áhugin at flyta út fisk lítil og eingin. Tí kann ein spyrja seg sjálvan, um tað ikki er mjørkatos, tá vit tosa um ein altjóða flogvøll, vit hava jú ein altjóða flogvøll sum er og tá ið »flogvallarserfrøðingar« [...] røðingar« við Poul Michelsen á odda krevja, at vit mega hava ein flogvøll í kategori 2 ella 3, so kann ein spyrja, um maðurin veit hvat krevst fyri tílíkum standardi í okkara pinkulítla oyggjalandi. Nú [...] nógv størri flogfør at røkja Føroyarutuna, so slepst ikki undan at okkara sokallaði »motorvegur« fær ein nógv minni og meiri negativan týdning. Fyrst og fremst tí at túratalið fer kanska niður í helvt ella
gevur ein vindmylla í Føroyum dupulta orkuframleiðslu um veturin í mun til um summari. Hetta samsvarar perfekt við orkutørv til upphiting av sethúsum. Vindviðurskiftini í Føroyum gera, at ein vindmylla [...] vindmylla her framleiðir næstan dupult so nógva orku, sum ein líknandi vindmylla í t.d. Danmark. Tí eiga fyrireikingar til ein el-kaðal úr Íslandi til Føroya at steðga, til stungið er út í kortið, hvussu vind- [...] el-megi úr Íslandi, so mugu vit fyrst hava 100% backup í Føroyum. Hetta er satt sum tað er sagt, tí fer ein trolari avstað við kaðalinum ella kemur kinkur á av øðrum orsøkum, so sita allir føroyingar við køldum
sindur um, hvussu ein veitir viðskiftafólkunum bestu tænastuna og hvat tey ynskja at kunna keypa her. Hon hevði tí sjálv merkt til ein tørv á einum matvøruhandli í bygdini, soleiðis at ein slapp undan at [...] at fólk eru fegin um tað, sigur ein væl nøgd Maibritt Sørensen við Sosialin. Góð byrjan Í eina tíð frammanundan hevði Maibritt arbeitt við eini ætlan, um at fara undur ein matvøruhandil í Norðdepli. Handilin [...] var fólk allan dagin. Eg lat ikki aftur fyrrenn klokkan níggju um kvøldið, sigur hon. Eftir vegnum Ein handil skal sjálvandi hava eitt navn, og tað hevur handilin hjá Maibritt eisini. Hon ynskti ikki, at
Hetta tók langa tíð, men so kom ein høll uppi í Hoyvík, so nú skuldi verið lagamanni at fingið høllina aftur í upprunastand. Men gakk, har hendi einki. Seinni kom ein høll í Kollafirði, men sama søga [...] teimum til, antin at gera høllina aftur til skúlahøll ella byggja ein nýggjan útbygning til skúlan, sum so kann verða okkara felags skúlahøll. Ein góður møguleiki er júst nú, ið skúlin verður umvældur. Um nakar [...] Í mínum skúla stendur ein gapandi tóm høll. Einaferð var hon stásilig. Har hingu myndir av nøkrum av okkara mætu listarfólkum, undir loftinum hingu dýrar ph lampur (Várharra viti, hvar tær eru?), eitt
Tað er ein andstygd at síggja og uppliva, hvussu ósolidariskir føroyingar eru sum verkfalsbrótarar, ið tóku upp verkfalsrakt arbeiðir kring landið. Tað er ein veruleiki, at flestu vanligu føroyingar - [...] øðrum fakfeløgum, ið ein vil viðgera í lesarabrøvum í bløðunum. Tað vil siga. Øll tann bíliga arbeiðsmegin, fólkaskúlanæmingar, lesandi føroyingar, lærlingar og tilkomin fólk, ið ein viðgerð í lesarabrøvum [...] einstátta fyriskipaður heimurin og mannaættin og føroyingar eru blivnir við stættar- og lønarmuni. Tað er ein andstygd at síggja og uppliva, hvussu skitin vápn vóru nýgg undir vakfallinum hesar fýra vikurnar,
heldur harðliga, tí ein maður varð fluttur á sjúkrahúsið og ein annar á løgreglustøðina. Ein ungur maður varð vorðin ómøguligur í fyllskapi. Hann hevði brotið okkurt og síðani sparkað ein annan mann, sum fekk [...] fingið sær uppí nevið. Tað plagar at vera gløs og tílíkt, men leygarnáttin hevði ein maður funnið uppá ráð. Hann hevði tikið ein barrstól uppá ryggin og hevði lagt leiðina heim. Tíverri fyri mannin rendi hann
Hví kemur ein so við eini so skakandi yvirskrift? Jú tað er fyri at lýsa ta gongd, okkara búskapur hevur í løtuni. Kína fólki eftir hárinum Ein regla, ið ofta verður nýtt í politikki, er at ein skal siga [...] er keðiligt at hoyra. Hvat er so at gera Tað lættasta, ið ein kann gera, er at átala, uttan at koma við nøkrum sjálvur. Tað sum eg meini, at ein kann gera, fyri at minka um ferðina á búskapinum, er til [...] siga tað, ið fólk vilja hoyra. Hetta er ein regla, sum livibreyðs-politikarar nýta, og tað er júst tað, vit eru vitni til í hesum døgum. Tað er nógv ferð á føroyska búskapinum, tó ikki nóg nógv, heldur onkur
Tað man verða ein løgin kensla at fara frá einum bili og halda alt standa væl til, men tá ein kemur aftur, so stendur - ella liggur - hann á sjónum. Tað var júst hesum ein bilførari var úti fyri í Havn [...] eldur í einum bili um vikuskiftið. Ein bilur, sum stóð parkeraður í Kongagøtu, fór brádliga at brenna. Hvussu eldurin er íkomin veit løgreglan enn ikki at siga frá, men eins og vanligt er varð bilurin - ella [...] morgunin lá hann niður við bryggjuna. Klokkan hálvgun fimm sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn boð um at ein bilur var farin á sjógv við Kongabrúnna og teir fóru beina leið á staðið. Har gjørdist rættuliga skjótt
fyri. Ávegis inn rakti bólturin ein havnarmann og endaði hjá Gullok, sum setti hann í netið. Magnar Næs legði Royn framum 2-0 tá hann fekk ein góðan stikning. So var tað at ein hvalbingur kiksaði eitt útspark [...] teimum og tá sníktu GÍ og HB seg framum. Men eftir dystirnar hetta vikuskiftið, hava hvalbingar tikið ein part av tí mista aftur. Teir liggja nú á einum fjórðaplássi, saman við GÍ, sum tó hevur betri málúrtøku [...] hvalbingar vitjan av árstalsfelagnum úr Havn, sum tó einki formáddi sær móti hvalbingunum. B36 hevði bert ein málmøguleika í fyrra hálvleiki og hóast teir fingu eitt mál í seinna hálvleiki, so var tað ikki tí
sept. fingu Rudi Hammer og Jan Erik Poulsen, Nólsoy, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3550 gr. 7. sept. fingu Beinta og Kaj Niclasen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3900 gr. [...] 28. aug. fingu Emily Midjord og Eirikur Poulsen, Porkeri, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4270 gr. 28. aug. fingu Heidi Poulsen og Jón Dahl Joensen, Vági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði [...] vigaði 3900 gr. 28. aug. fingu Berit Norðoy & Poul Juul Vilhelmsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr. 1. sept. fingu Margit og Óli Johansen, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 48