Talan er um ein tvey ára sáttmála við partvís lítlari og partvís ongari lønarhækking:
Í høvuðsheitum er lønarhækkingin sett soleiðis saman, at maskinmeistarar við teimum hægru lønunum fáa minni í lønarhækking og maskinmeistarar við lægri lønum, fáa størri lønarhækking.
Teir, sum fáa hægstu lønarhækkingina, fáa 0,85% afturat lønini 1. oktober í fjør og aftur 0,85% fyrsta oktober í ár.
Maskinmeistarar við hægru lønunum fáa onga lønarhækking.
Tað var annars langt í millum partarnar, tí Maskinmeistarafelagið kravdi lønarhækking, men tað vildi Fìggjarmálaráðið ikki, og enntá vildi almenni arbeiðsgevarin, at maskinmeistarar skuldu niður í løn í summum førum.
Men aftur hesaferð sigraði Jørgen Niclasen. Sigurin var enntá so stórur, at formaðurin í Maskinmeistarafelagnum nú ger flatskattin – sum fakfeløgini annars ikki hava vilja vitað av – til part av lønarhækkingini.
Harvið hevur tað fyrsta fakfelagið givið eftir – og soleiðis kann staðfestast, at Jørgen Niclasen framvegis hevur vind í seglunum. Spennandi verður, um fakfelagssamstarvið fer at grundgeva á sama hátt, nú støðið er lagt undir lønarsamráðingunum.