hansara er, eftir míni metan, ein uppgerð við trúarinnihaldið í kristindóminum. Slíkar uppgerðir eru ikki óvanligar í bókaheiminum.
Tað, sum hinvegin tykist løgið er, at Miðlahúsið fagnar hesum fáar dagar fyri páskir og at løgmaður, sum júst hevur staðið á odda fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, er partur av hesum tiltaki, sum ger upp við trúarinnihald fólkakirkjunar. Hetta var ein løgin “páskainngangur” og lítið sømiligt mótvegis tí stóru fjøld av føroyingum, ið framvegis virða páskavónina, ið er hjartað í kristindóminum.
Til tess at vísa á, at mín uppfatan ikki er tikin úr leysum lofti, samanbar eg aldargomlu apostólsku trúarorðini, sum hava røtur í frumkirkjuni, við skrivingina hjá HAS.
Mín meining um “Páskainngangin í Vágsbotni” er ikki ein ábreiðsla til HAS. Og HAS tykist ikki at hava nakrar viðmerkingar til sína trúaruppgerð. Hinvegin vil hann hava meg at grundgeva fyri sannleiksvirðinum í t.d. trúarjáttanini.
At trúarorðini eru partur av katólskari og lutherskari kristnifatan er ein sannroynd. Sannleiksvirðið er ein annar spurningur og sjálvandi ikki óviðkomandi.
Tá høvuðskeldurnar til trúarorðini, herundir ápostlar og kirkjufedrar, valla verða góðkendir av HAS, tí hann nýtir sínar tulkingar, so er ikki trupult at ímynda sær eitt slíkt kjak. Hartil er at siga, at kjakast hevur verið um hetta í øldir, bæði søguliga og gudfrøðisliga. Nógv er skrivað um evnið og í hesi alnótstíð er tað eisini lætt atkomiligt.
Tað hevur mangan vakt undran, hvussu ósamd søgufólk eru um mangt, sum liggur tætt upp at nútíðini. Tað undrar tí ikki minni, tá søgufólk fara undir at “reinsa” 1900 ára gamlar keldur fyri mytologi, fyri síðani at koma við síni ivaleysu niðurstøðu um, hvat “veruliga fór fram”.
HAS skrivar niðrandi um mína “uppgerð” við rationalismuna. Hann skemtar við at SA heldur kanska at ein støddfrøðingur er víðgongdur tá hann trýr at 2 og 2 eru 4. Nú haldi eg at onkur gloymdi bóltin og fór eftir manninum. Og HAS tykist ikki gera mun á rationalismu sum rák og rationellum tankum.
Sum frøðingur minnir HAS meg á at grundgeva tá eg skrivi. Tað er altíð ein meting nær vit grundgeva nóg væl. Men annars eri eg sjálvur frøðingur og ikki ókendur við akademiskt háttalag. Men eg havi ígjøgnum lívið lisið meira gudfrøði enn tað sum annars er mín akademiska grein. Og sum “gudfrøðingur” er tað mín fatan, at HAS ferðast ógvuliga frítt um fakmørk.