fantasifull enn bert at umrøða ”reyp undir trænum”, sum hann tekur til. Snæbjørn hevur ikki hug at avdúka, hvørjar hendingar tey fara at taka fram í kabarettini hesaferð. - Hetta plagar at vera ein góður blandingur [...] Roynt verður at yvirdríva ymiskar hendingar so mikið nógv, at fólk skulu noyðast at flenna, sigur hann. Hann ásannar, at tað viðhvørt kann vera torført at skilja ímillum, hvat er rímiligt at gera gjøldur [...] samstundis sum hann hevur egna fyritøku í Saltangará saman við Onnu Jakobsen, ið er gamal starvsfelagi á Hjalla. Og tó, at trupult er at fáa tíðina at røkka heilt, og hann hesaferð hevur hug at kalla seg
sínum fyri at keypa føroyskan fisk. Hann skuldi til Danmarkar við Norrönu, sum lá í Ánunum, fáar tímar seinni. Gott var at fáa eitt gott kók ella fleiri heim við sær aftur. - Mær dámar væl at arbeiða her [...] angi av teirri vøruni, sum skal í hesar eskjurnar: Raspað fløk. Hegnisliga ger hon eskjurnar til og setir tær upp á rað. Tað er týðiligt at síggja, at hetta er ikki fyrstu ferð at hon roynir seg í hesum [...] eru sjálvandi ymiskir. Onkutíð er nógv at gera, meðan tað er heldur minni til aðrar tíðir. - Tað strævnasta er at standa aftanfyri bandfrystarin. Tað vil siga, - tað er kanska ikki so øgiliga strævið
hevur ikki verið nógv at sæð til stjórnarleiðaraávirkanina, sum tað aðra staðni plagar at verða tikið til, tá ið flokkurin hjá forsætismálaráðharranum vinnur eitt val. Tølini siga, at tað hevur verið regulin [...] enn undantakið, at flokkurin hjá løgmanni hevur tapt, og at tað har við heldur enn positivan ávirkan á valúrslitið hevur havt negativa ávirkan á úrslitið hjá løgmansflokkinum. Tað kostar at sita við landsins [...] Um úrslitið í kvøld lagar seg soleiðis, sum allar veljarakanningarnar í ár hava bent á, og sum fólkatingsvalið í september var ein staðfesting av, so verður Sambandsflokkurin sigursharri á løgtingsvalinum
varð, at best var at bera seg skjótt at, tí myrkrið stundaði til. Tað tók heldur ikki meira enn eitt korter til hálvan tíma, til bjargingartyrlan var á leiðini oman fyri Haraldsund. MRCC upplýsir, at løgreglan [...] fyri In.fo, at ein bjargingartyrla í skýmingini í kvøld hevur verið onkustaðnis oman fyri bygdina í Haraldsundi eftir seks útlendingum, sum høvdu gingið seg í óføri. - Tað var løgreglan, sum boðaði okkum [...] soleiðis bar til eftir lítlari løtu at leiða tyrlumanningina til útlendingarnar, sum tá høvdu gingið í einar 10 tímar. Teir vóru kaldir og illa fyrikomnir, og onkur føldi seg ikki væl. - Bjargingartyrlan
stutt millum keturnar. Tað plagar at verða sagt, at tað eru málini, sum telja, og soleiðis er tað eisini í kvøld. Men um tað framvegis verður málleyst, tá ið dómarin fer at bríksla fyri síðstu ferð, so [...] ikki fyri brotssparkinum, sum føroyingar hildu seg eiga. Og lítla løtu spældi Hallur Hansson snilt úr høgru og inn móti málteiginum til Jóannes Bjartalíð, sum var um reppið at skora. Malta hevur onga veruliga [...] øðan er málleysur javnleikur. Tølini siga, at Føroyar hava verið greitt omaná. Føroyar hava vunnið fýra hornaspørk, og Malta hevur einki hornaspark vunnið. Føroyar hava havt tvey skot á málið og fleiri
hýsu, men onkur er, sum fiskar mest av longu og brosmu. Fiskamarknaður Føroya sigur, at fiskiskapurin hjá flestu línuskipum undir Føroyum er heldur smáligur, men onkur er, sum letur betri at. - Vit vænta [...] seks línuskip inn at landa í dag. Hinvegin er meira ivasamt, hvussu verður seinni í vikuni. Eitt línuskip hevur verið á Flemish Kap og kemur inn at landa í dag. Tað er Váðasteinur, ið sum skilst hevur havt [...] kann Sosialurin leggja aftrat, at annað av hesum skipum er nýggi Klakkur, og hitt er Kambur. Flestu partrolarapørini fiska eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum henda vikan gongur. - Fiskiskapurin
Ein jarðskjálvti, sum var 4,5 á Richterstiganum, var har eysturi í USA í morgun. Myndugleikarnir siga, at miðdepilin í skjálvtanum var í statinum Virginia, men at ristingarnar kendust eisini væl í Washington [...] sigur, at skjálvtin í morgun hevði miðdepil stutt frá býnum Mineral og sostatt nærhendis miðdeplinum í tí harða jarðskjálvtanum, sum var fyrr í vikuni. Teir amerikonsku fjølmiðlarnir siga, at bygningar [...] um bygging í jarðskjálvtaøki. Serfrøðingar hava tí ávarað um, at bygningar, sum fingu skaða av jarðskjálvtanum týsdagin, kunnu rapa, um onkur eftirskjálvti kemur.
Tvey partrolarapør koma inn at landa mánadagin og kanska koma onnur pør seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur. Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga. Fríggjadagin, tá marknaðurin [...] fiskiskap. Skipini trola eftir upsa og koma helst inn at landa mánadagin. Væntandi fara aðrir djúpvatnstrolarar út aftur, sum dagarnir ganga. - Vit vænta, at tveir trolbátar landa mánadagin og ein mikudagin [...] Trolbátarnir hava mest av havtasku, toski og longu. Helst fer onkur annar trolbátur út um vikuskiftið, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
tveir vetrar var Haldgrím við. Hann plagar at taka til, at hetta var óførur lærdómur og mest sum átókt at vera í militerinum. Haldgrím var eisini við Svínoynni, sum Jóhannes Husgaard førdi. Tá ið Haldgrím [...] Haldgrím plagar at taka til, at hetta var púra óhugsandi, tá ið vøllurin varð tikin í nýtslu. Gamli Poul Enok spurdi eina ferð Haldgrím, um hann helt, at gøtumenn nakrantíð fóru at verða so góðir sum klaksvíkingar [...] næstan ikki dagur, at Haldgrím og ofta eisini Hallgerð síggjast í bilinum innanfyri Gøtueið, har hagin er. Umframt seyðin so eygleiða tey náttúruna, og Haldgrím plagar at siga, at hann mest sum hvønn dag upplivir
inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur í mun til tíðina, sum skuldi verið góð til upsa. Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga. - Allir djúpvatnstrolararnir, sum vanliga [...] liggja, men helst fer onkur út um vikuskiftið. Ein fiskar á djúpum vatni og landar niðri, ein fiskar svartkalva og frystur veiðina umborð. Um smáu trolbátarnar veit marknaðurin at siga, at fimm fiska havtasku [...] hampiligur. - Teir flestu trolbátarnir koma inn at landa mánadagin. Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði, og eitt av hesum skipum kemur inn at landa mánadagin. Hitt skipið landar helst