Vánalig trolveiða undir Føroyum

- Tvey partrolarapør koma inn at landa mánadagin og kanska koma onnur seinni í vikuni, men fiskiskapurin er vánaligur.

- Tvey partrolarapør koma inn at landa mánadagin og kanska koma onnur pør seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

Fríggjadagin, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, var bara eitt djúpvatnstrolarapar til fiskiskap. Skipini trola eftir upsa og koma helst inn at landa mánadagin.

 

Væntandi fara aðrir djúpvatnstrolarar út aftur, sum dagarnir ganga.

 

- Vit vænta, at tveir trolbátar landa mánadagin og ein mikudagin. Trolbátarnir hava mest av havtasku, toski og longu. Helst fer onkur annar trolbátur út um vikuskiftið, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.