skal allastaðni, men eyðvitað er, at skulu vit varðveita ein slíkan mentanarbera, sum Føroyar Symfoniorkestur, so kostar tað pengar. Alt tónleikavirksemi, sum er skapt við musikkskúlunum nógvu seinastu [...] lítlum samfelag, at stápla eitt symfoniorkestur upp á beinini. Men tað hevur eydnast. Og tað er ikki hissini virksemi og týdning, sum orkestrið hevur. Tað hevur fingið ein sera týðandi leiklut [...] tónleiki, modernaðum tónleiki, sum vit sóu leygarkvøldið, og so ikki at gloyma barnakonsertirnar, sum hava verið í nøkur ár á rað, og sum vónandi verða uppafturtiknar. At hava eitt symfoniorkestur
aráðharra. Hann kann tryggja grundarlagið hjá privatum fjølmiðlum at virka frítt. Sum nú er sleppur Kringvarpið at taka skatt frá fólki – at draga fólk í rættin, um tey ikki tíma at rinda [...] kunnu nú vísa sína hugsjón í verki við annaðhvørt at taka kringvarpsgjaldið ella lýsingarnar frá almenna stovninum, Kringvarpi Føroya. Vit bíða í spenningi...
Talan er um ein tvey ára sáttmála við partvís lítlari og partvís ongari lønarhækking: Í høvuðsheitum er lønarhækkingin sett soleiðis saman, at maskinmeistarar við teimum hægru lønunum fáa minni [...] afturat lønini 1. oktober í fjør og aftur 0,85% fyrsta oktober í ár. Maskinmeistarar við hægru lønunum fáa onga lønarhækking. Tað var annars langt í millum partarnar, tí Maskinmeistarafelagið [...] seglunum. Spennandi verður, um fakfelagssamstarvið fer at grundgeva á sama hátt, nú støðið er lagt undir lønarsamráðingunum.
Tað er helst ikki at ognum, at potentiali í føroyingum er so gott til inniróður. Gamla kappróðrarmentanin í siðbundna føroyska kappróðrarbátinum er uttan iva orsøkin til, [...] møguleika at royna seg uttanlands. Men Tað er dýrt at fara avstað – ferðaseðilin og uppihaldið fyri rógvara og venjara ella hjálpara er ikki bíligt, so tað eru uttan iva mong, sum setast [...] setast aftur av fíggjarligum ávum. Og tað er stórt spell, sigur hann í grein her í blaðnum í dag. Vit kunnu bara geva honum rætt. Tað er hugstoytt, at kostnaðurin av ferðini uttanlands skal vera
reist tað málið enn. Tað síðsta stríðið millum kamphanarnar á danatingi er um makrelin og boykottið hjá ES. Nú er tað Sjúrður, sum er partur av stjórnargrundarlagnum, fyri valið var tað [...] eitthvørt á Christiansborg, sum veljararnir heima í Føroyum leggja til merkis. Saltsiloin er komin upp á pláss – hann fekk klórað nakrar danskar milliónir heim til endamálið. Hóast Bjørn [...] viðurskifti, so leingi tey eru saklig. Vit hava ikki amerikanskar tilstandir – enn, har útspilling er vegurin fram í politikki. Ein politikari fær viðring víð at vísa á sini egnu avrik, heldur enn at
1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til. Gunnar Hoydal hevur føroyskað yrkingarnar og Hans Tórgarð lesur yrkingarnar upp í hesi týðing. Yggdrasil stendur fyri tónleikinum og tónleikarar eru: [...] 1900 til 1991, gav út skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, ið teljast millum alheimsbókmentirnar. Tekstirnir eru skrivaðir á donskum, men umsettir til nógv onnur mál, eisini føroyskt. Plátufelagið [...] gjørdar, við løgum hjá Kristian Blak til tekstir hjá høvundanum. William Heinesen myndprýddi húsarnar. Á hátíðarhaldinum verður tónleikaframførsla við upplestri av yrkingunum á plátuni: Den
vikurnar verða myndirnar so at síggja í Norðurlandahúsinum í Reykjavík. Framsýningin opnar leygardagin 14. januar klokkan 14, tá Regin W. Dalsgaard greiðir frá um myndatøkurnar og um grindadráp [...] tiknar eftir tveimum minuttum og eru ein samanhangandi myndafrásøgn frá grindadrápinum. Tað er Regin W. Dalsgaard, ið hevur tikið myndirnar, sum eisini eru komnar út í bókini 2 minutes. Høv [...] sjálvum drápinum og ta heilt serligu sinnisstøðuna, sum grindamenn koma í, meðan grindadrápið er í gongd. Myndirnar hava verið vístar á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn og í Føroyahúsinum
gongur út uppá, at Kringvarpið heldur fram við at kappast við privatu miðlarnar um lýsingarnar, men at inntøkurnar fara í ein grunn, sum privatu miðlarnir og øll onnur kunnu søkja um stuðul [...] privatu miðlunum frið at virka á vinnuliga frælsum grundarlag! Tað er himmalrópandi órættvíst, at Kringvarpið – sum er ein skattainnkrevji – skal kappast við privatu miðlarnir, sum ongan [...] rrar úr Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum. Einki framstig er at hóma fyri privatu miðlarnar, tí hesir mentamálaráðharrar hava ikki havt rygg ella dirvi til at taka avgerð
215.000 krónur. Og er tað rætt, at løgmaður skal siga 40 fólkum færri upp fyri hesar 8,6 milliónirnar, so má hann siga 890 fólkum úr starvi fyri tær 191,4 milliónirnar, sum hann ikki fekk [...] krónur meira í blokkstuðuli, men bara slakar níggju. Men tá tað nú kortini er greitt, at blokkurin als ikki hækkar kortini, so er alt líka vítt sum sítt...
skomm skyld, fer at taka til eftirtektar: Tað er lógin um skattafríu koyripengarnar til landsstýrisfólk og løgtingsfólk. Útreiðslurnar av hesum bara til landsstýrisfólkini eru yvir [...] skipan er eisini galdandi fyri øll tingfólk uttan fyri Havnina. Tey fáa tó bara helvtina av tí, sum landsstýrisfólkini fáa – men tað er framvegis langt oman fyri veruligu útreiðslurnar, tey [...] ein krók. Men at løgmanni tørvar hjálp er nú eyðsýnt, og vit vilja fegin hjálpa honum við at finna nýggjar inntøkur og sparingar. Vit fara næstu dagarnar at lata lesarar okkara koma við góðum