Tað man verða ein løgin kensla at fara frá einum bili og halda alt standa væl til, men tá ein kemur aftur, so stendur - ella liggur - hann á sjónum.
Tað var júst hesum ein bilførari var úti fyri í Havn um vikuskiftið.
Bilførarin hevði sett bilin frá sær við gamla Sjóvinnubankan og var farin í býin, men tá hann kom aftur til hann um morgunin lá hann niður við bryggjuna.
Klokkan hálvgun fimm sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn boð um at ein bilur var farin á sjógv við Kongabrúnna og teir fóru beina leið á staðið.
Har gjørdist rættuliga skjótt greitt, at her var talan um herverk og so var farið at leita eftir eigaramanninum.
Og tá hann varð funnin var mistankin váttaður.
Onkur var, sum helt, at bilin stóð betri á sjónum heldur enn á landið og tí var hann skumpaður í havið.
Eldur í bili í
Kongagøtu
Tað var eisini eldur í einum bili um vikuskiftið.
Ein bilur, sum stóð parkeraður í Kongagøtu, fór brádliga at brenna.
Hvussu eldurin er íkomin veit løgreglan enn ikki at siga frá, men eins og vanligt er varð bilurin - ella tað sum var eftir av honum - koyrdur niðan á Bileftirlitið, har menn fara at kanna orsøkina.
Støðleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur tó, at teir hava mistanka til at eldskipanin í bilinum er orsøkin til eldsbrunan og at talan var um eitt skammlop í skipanini aftanfyri róðurstammuna.
Fýra ferðsluóhapp
og fullir menn
Fýra ferðsluóhapp vóru eisini í Havn um vikuskiftið.
Einki ógvusligt óhapp var, men tíggju bilar fingu smærri skaðar í teimum fýra óhappunum.
Av støðini í Havn siga teir, at ósketni var orsøkin til øll óhappini.
Talan var bert um materiellan skaða.
Annars hevur løgreglan havt tríggjar liggjandi gestir í vikuskiftinum. Fólk, sum ikki vunnu upp hús eftir at hava verið í býnum og drukkið.